HM-lutakastið: Helgi og Allan vilja møta Montenegro

Vit hava spurt føroysku EM-hetjurnar hvørjum liði teir vilja, at Føroyar møta í HM-undankappingardystunum í maj

Leygardagin klokkan 12 hevur altjóða hondbóltssambandið, IHF lutakast til triðja og endaliga undanumfarið til HM-endaspælið í manshondbólti í januar í 2025, ið verður leikt í Noregi, Danmark og í Kroatia. 

 

Føroyar eru millum tey 22 evropeisku liðini, ið skulu kappast um at vinna seg til HM-endaspælið.

 

Vit eru í potti 2, og vit skulu spæla ein heimadyst og ein útidyst móti einum liði úr potti 1 um rættin at taka lut í HM-endaspælinum um eitt ár. Dystirnir vera spældir millum 6. og 12. mai. 

 

Liðini í potti 1 sum Føroyar kunnu møta eru: 

 

Slovenia, Ungarn, Portugal, Eysturríki, Ísland, Niðurlond, Spania, Montenegro, Kekkia, Póland og Norðurmakedonia.

 

Spurdur um hvønn hann vil sleppa at møta í HM-undankappingardystunum, svarar Helgi Hildarson Hoydal: - Eg vil gjarna møta Montenegro ella Norðurmakedonia. Tað verður ógvuliga trupult óansæð hvørjum vit møta, hugsi eg. Sigur Helgi Hildarson Hoydal í stuttari viðmerking til in.fo.

 

- Eg hevði ynskt Montenegro. Teir hava vit spælt væl upp í móti fyrr, so tað kundi verið stuttligt at fingið teir. So hugsi eg. at Norðurmakedonia hevði eisini passað okkum væl. Sigur Allan Norðberg í stuttari viðmerking til in.fo.

 

##med2##