deila vitan og royndir, og á tann hátt fáa sínámillum samstarv og samvirkan. Eisini verður syrgt fyri best møguligum umstøðum til bæði ta praktisku granskingina og tann fyrisitingarliga og umsitingarliga [...] verður skipað. Í løtuni fer heilsuvísindalig gransking í Føroyum fram í Sjúkrahúsverkinum, á Ílegusavninum, í Deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu, í Fólkaheilsuráðnum og á Fróðskaparsetur Føroya. [...] í altjóða mátistokki, og vit eiga fleiri altjóða viðurkendar granskarar á heilsuøkinum. Útgangsstøðið er gott, og tá vit nú fáa savnað alla heilsugranskingina á einum stað, og fáa skapt henni eitt vælsmurt
Fuglafirði. Keyp og søla Stjórin í Faroe Bunkers sigur, at uppgávan hjá felagnum í fyrsta lagi verður keyp og søla av tungolju og gassolju. - Í prinsippinum kunnu vit lata tungolju og gassolju til tey [...] veitarar av olju og fer síðan at bjóða hana útaftur í Fuglafirði. Vit spurdu eisini stjóran, um hugsandi er, at felagið fer at verða veitar av tungolju til eitt nú Havsbrún og SEV, men tað dugir hann ikki [...] hjá felagnum fer Faroe Bunkers í Fuglafirði at selja tungolju og gassolju miðskeiðis í summar. Einir 3-4 ymiskir veitarar hava hjálpt felagnum at byggja upp oljugoymslu í Fuglafirði, og gongst sum ætlað
lesa, og hevur búð og virka har síðani. Rolf Guttesen er 54 ára gamal, cand. scient og lektor í geografi við Universitetið í Keypmannahavn, er giftur ivð Onnu. Tey eru bæði uppvaksin í Havn, og eiga tvey [...] danir og sum føroying millum føroyingar. Hann hevur ongantíð fingið ákoyringar, hesi seinastu árini, av tí at sambandið millum Danmark og Føroyar hevur verið vánaligt. Danir vita meir um Føroyar nú ? Tá [...] haldi at loysing er gott hugskot. Hví ikki loysing? Føroyar eru ov fámentar. Verður tað veruleiki, so kemur split í sambandið millum Danmark og Føroyar, av tí at føroyingar fara at biðja danir umsita so
flokkunum ætla at fara longur á leið eftir 266b, og hesum fer Miðflokkurin at stríðast ímóti. Hann vísti eisini á, at hjúnabandið bara er millum mann og kvinnu, at fosturtøkulógin eigur at broytast við [...] til lág- og miðalinntøkur, mótrokningsfría upphæddin hjá pensjónistum hækkar til 100.000 krónur, kringvarpsgjaldið avtikið og public service sáttmálin bjóðaður út alment, avtøka av uppboðssølu og tilfei [...] færri enn 84 punktum. Evnini vóru nógv og fjølbroytt, men Jenis av Rana læt ongan iva vera um, at tað eru tey kristnu virðini, ið eru grundstøðið undir valskránni og stevnuskránni hjá flokkinum. – Miðflokkurin
yvirskrift. - Tað er sikkurt Clinton, sum kemur til Føroya, segði onkur í skemti. Og tað var tað eisini. 24. mai í ár skulu Bill Clinton, fyrrverandi forseti í USA, og sviin Hans Blix, fyrrverandi leiðari fyri [...] segði Jóhan Páll Joensen, og metti, at vit sjálv ofta eru okkara egna forðing, og at tað tí er av týdningi av at fáa slíkar persónligheitir til Føroya. Enn er skráin ikki fastløgd, og tí bar ikki til at fáa [...] vegna mjørka. Spurdir, um Clinton kennir Føroyar, svara fyrireikararnir, at hann í øllum førum hevur flogið yvir Føroyum áður, og at hann í øllum førum veit um Føroyar, nú oyggjalandið hevur fingið innivist
