Runavík eigur bæði uppflytingarplássini

1. DEILD: NSÍ svaraði aftur og sigurin á Sandi ber við sær, at bæði liðini í Runavíkar kommunu eru á kós ímóti uppflyting

Beinir Nolsøe javnaði til 1-1, tá ið NSÍ í dag var á Sandi, har úrslitið var, at NSÍ vann 2-1 og nú er á uppflytingarplássi

Tað var ultimativa eyðmýkingin, tá ið NSÍ síðsta heyst flutti niður. Síðani niðurflytingina var tað størsta eyðmýkingin, tá ið NSÍ fyri einari viku síðani tapti 5-0 á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá HB.

 

Í dag var NSÍ á Sandi. Tað endaði við 2-1 sigri til teir gulu í Runavík ímóti teimum gulu í B71. Sigurin ber við sær, at NSÍ eftir fyrsta triðingin av kappingini hevur 19 stig og er næstovast og harvið á uppflytingarplássi. Fremst er Skála við 24 stigum, og harvið eru tey bæði feløgini í Runavíkar kommunu, sum síðsta heyst fluttu niður, á veg ímóti uppflyting.

 

Í dag var tað heimaliðið, sum  legði bragdligari fyri. Longu í sætta minutti legði Kristian Krog Hentze B71 á odda. Uppleggið átti Hans Oddson Hentze.

 

B71 leiðslan helt í 10 minuttir. So javnaði NSÍ. Málskjútti var miðvallarin Beinir Nolsøe. Hetta var fyrsta málið hjá honum í ár.

 

Hagtølini siga, at NSÍ var meiri í álopsstøðu enn heimaliðið. NSÍ vann átta hornaspørk, og B71 vann fýra hornaspørk.

 

2-1 sigursmálið skoraði NSÍ miðskeiðis í seinna hálvleiki. Tey trý korterini frá 1-1 málinum og fram til, at NSÍ skoraði sigursmálið, høvdu gestirnir fleiri góðar málmøguleikar, uttan at tað eydnaðist at vinna úrtøku.

 

Sigursmálið skoraði Jógvan Højgaard í 65. minutti. Hetta var triðja málið hjá Jógvani Højgaard í ár.

 

Eftir at hava vunnið úrtøku fýra tær seinastu ferðirnar – tveir sigrar og tveir javnleikir – stóð B71 í dag eftir við ongum. B71 er á sætta plássi við 11 stigum. Næsta royndin hjá B71 verður um eina viku, tá ið B71 fer at spæla á útivølli ímóti B36. NSÍ fær leygardagin vitjan av teimum næstbestu hjá KÍ.

 

Beinir Nolsøe javnaði til 1-1, tá ið NSÍ í dag var á Sandi, har úrslitið var, at NSÍ vann 2-1 og nú er á uppflytingarplássi