kjak er um javnstøðu eftir at KvF reisti málið hendan dagin, minnir Javnaðarflokkurin á Fólkatingi á eina kanning, tey gjørdu fyri tveimum árum síðani. Úrslitið av kanningini er, at menn sótu í 63 prosentum [...] sinum í nevndunum við høgari samsýningin. Sum heild vísir kanningin, at yvirhøvur er javnstøða, har sum samsýningin er lágt, men at menn stórliga yvir yvirumboðaðir í teimum best løntu nevndarsessunum [...] javnstøðulógini skal kynsbýtið í almennum nevndum vera umleið javnt, men í hvussu so er skal miðjast eftir, at annað kynið ikki umboðar meira enn 60 prosent av sessunum. Sum heild er kynsbýtið er sostatt rættiliga
Tann 19. juli 2022 vistu danskir miðlar at siga, at danski tónleikarin og vísusangarin Povl Dissing var deyður. Povl Dissing byrjaði sum trompetspælari á ungum árum, og í seksti- og sjeytiárunum spældi [...] uppá lív og deyða - og sendingin skuldi sendast eftir at høvuðspersónurin var deyður. Fleiri tílíkar sendingar eru gjørdar. Og nú boðar TV2 frá, at slík sending eisini er gjørd við Povl Dissing. Og nú hann [...] innspældu teir Svantes Viser. Har er t.d. "Om lidt er kaffen klar", sum mong kennast við. Og restin er so at siga tónleikasøga. Povl Dissing verður mettur sum ein av stóru stjørnunum á danska tónleikahválvinum
Portugal í hesum døgum. Póland hevur betri málmun, og tí mugu okkara menn vinna á Pólandi fyri at sleppa at kappast um plássini 9 til 12. Vinna vit ikki á Pólandi mugu okkara menn kappast um plássini 13 [...] lítlan favoritt móti Pólandi. Helst ger tað mun, at Elias Ellefsen á Skipagøtu aftur er við føroyska liðnum nú. Í dag skoraði Elias 12 mál móti Noregi, umframt at leggja upp til mong onnur mál. Men óannsæð verður [...] fremstu liðini sleppa til komandi U20 EM endaspælið. Støðan í millumbólki 1 í niðara endaspælinum er, at Slovenia hevur fýra stig, Póland og Føroyar hava tvey stig, og Noreg hevur einki stig. Dysturin sæst
tí var alt avgerandi hjá Follo at fáa stig í dag. Tað eydnaðist við lít. Follo vann dystin 26-25, og tær eru nú fýra stig frammanfyri Aker nú bert trý umfør eru eftir at leika. Follo var á odda 13-9 í [...] June Cecilie Krogh bjargaði heili 42 prosent av málroyndunum, og var vald til at vera besti leikarin í dystinum. Tað merkti so, at Annika slapp ikki framat í dag, men soleiðis eru treytirnar viðhvørt. Komandi [...] Annika Fríðheim Petersen og hinar í hópinum hjá Follo ferðaðust í dag til norska høvuðsstaðin, Oslo fyri at spæla lagnudyst móti Aker í bestu norsku hondbóltsdeildini. Undan dystinum var Aker aftast í deildini
dystir. Fleyr var merkt av, at Anja Danielsen nýliga er komin aftur frá skaða og tí ikki var at sama stigi sum undan skaðanum. Hinvegin hevur liðið í seinastuni verið styrkt av, at Hanna Andriasdóttir Olsen [...] samstundis sum Fleyr ikki veruliga megnaði at fáa sterkastu leikararnar í gongd. Báðu megin netið vóru ein røð av landsliðleikarum, men Dráttur megnaði betur at brúka sínar styrkir. Her var tað serliga og
