So kom gullið í hús

Tað gjørdist ikki neyðugt hjá ÍF at finna meistaraspæl fram fyri at vinna á KÌF leygardagin, og harvið var fyrsta meistaraheitið hjá kvinnunum veruleiki

FLOGBÒLTUR

Tað vóru valla nógv, sum roknaðu við, at KÍF fór at gera stórvegis við ÍF á síðsta leikdegi í meistaradeildini hjá kvinnum. Fyri spenningin skuldi allir dystirnir spælast samstundis, men dysturin á Kambsdali leygardagin gjørdist ongantíð spennandi fyri nakran annan enn ÍF-áskoðararnar, ið kundu hátíðarhalda eitt meistaraheiti afturat leygardagin við realiseringini av meistaraheitinum hjá monnum.
Eitt lið við kós móti FM-heitinum á síðsta leikdegi eigur at klára uppgávuna ? at vinna á botnliðinum, og í so máta gjørdi ÍF sína skyldu.
KÌF stríddist væl allan dystin, men í tí stóra og heila eru ÍF bara eitt sindur betri í flestu pørtum av spælinum. Liðið hevði ein ógvuliga lítið sannlíkan møguleika at sleppa sær undan at spæla um upp- og niðurflyting, men kravið var so, at dysturin skuldi vinnast 3-0, og tað var skjótt greitt fyri øllum, at soleiðis skuldi tað ikki vera leygardagin.
Karmarnir rundanum dystin vóru nakað av besta, føroyskur flogbóltur og Fuglafjørður hevur at bjóða. Ìtróttaligi stoltleikin í bygdini er flogbólturin, og fuglfirðingar í stórum tali og í góðum hýri vóru farnir av húsum leygardagin at stuðla besta kvinnuliðinum hjá felagnum.

Byrjanin
Longu undan dystinum fingu mongu áskoðararnir skapt ein stemning. Høllin á Kambsdali livdi, og fyri mongu stuðlarnar var eingin ivi um, hvar gullið fór leygardagin.
Undir upphitingini varð fasti hevarin hjá KÌF, Angilie Johannesen, send til teljingar, eftir eitt hendiligt óhapp, og hon var tí ikki við frá byrjan. At byrja við tóktist skaðin at vera álvarssamur, men tíðbetur kom Angilie skjótt aftur á vøllin.
KÍF hevði undan dystinum fingið styrkt sær liðið. Millum annað fyrrverandi TB-leikarin, Winnie Djurhuus, var við á KÌF liðnum, ið nakrar dystir hetta kappingarárið hevur havt eitt sindur trupult við at fylla útskiftaraplássini.
Byrjanin gjørdist ? sum roknast kann við - heldur meira merkt av nervum og mistøkum enn nøkrum øðrum. Liðini fylgdust hampuliga væl uttan tað nógva góða flogbóltsspælið eina løtu, men ÍF byrjaði skjótt at hála frá.
ÍF kom á odda 12-5, 18-8, 21-9,23-11 og tær vunni til síðst settið við úrslitinum 25-12.
Serliga álopssøælið hjá ÌF lá bæði í støði og hædd væl omanfyri tí hjá kollfirðingum.

