bóvskrúvuni. Um somu tíð fekk Hasfjord aftur um skrúvuna. Hetta er aðru ferð upp á stutta tíð, at skipið fær um skrúvuna í Skopunar Havn. Í fjør fekk Hasfjord eisini um skrúvuna har. Tá var talan um eitt traktordekk [...] men standurin í trimum ballasttangum er nú so vánaligur, at eingin endalig tíðarfreist er til, nær tangarnir skulu vera liðugt umvældir. Í ringasta føri er talan um partvísa endurtøka av stóru umvælingini [...] longur, enn SSL hevði mælt til. Skipið er so mikið gamalt og í so ringum standi, at kostnaðirnir bara økjast dag fyri dag. Tann lítli møguliga vinnugurin, ið kundi verið við sølu til upphøgging, er nú kanska
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur enn einaferð heitt á vesturheimin um stríðsflogfør og meira loftverju. Hetta førdi hann fram, tá hann í dag helt røðu á stórskíggja fyri limunum í Evroparáðnum [...] nøkrum radara. Sambært tíðindastovuni NTB eru tíðindini um niðurskjótingina av supersonisku rakettunum enn ikki váttað av óheftum keldum. Spurningurin er reistur, hvørt ukrainska verjan í hesum førinum hevur [...] sum hann takkaði fyri allan tann stuðul, sum vístur er Ukraina, síðan landið varð álopið. Trupulleikin hjá Volodymyr Zelenskyj og hansara fólki er, at landið nú í eitt heilt ár hevur roynt at hildið russum
málinum hjá Mladen, sum tað plagar at gera. -Verjuspælið hjá okkum var alt annað enn gott í fyrra hálvleiki. Mladen hevur hetta kappingarárið havt 35 í bjargingarprosenti. Hann hevur mangan bjargað okkum, [...] og tað eydnaðist at taka trý mál aftur eftir steðginum, men tað kostaði, at avrikið í fyrra hálvleiki var so lítið sannførandi, sigur Jóhannes Bjørgvin. -Nú hava vit ryggin ímóti múrinum. Tað er neyðugt [...] vestmenningum. Teimum høvdu vit serliga vakið eyga við. Tað eydnaðist at takla teir, so tað var torført hjá teimum at skjóta, og tá ið tað eydnast, so er tað lættari hjá málverjanum. Í álopsspælinum vóru tað
ber við sær, at NSÍ eftir fyrsta triðingin av kappingini hevur 19 stig og er næstovast og harvið á uppflytingarplássi. Fremst er Skála við 24 stigum, og harvið eru tey bæði feløgini í Runavíkar kommunu [...] So javnaði NSÍ. Málskjútti var miðvallarin Beinir Nolsøe. Hetta var fyrsta málið hjá honum í ár. Hagtølini siga, at NSÍ var meiri í álopsstøðu enn heimaliðið. NSÍ vann átta hornaspørk, og B71 vann fýra [...] høvdu gestirnir fleiri góðar málmøguleikar, uttan at tað eydnaðist at vinna úrtøku. Sigursmálið skoraði Jógvan Højgaard í 65. minutti. Hetta var triðja málið hjá Jógvani Højgaard í ár. Eftir at hava vunnið
ið mótstøðuliðið er H71 á heimavølli. Teir komu beinanvegin við øllum tí, sum teir hava, og vit megnaðu ikki at skora fyrsta málið fyrr enn í 9. minutti. Um vit skulu vinna FM, so er neyðugt við heilt [...] tað, sum liðið so ofta hevur avrikað hetta kappingarárið. Í kvøld var heilt øðrvísi. At tað bara eydnaðist VÍF at skjóta 21 mál og bara 8 í fyrra hálvleiki ber boð um, at verjuspælið var væl betur í kvøld [...] í kvøld, enn tað var leygarkvøldið. Úrslitið var 28 – 21 eftir hálvleiksstøðuna 13 – 8. VÍF vann leygarkvøldið, og nú er støðan 1-1, og leygarkvøldið verður triðja finalan í Vestmanna. Tað er greitt, at