at veiðumøguleikunum hjá Krúnborg. Í fyrstu atløgu fer Krúnborg at leggja seg eftir svartkjaftinum. Fyrstu mánaðirnar verður ætlandi roynt við Føroyar og tá komið er út í februar verður farið longur suður [...] íslendskum sjógvi. Umframt svartkjaftin fer Krúnborg at leggja seg eftir makreli, sild og lodnu. Makrelkvotan hjá Krúnborg er okkurt um 1.000 tons í føroyskum, enskum og norskum sjógvi. Haraftrat hava bátarnir [...] Krúnborg kann eisini fiska 5.000 tons av lodnu við Grønland og Ísland. Samstundis er lodnan um at koma afturíaftur í norskum og russiskum sjógvi og henni vónar Eiler Jacobsen at fáa sín lut í. Meira effektiv
síðani fóru javnaðarmennirnir úr samgonguni, og nú fekk sjálvstýrismaðurin sekkin, fyri ikki at tala um tey mongu negativu úttalilsini frá hansara egnu og samgongumonnum - vænta sær undirtøku fyri teimum [...] langt lív lagað. Kann vera at hon fer at fáa stuðul frá miðflokkunum, men spurningurin er, hvussu leingi teir vilja stuðla eini samgongu, sum teir higartil at stríðst og barst ímóti síðani síðsta val! Tá [...] Tá teir síggja, at rætta løtan er komin, og har teir ikki fáa stuðul frá samgonguflokkunum fyri einum av sínum hjartamálum (og tey eru mong), so útloysa teir nýval. Tí vilja komandi mánaðirnir politiskt
Skýggjað og út á náttina regn. Hitin millum 6 og 8 stig. Í morgin Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og suðri, 10 til 15 m/s, møguliga harðar hvirlur. Skýggjað og regn. Hitin millum 6 og 8 stig [...] útnyrðing og makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og kavaæl og hitin millum frostmarkið og 3 hitastig. Um náttina lot til andøvsgul av útnyrðingi, 2 til 7 m/s. Fyri tað mesta turtu og klárt [...] hátrýstsryggur yvir Føroyum fer í ein eystan. Síðani veksur ein lýggjari streymur av útsynningi. Í morgin fer eitt brúgvalag yvir Føroyar av vestri, áðrenn ein nýggjur streymur av vestri og útnyrðingi hevur vetraræl
d. donsk bløð og danir í Danmark. Og nettup her kemur so Internetblaðið inn sum ein avloysari hjá veruliga pappírsblaðnum. Mong eru tey heima og burturi, sum í dag halda Internetblaðið, og tað er sjálvandi [...] um eitt og alt. Tú kanst gera tína egnu heimasíðu og harvið gera vart við teg og títt virki, tína framleiðslu osfr. Haraftat kanst tú eisini gera mong ørindi á internetinum eitt nú keypa og selja. MEN [...] útlandinum. Av tí at Føroyar liggja fjarskotnar og av tí, at so nógvir føroyingar búgva og arbeiða í øðrum londum, so ber ikki eins væl til at senda pappírbløðini til lesararnar eins og tað er galdandi fyri
at spælarar sum Todi Jónsson og Julian Johnsson eru farnir út um Føroyar at spæla fótbólt. Men eg haldi tað vera neyðugt við enn fleiri spælarum sum júst Toda og Julian, og at teir gera vart við seg í feløgunum [...] hava teir í øllum førum gjørt vart við seg og sítt egna navn, og eingin veit, hvat framtíðin hevur at bjóða uppá. Jákup á Borg kemur heim aftur mánadagin 16. mars og Heðin á Lakjuni tíggju dagar seinni, hósdagin [...] millum Watford og teir báðar føroysku spælararnar. Teir sleppa at venja við felagnum, sleppa at vita hvussu tað er at vera í einum professionellum fótbóltsfelag, og so má tíðin vísa, hvat fer at henda. Watford