Havi frá ikki so fáum limum felagsins fingið fyrispurningar um, hví eg ikki tók við uppstilling til nevndarvalið ? um eg var bangin fyri ikki at verða valdur aftur, ella hvat. Nei, tað var ikki slíkt sum lá aftanfyri ta avgerðina! Tað verður í míni verð altíð fundurin sum góðtekur ella vrakar eitt valevni. Kann ein ikki liva við tí, eigur ein ikki fáast við slíkt arbeiði.
Mítt ivamál var um tað fór at bera til at arbeiða saman við nývalda formanninum og hansara baklandi, og tað gjørdi eg upp við meg sjálvan, fór ikki at bera til. Tað hevði helst ført til standandi kríggj okkara ímillum. So fyri felagsins ? ikki mína egnu ? skuld valdi eg ikki at taka við afturvali. Ætlaði at lata málið fara, men kenni meg kortini noyddan at gera nakrar viðmerkingar til henda í fleiri mátar skemtiliga fund, samstundis í fleiri førum hin skendskasta, eg havi verið við til.
Støðið verður lagt
Fundarstjórin sigur frá, hvussu hann vil hava fundin at líða ? biður um stuttar viðmerkingar og um onkur er ófantaligur ella fer út um mark, tá skal hann, fundarstjórin, støðga viðkomandi. Setir seg ? at visa, hvar hann hoyrir heima? ? saman við skrivaranum, formanni farandi og ?komandi. Vanligt hevur verið at fundarstjórin (táið felagið hevði ein slíkan) stóð við ein pult fyri seg; ongantíð sitandi sum hesuferð, saman við ávísum parti....
Formaðurin stríðir seg ígjøgnum ársfrágreiðingina; orðalagið sigur frá, hvør hevur skrivað og at formaðurin hevur ikki rættiliga lisið uppá.
Formansvalið
Her ger fundarstjórin vart við, at hann letur báðar uppstillaðu siga nøkur orð, men hann fer ikki at finna seg í ólíkligari ella ófantaligari talu. Ger vart við, at um nakar sigur nakað, honum ikki líkar, verður viðkomandi støðgaður við brestin!
Jóhan Carl Dam sleppur fyrst framat og greiður frá, hvat arbeitt fer at vera fram ímóti um hann verður valdur. Onkrar viðmerkingar eru frá limum til báðar síðir, men tær lati eg hvíla í løtuni
Hans Joensen sigur eitt sindur um lívssøgu sína og fer so brestandi inn á, hvussu hann og aðrir í nevndini ikki hava fingið arbeiðsnáði síðan Jóhan Carl kom inn í nevndina fyri tveimum árum síðan; eisini her hoyrist, hvør skrivarin er. Sleingir gall og gor yvir Jóhan Carl og undirritaða. Hetta ger hann uttan minstu átalu frá fundarstjóranum!
Skrivari felagsins kemur síðan framat og sigur at hann ætlaði ikki at taka orðið, men dregur so fram tríggjar A-4 síður fer at lesa upp, og tann óhumskan sum ikki var áður, kom nú!
Skálkur felagsins
Hansara persónur, føldi hann, var so úthongdur alment at hann kundi ikki lata vera við at umhugsa (rættsligar?) avleiðingar. Hann staðfesti sum eitt slag av persónligari niðurstøðu yvirfyri 300 limum felagsins, at :"Eyðbjørn Jakobsen er ein skálkur!"
Øll hava vit eina kenslu av, hvat ella hvør ein skálkur er, og sambært orðabókina hjá M.A.Jacobsen og Chr.Matras er hesin: Skurk, slyngel, bedrager, skælm, gavtyv. Og samb. teirri dansk-føroysku (Johannes av Skarði): Skálkur, forherðingur, skarvur, beist, bakbeist, lúsakjálki, lúsaskarvur, lúsamunkur, jassur, kúllur.
Hetta mundi fundarstjórin eisini halda, ella kanska hevur hann fingið slíka kunning áðrenn, at hann helt hetta vera hóskandi málburð?
Sjálvur fari eg at lata teir limir sum hava vent sær til mín sum nevndarlim um teirra viðurskifti á arbeiðsplássinum og í øðrum lagi við skrivaran um somu trupulleikar at gera sínar niðurstøður!
Eisini staðfesti skrivarin at hann hevði hjálpt undirritaða úr onkrum (skuldi fundurin helst skilja, pínligum, fíggjarligum, menniskjaligum ella kanska heilt øðrum?) støðum, sum tá vóru mær ókendar!
