Sunda kommuna og HK Bussar hava undirskrivað sáttmála um busskoyring fram til summarið 2028, og nú verður Leið 1 eisini víðkað til at fevna um Eiðis kommunu.
- Bussleiðin hjá Sunda kommunu hevur koyrt í økinum síðan 2017, og í dag er sáttmáli undirskrivaður við HK Bussar um at røkja bussleiðina í Sundalagnum fram til á sumri 2028.
Tað siga tey í Sunda kommunu í dag.
Sunda kommuna og Eiðis kommuna eru eisini farnar í samstarv um Leið 1, soleiðis at Leið 1 frá 1. mars í ár kemur at koyra úr Hósvík til Eiðis.
- Leið 1 verður framyvir koyrd við tveimum bussum, og koyrt verður úr Hósvík og av Eiði hvønn tíma frá klokka 16-22 allar gerandisdagar í árinum.
Hinvegin kemur Leið 2 at koyra sum áður, men ferðaætlanin er tillagað nakað, so hon passar betur við leið 400 hjá Bygdaleiðum úr Havn og norðureftir.
Í Sunda kommunu fegnast tey um sáttmálan við HK Bussar og kommunala samstarvið við Eiðis kommunu.
- Nýggja Leið 1 og Leið 2 leggja góðan gróðrarbotn undir ítróttarvirksemi, frítíðarvirksemi og aðra ferðing í økinum úr Hósvík til Eiðis og noður til Tjørnuvíkar allar gerandisdagar í árinum.