Tann 19. juli 2022 vistu danskir miðlar at siga, at danski tónleikarin og vísusangarin Povl Dissing var deyður.
Povl Dissing byrjaði sum trompetspælari á ungum árum, og í seksti- og sjeytiárunum spældi hann m.a. blues, men fyrst í sjeytiárunum byrjaði samstarv við Benny Andersen, og í 1973 innspældu teir Svantes Viser.
Har er t.d. "Om lidt er kaffen klar", sum mong kennast við. Og restin er so at siga tónleikasøga.
Povl Dissing verður mettur sum ein av stóru stjørnunum á danska tónleikahválvinum.
Povl Dissing hevur vitjað í Føroyum. Hann gjørdist 84 ár.
Mong festu seg við sending á TV2, har Uffe Ellemann-Jensen, sum andaðist 18. juni, var við í sending, ið var upptikin í studio, har bert hann og verturin vóru hjástaddir, og talan var um sonevndu seinastu samrøðuna, ið kom inn uppá lív og deyða - og sendingin skuldi sendast eftir at høvuðspersónurin var deyður.
Fleiri tílíkar sendingar eru gjørdar. Og nú boðar TV2 frá, at slík sending eisini er gjørd við Povl Dissing. Og nú hann er farin, verður sendingin víst. Hetta verður tann 30. juli klokkan 20.00 (danska tíð) á TV 2 og TV 2 PLAY.