tær bert at vinna trý sett, og nú vóru tvey avgreidd, og komandi meistararnir skuldu bara avgreiða hesa síðstu løtu. Tað hildu í øllum førum tey flestu. Steypið og gullkrónurnar vórðu pakkaðar út, og tað [...] á ÍF, og støðan gjørdist 17-17. Hetta var ov nógv av tí góða, og ÌF venjarin noyddist fyri fyrstu ferð at biðja sínar leikarar koma í samráð í einum time-out. Og ÌF kvinnurnar fóru eisini frá KÌF aftur [...] upp- og niðurflytingardystir móti SÌ. Møguleikin skuldi vera til staðar at varðveita plássið, og eitt ella annað stað liggur eitt ávíst potentiali í KÌF kvinnunum. Leikararnir eru ungir, og kunnu tær fáa loyvi
inn, ber ikki til at vinna. Ein orsøk til tað var, at Bárður Brimvík ikki fekk verið við okkum hesa ferð, tí hann plagar at vera serliga stinnur í verjuni, sigur Halgir Dahl Olesen. ? Hóast vit fylgdu [...] tann síðsti hjá okkum móti Neistanum. Men annars hevur eingin smurt okkum av, og uttan heiðursmerki ella aftasta pláss í eygsjón kunnu vit spæla meira frígjørt, sigur Halgir Dahl Olesen. ? Sjálvt um tað [...] hýrurin góður í hópinum hjá okkum. Vit vilja vinna dystirnar, sjálvt um vit hvørki kunnu fara ein ella annan veg. Og kunnu vit so ávirka oddastríðið eitt sindur, er tað ikki verri. Dysturin í tølum VÍF-H71
List Strendur: Í døgunum, 17. mars til 1. apríl, er Føroya Banki á Strondum fyri fyrstu ferð karmur um eina málningaframsýning. Listakvinnan er 39 ára gamla, Ketty á Fríðriksmørk. Á framsýningini hevur [...] stinga seg upp. Henni dámar væl at spæla við litir, og tí eru eisini nakrir abstraktir málningar við hesaferð. Framsýningin í Føroya Banka er opin hvønn yrkadag frá kl. 12-16, undantikið hósdag; tá er opið [...] málningarnir eru til sølu. Prísirnir liggja millum 1.200 og 2.500 krónur. Ketty er kreativ Hetta er fyrstu ferð, at Ketty er einsamøll á eini framsýning við sínum málningum. Hon var við á framsýning á ólavsøku
minnið um, at teir vóru við í kappingini. Í dag, 20. mars, fer Freydis Poulsen aftur at greiða frá. Hesaferð fer hon at siga frá brotum úr Oyra søgu. Sunnudagin, 23. mars, verður judokapping og framsýning [...] spæla. Atgongumerkini kosta 250 krónur og kunnu keypast fram til, 22. mars. Avmarkað atgongd er til hesa forkunnugu og spennandi veitslu, so skilagott er hjá teimum, ið ætla sær at verða við, at keypa sær [...] verður teldutreff í Eydnuni á Oyrabakka. Tá kann ein og hvør, sum hevur hug, taka telduna í bilin ella trillubøruna og seta hana upp í Eydnuni til spæl, chatt og alt tað, ið hugsast kann. Flaggdagshald
at liga- og landsdystir renna hvørt um annað. Uttan HB og útisetar Landsdystartermin hjá UEFA er hesa ferð 29. og 30. apríl, og fyri føroysku útisetarnar merkir tað, at teir ikki fáa frí til fyrra landsdystin [...] nevnt, at annar ella kanska báðir dystirnir móti Kasakstan skulu spælast á graslíkik, heldur enn grasvølli. Orsøkin til hetta er, at vanliga óvissan, sum altíð valdar um føroyska veðrið um hesa ársins tíð. [...] verða fluttir, verða teir helst leiktir í tveimum av trimum møguligum vøllum. Nevnliga Gøtu, Runavík ella Klaksvík. Hesir eru teir einastu í Føroyum, har sonevnda triðja ættarliðs graslíki er lagt á. Hesir
Hesum sá hann lítla meining í, tá ið vit hava eina skipan við kørum og eina Kassamiðstøð, sum umsitur hesa skipan og eigur at syrgja fyri, at nóg mikið er av kassum og kørum. Ikki sagt upp Sosialurin royndi [...] útróður er. Tá ið ringast vil til, steðgar arbeiði snøgt sagt upp, og vit fáa hvørki skilt útróðrarfisk ella landað skipini, sigur stjórin. Ov langt úti John sigur tó, at tað er ikki bara kassatrotið, sum er [...] neyvan er hugsandi. - Tað hevði verið ov langt úti, sigur hann. Tað vísir seg, sigur stjórin, at hvørja ferð, nýgg kør koma, so verður tørvurin ikki nøktaður kortini. Hann heldur, at tørvurin veksur, so hvørt
bangin fyri ikki at verða valdur aftur, ella hvat. Nei, tað var ikki slíkt sum lá aftanfyri ta avgerðina! Tað verður í míni verð altíð fundurin sum góðtekur ella vrakar eitt valevni. Kann ein ikki liva [...] Her sótu tveir nevndarlimir sum ikki vistu, at ein nevndarniðurstøða var broytt, ella sett til viks! Hvør setti hesa avgerð til viks? Fundarstjórin? Skrivarin? ? í hvussu so er, so hevur tað ikki verið [...] frá, hvussu hann vil hava fundin at líða ? biður um stuttar viðmerkingar og um onkur er ófantaligur ella fer út um mark, tá skal hann, fundarstjórin, støðga viðkomandi. Setir seg ? at visa, hvar hann hoyrir
korterið ella so, hevði Neistin skapt sær eitt gott útgangsstøði fyri restina av dystinum. Fyri tað mesta varð eisini hildið fast um hetta, men tá Stjørnan tíðliga í seinna hálvleiki setti ferð, var um [...] hesum er av slíkum slag, at fægstu málverjarnir fáa gjørt nakað. Og mest sum einsamøll megnaði hon hesa seinastu løtuna at toga Neistan frameftir, tó at stinni verjuparturin eisini gjørdi sítt. Við sigrinum
álopsspælaran við aftur í álopið. Tá verður FCK sjálvsagt aftur sera áhugavert hjá føroyingum. Hesa ferð var FCK í Århus, og leingi bendi alt á, at tað skuldi ganga, soleiðis sum tað kundi roknast við [...] Hann hevur skorað seks ferðir. Spurningurin er so, um hann fer at fáa møguleikan at økja um máltalið, ella um FCK leiðslan í hevnisøku heldur vil goyma hann enn at hava eitt so gott lið, sum tað ber til, nú [...] tevja teir góðar tíðir í Odense. 7.007 møttu sunnudagin, og ivaleyst koma tað uppaftur fleiri næstu ferð. OB vann 3?1 ímóti uppflytaraliðnum úr Køge. Síðsti dysturin skuldi havt verið í Viborg. Christian
stórt. Men trøini veksa heldur ikki hesaferð inn í himmalin. Fleiri leikarar standa seg eisini væl, og filmurin við sínum stórlætni kundi óivað vunnið ein Oscar ella tveir. Romantiska innslagið í filminum [...] New York er ein spennandi og intensur filmur, sum væl kann hyggjast at. Hetta er heldur ikki fyrstu ferð, at ein góður filmur ikki sleppur upp í part við Oscar handanirnar, og tað er einki løgið í tí. Oscar