Men hetta vóru røsk og arbeiðssom fólk og hjá nógvum eydnaðist seinni at fáa egin hús. Eisini Helena, høvuðspersónurin í triologiini hjá Sólrún Michelsen, “Ein táttur er silvur” , “Ein annar er gull” [...] Fiskinum bjargaðu tey í øllum góðum, men har er eingin, sum hevur hug at bjóða seg fram at bjarga kvinnum undan regninum, har tær standa. Hetta gremja tær seg javnan um. - Tað mátti ikki kosta so nógv at sett [...] við Biritu um hetta. -Áttu vit ikki eisini at gjørt slíkt felag? Eg meini so við, hvat kann keypmaðurin gera við fiskin uttan okkara hjálp? - Á tig við tær, flennir Birita. -Lat tú menninir um hatta. Men
Tað er miðviku umfar í Premier League. Stóri dysturin hetta umfarið var millum Manchester City og Arsenal, sum bæði stríðast um meistaraheitið. Manchester City vann 4-1 og stevnir móti meistaraheitinum [...] málleysur av vøllinum hesaferð. Tað bragdaði ikki fyrr enn í yvirtíðini, tá hárbandið reyk og faksið hjá málmaskinuni úr Norra fekk frítt at flúgva. Tá eydnaðist honum at umseta ein kjans til mál. Eitt sigandi [...] rangstaddur, men tá linja úr VAR-rúminum bleiv løgd vísti tað seg, at hann var júst røttu megin. Hetta punkteraði dystin og Manchester City kom eisini upp á 3-0 tíðliga í seinna hálvleiki, áðrenn Arsenal
suður aftur eftir steypadyst á Argjum. Í viðførinum er 1-0 tap og stórt vónbrot um, at tað ikki eydnaðist at vinna seg víðari í fjórðingsfinaluna. Um tað hevði eydnast, so hevði tað verið fyrstu ferð í [...] næstbestu deildina. Avrikið í dag kundi bent á, at AB er boð upp á at flyta niður og kanska um eitt ár at vera kappingarneyti hjá FC Suðuroy. Enn er landskappingin bara fimm umfør gomul, og áður hevur AB víst [...] úr triðbestu deildini hevði koppað liði úr bestu deildini úr steypakappingini. Hetta vita tey í FC Suðuroy og Vági alt um. Tað var 31. mai í 1984, at VB í heimadysti ímóti TB vann 1-0. Tá spældi TB í bestu
ferðini læt hann hitt tiltikna Wood-borðið til føroysk talvfeløg at kappast um. Hetta gjørdi sítt til, at talvfeløg sprettu víða hvar um landið komandi árini. Havnar Telvingarfelag gekk framvegis nýggjar leiðir [...] góðum samskifti við Tórshavnar Býráð eydnaðist loksins at loysa málið í 2020. Tá vórðu húsini í R.C. Effersøesgøtu seld, og fimm ára leiguavtala gjørd við Býráðið um at fáa gomlu sangstovu Kommunuskúlans [...] enni bjart: Einans í tøgn eg eri at finna, verður enn talvið langt og hart. Reglur at halda og mansliga leika Caissu synum man søma best - andi mín tá um vøllin man reika - haldið nú fram og havið treyst
Fyri at hetta skal eydnast, krevst gott samskifti og arbeiðslag millum starvsfólk, nevnd og aðrar áhugapartar. Íverksetaraumhvørvið fær meira umrøðu nú enn fyri bert fáum árum síðani. Hetta er sera gleðiligt [...] ár. Korona var farið aftur um bak og nú skuldi virksemið aftur tillagast fríari umstøðum at virka undir. Hetta hevur eydnast væl. Kjarnuuppgávurnar hjá Íverksetarahúsinum er at veita ráðgeving til allar [...] hava sína gongd í húsinum. Endamálið við hesum er eisini at skapa áhuga og góða umrøðu millum føroyskar íverksetarar, soleiðis at fleiri venda sær til okkara um ráð og at leiga arbeiðsstað. Fysisku karmarnir