kristindómin í landinum. Yvirskriftin til dagarnar er “Komið og síggið”, hvat vit hava at bjóða! Spurningar sum, hvat hava vit at bjóða í 2024, er kristindómurin viðkomandi í 2024, og hví er hann tað, og sera [...] kjakast verður um ymisk evni. Vit siga: Komið og síggið, her er nógv at síggja og hoyra og er fyri allar aldursbólkar, og nú er lagamanni at fara til Sands, koyrandi er av Viðareiði og úr Gásadali, úr Saksum [...] Fólkakirkjan.fo boðar frá, at tiltakið er ein festivalur við ymsum kristiligum innihaldi, sum verður afturvendandi 3. hvørt ár, og skal ferðast frá oyggj til oyggj, byrjað varð í Vágum 2022, nú verður
Løgreglan sigur nú, at eftirlýsti bilurin í Havn við nummarspjaldrinum TS 327, sum varð stolin við Posta á Óðinshædd seinnapartin í gjár, nú er funnin aftur í øllum góðum. Tað var í morgun, at vaktleiðarin greiddi [...] einasta, sum beint nú er greitt, er, at báðir bilarnir eru komnir aftur í aftur í øllum góðum. Tá vaktleiðarin var í telefonini fyri løtu síðan, dugdi hann ikki at siga, hvar hesin seinni bilurin varð [...] stolnir - annar við Ambulatoriið á Landssjúkrahúsinum og hin við Posta á Óðinshædd. Tað løgna var tó, at bilurin, sum varð stolin við Ambulatoriið, varð funnin aftur í øllum góðum við Posta á Óðinshædd, har
bólki A í Champions League móti ungarska liðnum, Szeged. Tað eydnaðist Kiel at vinna harðvunnan 28-27 sigur. Úrslitið merkir, at Kiel endar millum tvey ovastu liðini í bólki A, og hevur sostatt vunnið seg [...] fimm málum, umframt at leggja upp til mál hjá viðleikarunum. Eric Johansson sum skoraði sigursmálið til 28-27 var toppskjútti hjá Kiel við átta málum. Tað sær ikki so ljóst út hjá Kiel at endurvinna týska [...] týska meistaraheitið, so teir fara beinhart eftir at vinna Champions League. Kiel er fremst í bólki A við 20 stigum. Nummar tvey er AaB við 16 stigum. AaB kann við sigri á útivølli móti Eurofarm Pelister í
evropeisku liðini, ið skulu kappast um at vinna seg til HM-endaspælið. Vit eru í potti 2, og vit skulu spæla ein heimadyst og ein útidyst móti einum liði úr potti 1 um rættin at taka lut í HM-endaspælinum um eitt [...] ynskt Montenegro. Teir hava vit spælt væl upp í móti fyrr, so tað kundi verið stuttligt at fingið teir. So hugsi eg. at Norðurmakedonia hevði eisini passað okkum væl. Sigur Allan Norðberg í stuttari viðmerking [...] Niðurlond, Spania, Montenegro, Kekkia, Póland og Norðurmakedonia. Spurdur um hvønn hann vil sleppa at møta í HM-undankappingardystunum, svarar Helgi Hildarson Hoydal: - Eg vil gjarna møta Montenegro ella
verður Leið 1 eisini víðkað til at fevna um Eiðis kommunu. - Bussleiðin hjá Sunda kommunu hevur koyrt í økinum síðan 2017, og í dag er sáttmáli undirskrivaður við HK Bussar um at røkja bussleiðina í Sundalagnum [...] dag. Sunda kommuna og Eiðis kommuna eru eisini farnar í samstarv um Leið 1, soleiðis at Leið 1 frá 1. mars í ár kemur at koyra úr Hósvík til Eiðis. - Leið 1 verður framyvir koyrd við tveimum bussum, og koyrt [...] úr Hósvík og av Eiði hvønn tíma frá klokka 16-22 allar gerandisdagar í árinum. Hinvegin kemur Leið 2 at koyra sum áður, men ferðaætlanin er tillagað nakað, so hon passar betur við leið 400 hjá Bygdaleiðum