Glæntrileikur
Hálvavegna skemtiligur leikur fór tó fram tá ið fundarstjórin ? troyttur og svangur, kanska, legði fram roknskapin, nú sum formaður Eftirlønargrunnsins. Hetta gekk fyri seg í rúkandi ferð ? t.d. tá ið hann kom fram til eftirlønarskyldur grunsins helt hann fyri, at hetta skilti hann ikki sjálvur og tí var eingin orsøk at viðgera tað málið, ha, ha! ( ha, ha, ha, ha! flenti fundurin) ? eingin fekk høvi at seta minsta spurning (orsakað av teirri ørandi ferðini, hetta gekk fyri seg í) uttan ein, sum fekk formannin uttan at blunka at seta sína egnu mánaðarløn niður við kr. X pr. mð. Fundurin helt hetta vera skemt úr ovastu skuffu!
Meira skemt
Nú, eg eri inni á skemti ? soleiðis sum fundurin sá tað, eigi eg at nevna eitt sum gjørdi meg og Jóhan Carl heilt til láturs.
Tað var áðrenn valið av nevndarlimum fór fram. Tá Jóhan Carl vildi skjóta upp verandi nevndarlimin, sum kom inn sum tiltakslimur táið Carl Johansen andaðist (og sum vit báðir av góðum grundum trúði stóð fyri afturvali), fekk hann eins og eg á ein sera niðurgerandi hátt at vita frá fundarstjóranum, at hesin eykalimurin skuldi sita eitt ár afturat! Vit sótu sum slignir á nev!. Hetta hildu mangir á fundinum vera sera, sera skemtiligt og flentu hjartaliga.
Tað sum fekk okkum báðar at sita sum Kánus var, at hetta mál var viðgjørt á nevndarfundi sum staðfesti, at hesin nevndarlimur (valdur við nøkrum og tríati atkvøðum sum tiltaks-limur í 2002) kundi bert sita til komandi (altso henda) aðalfundin. Viðkomandi var sjálvur á tí nevndarfundinum, og var tað ein samd nevnd sum staðfesti hetta. Her sótu tveir nevndarlimir sum ikki vistu, at ein nevndarniðurstøða var broytt, ella sett til viks! Hvør setti hesa avgerð til viks? Fundarstjórin? Skrivarin? ? í hvussu so er, so hevur tað ikki verið nevndin, mær vitandi!
Nýggjur rokniháttur
Eingin heimild finnst í lóg Havnar Arbeiðsmannafelags sum loyvir eykalimi at sita longur enn til komandi aðalfund! Tveir limir vórðu ? sum lógin fyriskrivar ? valdir, men tríggjir komu inn í nevndina! Vit gera bert 1+1 til 3 so er hin triði gloppin innum gáttina uttan at vit hugsa um sovorðin smáting sum lóg felagsins, soleiðis! Flennið nú!
Bakbit
At arbeiða fram ímóti betri kunning til limir HAF´s um felagsarbeiðið sum heild, varð av mótstøðmonnum mínum, serstakliga av skrivaranum gjørt til ta, at eg varð lopin á Carl Johansen, sála, og hevði niðurgjørt hansara arbeiði felagnum og arbeiðarafjøldini at frama; tað skal standa fyri teirra og hansara egnu rokning. At Carl og eg til tíðir vóru rúkandi ósamdir um, hvussu fram skuldi farast, nýtist ikki at vera nøkur loyna. At vit til aðrar tíðir vóru heilt samdir og hevði eitt fyrimyndarligt samstarv, varð av valtekniskum orsøkum gjørt til einkis. Eg fekk tann framíhjárætt at virka saman við Carl í nevndini í sjey ár, og fekk eg almikla læru burtur úr tí tíðini; honum veiti eg tøkk fyri tað!
Onga kunning, takk!
Eitt havi eg hug at vísa á: Hesuferð setti 33% av fundinum spurning við um higartil nýtta framferðin er hin rætta og tað meti sum eitt avgerandi framstig fyri felagið! Afturhaldið (umberið máliskuna ? finni onga betri í løtuni) verður nú noytt ? um ikki annað, so partvís ? at leggja arbeiðið eftir forskriftum teir hava fingið frá síni (nú fráfarnu) andstøðu, sjálvir hava teir ikki víst seg at hava nakra kós! Í tí arbeiðnum ynski eg teimum alt tað besta.
At fólk sum tora og vilja bróta upp úr nýggjum verða avhøvdaði, er sæð fyrr! Eg dugi illa at meta farna aðalfundin øðrvísi enn at 66% av limunum ynskja framhaldandi at vera óvitandi um arbeiðslagið í felagnum og hjá nevndini.
Og at ein skrivari í einum felagi er høvuðáleypari og ?talari ímóti øðrvísi hugsandi (nevndarlimum) á einum aðalfundi sigur nógv um arbeiðslagið, um hann (og hansara loyalitet) og í hesum føri, eisini um fundarstjóran!