Útvarpið skal eisini hava tøkk fyri, at teir taka aktuell mál upp og viðgera tey. Síðsta mikudag var »fimmarin« á skránni. Evnið var nakað soleiðis: »Nær skulu foreldur geva børnunum rúsdrekka. Tá ið tey eru 13, 14, 15 ella 16 ár, ella als ikki geva teimum rúsdrekka«?
Tað sum chokeraði meg sum fráhaldsmann, og fleiri sum eg havi tosa við, men sum IKKI eru avhaldsfólk var niðurstøðan.
Niðurstøðan tá ið 50 av 60 minuttum vóru farnir var »Tey ungu skulu læra at drekka, og best er um tey læra hetta heima við hús - saman við foreldrunum«. Eg veit væl, at eitt evni kann verða trupult at lýsa, men mær tykir, at sendingin hevði slagsíðu frá byrjanini av. Minnist eg rætt, so var einki foreldur í útvarpsstovuni sum var avhaldandi, og sum tí ikki vildi geva børnunum rúsdrekka, og kundi grundgivið fyri tí.
Fleiri ferðir var havt á orði, at tey ungu skulu læra at umgangast rúsdrekka á ein »natúrligan« hátt. Eg má tí spyrja: »Hvat er eitt natúrligt forhold til rúsdrekka«? Niðurstøðan í sendingini var, - »at eitt natúrligt forhold til rúsdrekka er, at ein nýtir tað til ávísar tíðir«. Hetta skein so týðuliga ígjøgnum alla sendingina, burtursæð frá tí sum ein ung genta, porkiningurin og tær báðu síðstu konurnar søgdu.
Eg taki spurningin uppaftur: »Hvat er eitt naturligt forhold til rúsdrekka«? Er svarið: Tá ein nýtir tað til ávísar tíðir?
Hvat so við mær og øðrum sum iki nýta rúsdrekka, og sum Guð havi lov, kanska ongantíð hava smakkað tað. Hava vit so eitt ÓNATÚRLIGT forhold til rúsdrekka???
Kanska eg kann loyva mær at spyrja ein løgnan spurning: »Hvat er at hava eitt natúrligt forhold til hash og atom«?? At ein nýtir eitt sindur av tí, til ávísar tíðir?? Væl veit eg, at rúsdrekka ikki er tað sama sum hash og atom, og tó, so kann hetta kasta eitt ljós inn yvir spurningin, og lýsa nakað av tí alvori sum liggur goymdur í hesum kreftum.
Mítt »natúrliga« forhold til rúsdrekka er: at eg nýti ikki rúsdrekka. Hetta geri eg av fleiri grundum. Her skulu bara nevnast tvær: 1) Fyri at verja meg sjálvan. 2) Fyri at verja mín næsta.
Uppgávan hjá foreldrum og øðrum má ikki verða, at læra børnini at drekka, men, at læra tey ikki at drekka. Byrja tey álíkavæl at drekka, so mugu tey ikki avvísast, men møtast við kærleika og skynsemi. Vilja foreldur geva børnunum rúsdrekka, so vælsignað verið tykkum, bíðið sum longst við tí.
Lat okkum fráhaldsfólk seta eina æru í, at vit eru fráhaldandi og ganga undan við eini góðari fyrimynd, uttan at vit síggja niður á tey sum nýta rúsdrekka. Latið okkum við frímóð biðja um sodavatn til veitslur og annað, um tað er neyðugt. Latið røddir okkara hoyrast, og latið okkum stríðast fyri fráhaldssakini, og royna at venda rákinum soleiðis at komandi ættir verða fráhaldsættir.
Guð signi mítt føðiland Føroyar!
Vinarliga við fráhalds-
og blákross heilsan
Torleif Johannesen, Nes