Meira javnt
Í fyrsta settið gjørdi KÌF fleiri útskiftingar, men tað kom ongantíð tann neyðuga róin yvir spælið. Innskiftið hevarin spældi seg ikki rættiliga heita í fyrsta settið, men tað gekk betri í øðrum setti.
Spælið hjá KÌF var munandi betri enn í fyrsta settið, og tær megnaðu at halda mistøkunum burtur. Greitt er, at skal KÌF gera nakað móti ÍF ? uttan tað nógvu styrkina í álopspartinum ? mugu mistøkini vera so fá sum gjørligt, og støðið á gólvspælinum má hækkast munandi.
Liðini fylgdust hampuliga væl, og KÌF megnaðu sum sagt at halda tørn, og tær vístu, at tær hava potentialið at gera meira við ÍF. Støðan var 7-7 og 9-8 til ÍF, men so fóru tær reyðu leypandi avstað. Støðan gjørdist 16-12,20-12 og settið endaði við úrslitininum 25-15 til ÍF.
KÌF hevði í øðrum settið ikki nógv annað at spæla fyri enn æruna, og tær stríddust nógv allan dystin á tamb, men kundi ikki rættiliga hótta ÍF í øðrum settið.
Kanski besta flogbóltsleikarin hjá kvinnum í ár, Nikolina Alner, sum saman við Marija Ninkov hevur styrkt munandi um ÍF liðið, byrjaði eisini at folda seg út í øðrum setti.
Hon fekk fleiri hevingar á miðjuni, tá ÌF valdi at skifta heilt fitt út, soleiðis at allir leikarar sluppu at royna seg á síðsta leikdegi.
Hennarar frálíka góðu sløg vistu KÌF einki ráð fyri at standa ímóti tað mesta av settinum, og kundi uttan iva spælt ein enn størri leiklut í dystinum, um ikki KÌF seinni í dystinum fann stevið.

Gull og tó
Í einum flogbóltsdysti tørvar tær bert at vinna trý sett, og nú vóru tvey avgreidd, og komandi meistararnir skuldu bara avgreiða hesa síðstu løtu. Tað hildu í øllum førum tey flestu.
Steypið og gullkrónurnar vórðu pakkaðar út, og tað hevur mestur verið hetta, ÍF kvinnurnar hava havt eyguni eftir, heldur enn spælinum, tí tað var einki at reypa av hjá ÍF.
Sum nevnt skuldu allir leikarar á vøllin, og hetta brýtur eitt sindur rútmuna, men kortini hevur tað mestu verið vantandi konsentratión og stríðsviljin hinumegin netið, ið gera, at rættiligur spenningur kemur í dystin.
Eftir at ÍF hava liðið langt frammanfyri berja KÌF seg fram á ÍF, og støðan gjørdist 17-17. Hetta var ov nógv av tí góða, og ÌF venjarin noyddist fyri fyrstu ferð at biðja sínar leikarar koma í samráð í einum time-out.
Og ÌF kvinnurnar fóru eisini frá KÌF aftur, og settið - og harvi meistaraheitið - var vunnið við muninum 25-19. Men eina løtu vóru KÌF kvinnurnar væl við, men munurin var kortini sjónligur.
Vit skulu ikki gera dystin til meira enn hann var. Talan var um topp og botn, og munurin var eisini stórur á liðunum. ÍF er besta kvinnuliðið í føroyskum flogbólti í løtuni, og tær hava stríðst fram til eitt meistaraheitið á fyrsta sinni.
Fremsta styrkin hjá ÍF eru tær báðar framúr góðu útlendsku, men liðið hevur fleiri streingir at spæla upp á enn tær vístu í eitt nú steypafinaluni, og ÍF er gott dømi um, hvønn positivan virkning útlendskir leikarar hava fyri kappingini, og hvussu nógv tvær øgiliga góðir leikarar kunnu gera.
KÌF noyðist at spæla upp- og niðurflytingardystir móti SÌ. Møguleikin skuldi vera til staðar at varðveita plássið, og eitt ella annað stað liggur eitt ávíst potentiali í KÌF kvinnunum.
Leikararnir eru ungir, og kunnu tær fáa loyvi at menna seg meira, so kann okkurt spennandi spyrjast burturúr um nøkur. Hinvegin er tað sum er ilt at síggja, at liðið skal blanda seg í nakað oddastríð komandi árini uttan hjálp úr fremmandum londum.
Staðfestast kann, at ÍF leikárið 2002-2003 er besta føroyska flogbóltsliðið hjá monnum, men so sanniliga eisini hjá kvinnum.
Sosialurin ynskir ÌF til lukku við føroyameistaraheitinum.

Endaliga støðan, meistaradeild, kvinnur

1ÍF (GULL)2017-355223326
2Mjølnir (SILVUR)2016-454183625
3TB (BRONSU)2014-650212920
4Dráttur208-122944-1511
5Fleyr203-171453-395
6KÍF202-181155-443

TB vann harumframt steypakappingina.