Menn fáa teir bestu sessirnar og tær bestu lønirnar

Har lønirnar eru lágar, er kynsbýtið javnt, men menninir sita í øllum teimum feitu sessunum

Nú nógv kjak er um javnstøðu eftir at KvF reisti málið hendan dagin, minnir Javnaðarflokkurin á Fólkatingi á eina kanning, tey gjørdu fyri tveimum árum síðani. Úrslitið av kanningini er, at menn sótu í 63 prosentum av nevndarsessunum og kvinnur sótu í 37 prosentum av sessunum. Eftir javnstøðulógini skal kynsbýtið í almennum nevndum vera umleið javnt, men í hvussu so er skal miðjast eftir, at annað kynið ikki umboðar meira enn 60 prosent av sessunum. Sum heild er kynsbýtið er sostatt rættiliga tætt uppat tí, sum javnstøðulógin krevur. 

Men hyggja vit eftir kynsbýtinum í teimum nevndum, sum geva mest í samsýning, er myndin øðrvísi. Av teimum 11 sessunum, sum geva størsta samsýning, sita menn í teimum níggju, men kvinnur bara sita í tveimum sessum. 

Sostatt er tað ein greiður samanhangur ímillum í hvussu stór samsýningin er í nevndunum, og hvussu kynini eru umboðað. Kvinnurna í nevndarsessunum, har samýningin er lág, men tað eru menninir, ið sita í formanssessinum í nevndunum við høgari samsýningin. 

Sum heild vísir kanningin, at yvirhøvur er javnstøða, har sum samsýningin er lágt, men at menn stórliga yvir yvirumboðaðir í teimum best løntu nevndarsessunum.

 

##med2##

 

##med3##