Krevur at vera býttisliga djarvur

Eiler Jacobsen, reiðari, er sannførdur um, at nýggja og stásiliga skipið í føroyska fiskiskipaflotanum, Krúnborg, fer at bera seg figgjarliga. Var eingin, sum tók kjansir, vóru eingi skip, sigur hann. Sosialurin var við, tá Krúnborg fór royndartúr leygardagin.

Dánjal Højgaard

Álvur Haraldsen



Nógv fegnast, men summi rista við høvdinum.

Tey ivasomu halda, at hesaferð hevur reiðarin í Havn keypt seg um koll. Tey ivast í, um Krúnborg fer at megna at fiska fyri tær 35 milliónir krónurnar árliga, sum skulu til fyri at forrenta ta stóru íløguna.

Men the Grand Old Man í føroysku fiskivinnuni ristir ikki í brókunum. Veiðumøguleikarnir tykjast at vera góðir, og prísirnir eru á veg uppeftir í løtuni, vísir hann á.

Men einki er givið frammanundan, tá ið tú keypir nýtt skip. Sum reiðari mást tú tora at taka kjansir, sigur hann.


Býttisliga djarvur

Eg vil geva skeptikarunum púra rætt. Men var landið fult av hasum slagnum, so var heldur einki skip í Føroyum.

-Eg gloymi ikki, tá Ísborg kom. Tá endurgav verfaðir Jens av Reyni, sum einaferð skal hava sagt, tá ein nýbygningur kom til landið, at vóru eingir býttliga djarvir menn í Føroyum, so var einki skip. Tað sama vildi eg svarað hasum vísmonnunum, sigur Eiler Jacobsen avgjørdur.


Góðir veiðumøguleikar

Eiler Jacobsen letur væl at veiðumøguleikunum hjá Krúnborg.

Í fyrstu atløgu fer Krúnborg at leggja seg eftir svartkjaftinum. Fyrstu mánaðirnar verður ætlandi roynt við Føroyar og tá komið er út í februar verður farið longur suður. Svartkjaftakvotan hjá føroyskum skipum í ES-sjógvi er 63.000 tons. Í føroyskum sjógvi er eingin kvota á fiskiskapinum. Haraftrurat eru møguleikar við svartkjaftinum í íslendskum sjógvi.

Umframt svartkjaftin fer Krúnborg at leggja seg eftir makreli, sild og lodnu.

Makrelkvotan hjá Krúnborg er okkurt um 1.000 tons í føroyskum, enskum og norskum sjógvi. Haraftrat hava bátarnir tilsamans 7000 tons av rossamakreli. Sildakvotan hjá Krúnborg er umleið 7.000 tons.

Krúnborg kann eisini fiska 5.000 tons av lodnu við Grønland og Ísland. Samstundis er lodnan um at koma afturíaftur í norskum og russiskum sjógvi og henni vónar Eiler Jacobsen at fáa sín lut í.


Meira effektiv

Reiðarin er sannførdur um, at við so góðum skipi sum Krúnborg - við sterkari motori, togmegi og betri frystiorku - skuldi borið til at fingið størri úrtøku fyri hvørt kilo av fiski, ið kemur inn á dekkið.

-Bæði gomlu Christian í Grótinum og Krúnborg megnaðu hvør at fiska fyri meira enn 30 milliónir bara við nót. Tí skuldi tað ikki verið so torført at fiska fyri 35 milliónir, tá vit nú hava allan svartkjaftin afturat, sigur ein bjartskygdur Eiler Jacobsen.

Reiðarin letur eisini hampuliga væl at prísinum. Prísurin á svarkjafti, sum var í botni í summar, er á veg uppaftur. Tað sama tykist at vera galdandi fyri lodnuna og makrelin.

Krúnborg liggur í løtuni Fuglafirði og tekur útgerð umborð. Eftir ætlan fer hon á sín fyrsta túr seinni í vikuni.