Ein lítil hátrýstsryggur yvir Føroyum fer í ein eystan. Síðani veksur ein lýggjari streymur av útsynningi. Í morgin fer eitt brúgvalag yvir Føroyar av vestri, áðrenn ein nýggjur streymur av vestri og útnyrðingi hevur vetraræl við sær. Mikudagin kemur eitt nýtt brúgvalag inn yvir okkum av vestri og eftir tað ein kaldur streymur og ælaveður av vestri.
Í dag
Lot til andøvsgul av vestri, 2 til 7 m/s, sum snarar í ein útsynning og øtlar í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Turt og sólglottar, men út á dagin meiri skýggjað. Hitin millum 5 og 8 stig. Um kvøldið øtlar hann vindin og í nátt verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og suðri, 10 til 15 m/s. Skýggjað og út á náttina regn. Hitin millum 6 og 8 stig.
Í morgin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og suðri, 10 til 15 m/s, møguliga harðar hvirlur. Skýggjað og regn. Hitin millum 6 og 8 stig. Seinnapartin snarar hann í vestan og makar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Tað klárar í, tó samdrigið og ælaveður, seinni vátaslettingur og kavi. Hitin úr frostmarkinum upp í 3 stig.
Týsdagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s, sum snarar í ein útnyrðing og makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og kavaæl og hitin millum frostmarkið og 3 hitastig. Um náttina lot til andøvsgul av útnyrðingi, 2 til 7 m/s. Fyri tað mesta turtu og klárt í støðum. Hitin millum 3 kuldastig og 2 hitastig.
Mikudagin
Hann øtlar vindin av suðri og verður sum frá líður andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og nakað av avfalli av vestri, at byrja við sum vátaslettingur ella kavi. Hann veksur hitan upp í 5 til 8 stig. Móti kvøldið andøvsgul upp í ein strúk í vindi, sum slær vesturum og um náttina av útsynningi, 8 til 13 m/s. Tað klárar í, samdrigið og ælaveður, og hitin millum frostmarkið og 4 hitastig.
Hósdagin
Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður. Hitin millum 2 kuldastig og 3 hitastig.
Fríggjadagin
Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, samdrigið og kava- og vátaslettingsæl. Hitin úr frostmarkinum upp í 3 hitastig. Seinni øtlar hann væntandi vindin av suðri, tað fer at regna og hitin veksur.