Faroe Bunkers fer at selja tungolju í summar

Nú líðir móti endanum – ella byrjanini – við verkætlanini á oljubryggjuni í Fuglafirði, har Faroe Bunkers hevur sett upp tríggjar stórar tangar, tveir til tungolju og ein til gassolju

Olja

 

Sambært tíðarætlanini hjá felagnum fer Faroe Bunkers í Fuglafirði at selja tungolju og gassolju miðskeiðis í summar.

Einir 3-4 ymiskir veitarar hava hjálpt felagnum at byggja upp oljugoymslu í Fuglafirði, og gongst sum ætlað, verður felagið til reiðar at lata olju í summar.

Janus Rasmussen, stjóri í Faroe Bunkers, sigur, at felagið hevur tríggjar tangar at goyma olju í. Hetta eru tangar úr stáli. Pláturnar eru sveisaðar saman, og tangarnir eru bygdir upp á staðnum.

- Vit hava tveir tangar, sum taka 7.000 rúmmetrar hvør og ein, sum tekur 5.000 rúmmetrar. Í prinsippinum eru teir báðir størru til tungolju og hin seinasti til gassolju.

Íløgan hjá Faroe Bunkers í Fuglafirði er upp á einar 43 miljónir krónur.

Í samrøðu, sum Sosialurin hevði við Janus Rasmussen fyri júst tveimum árum síðan, varð mett, at verkætlanin í Fuglafirði fór at kosta einar 25 miljónir krónur. Men sum skilst, er henda ætlan nógv broytt, samstundis sum alt er vorðið dýrari.

 

Broytt viðurskifti

Tað var upprunaliga “Felagið 14.2.2006”, sum setti út í kortið við eini goymslu til tungolju í Fuglafirði. Tá ið vit høvdu samrøðuna við Janus, var hetta felag ikki skrásett.

Feløgini, sum tá stóðu aftanfyri verkætlanina, vóru eitt nú Bergfrost og Havsbrún í Fuglafirði og Vinnan í Gøtu.

Tá ið P/F Løkir gjøgnum ognarfelagið Megd keypti Statoil Føroyar frá norska felagnum Statoil ASA í fjør heyst, gjørdi felagið samstundis avtalu við oljufelagið í Fuglafirði undir stovnan, Faroe Bunkers, um eisini at keypa hetta felag.

Soleiðis eigur ognarfelagið Megd í dag allan partapeningin í Faroe Bunkers.

Janus Rasmussen sigur, at eigaraviðurskiftini eru broytt, men tey feløg, sum áttu partapening í Faroe Bunkers, eru gjøgnum íløgufelagið framvegis partur í verkætlanini í Fuglafirði.

 

Keyp og søla

Stjórin í Faroe Bunkers sigur, at uppgávan hjá felagnum í fyrsta lagi verður keyp og søla av tungolju og gassolju.

- Í prinsippinum kunnu vit lata tungolju og gassolju til tey skip, virkir og feløg, sum brúka hesa olju. Hvørji viðskiftafeløgini serliga verða, tá ið vit eru komin í gongd, kunnu vit einki siga um í dag.

Hann sigur, at Faroe Bunkers fer at gera avtalur við veitarar av olju og fer síðan at bjóða hana útaftur í Fuglafirði.

Vit spurdu eisini stjóran, um hugsandi er, at felagið fer at verða veitar av tungolju til eitt nú Havsbrún og SEV, men tað dugir hann ikki at siga í løtuni.

- Nú mugu vit fyrst koma í gongd, og tá fáa vit at síggja, hvørji viðskiftafeløgini verða – í byrjanini og frameftir, sigur Janus Rasmussen.

Millum føroysku feløgini, sum brúka tungolju, sum kemur blandað til landið, eru eitt nú SEV og Havsbrún. Aftrat hesum brúka ferðamannaskipini, Norrøna og Smyril umframt nøkur av størru fiskiskipunum eisini tungolju.