FC Suðuroy fyrireikar seg at fara suður aftur eftir steypadyst á Argjum. Í viðførinum er 1-0 tap og stórt vónbrot um, at tað ikki eydnaðist at vinna seg víðari í fjórðingsfinaluna. Um tað hevði eydnast, so hevði tað verið fyrstu ferð í 39 ár, at lið úr triðbestu deildini hevði koppað liði úr bestu deildini úr steypakappingini.
Hetta vita tey í FC Suðuroy og Vági alt um. Tað var 31. mai í 1984, at VB í heimadysti ímóti TB vann 1-0. Tá spældi TB í bestu deildini og VB í triðbestu deildini.
AB hevði undan dagsins heimadysti ímóti FC Suðuroy einki mál skorað í fimm landskappingardystum. Og tá ið 90 minuttir vóru farnir í dag, var støðan framvegis málleysur javnleikur. So var tað, at ein av FC Suðuroy spælarunum eftir AB innlegg úr høgru var óheppin og stútaði bóltin í sína egnu hond, og so bríkslaði dómarin fyri brotssparki. Tað setti Brian Jakobsen í málið, og harvið hevur AB skorað eitt mál í steypakappingini, meðan tað framvegis verður bíðað eftir fyrsta málinum í landskappingini.
FC Suðuroy hevði sera stóran heiður av avrikinum á Argjum í dag. FC Suðuroy er eftir fýra umfør topplið í 2. deild við 12 stigum og málmuninum 21 – 3.
Tað man vera stórt sannlíki fyri, at FC Suðuroy fer at vera við í kappingini um at flyta upp í næstbestu deildina.
Avrikið í dag kundi bent á, at AB er boð upp á at flyta niður og kanska um eitt ár at vera kappingarneyti hjá FC Suðuroy. Enn er landskappingin bara fimm umfør gomul, og áður hevur AB víst, at tað eftir laka byrjan ber til at lofta sær.
AB - FC Suðuroy 1-0 (0-0)
1-0: Brian Jakobsen br 94.










