Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur enn einaferð heitt á vesturheimin um stríðsflogfør og meira loftverju.
Hetta førdi hann fram, tá hann í dag helt røðu á stórskíggja fyri limunum í Evroparáðnum, sum halda toppfund í Reykjavík.
Leiðararnir í teimum 46 limalondunum í Evroparáðnum hava sítt fundarvirksemi í mentanarhúsinum Hørpuni í íslendska høvuðsstaðnum.
Ukrainski forsetin bar síni ynski fram, samstundis sum hann takkaði fyri allan tann stuðul, sum vístur er Ukraina, síðan landið varð álopið.
Trupulleikin hjá Volodymyr Zelenskyj og hansara fólki er, at landið nú í eitt heilt ár hevur roynt at hildið russum frá at taka Ukraina.
Í sínari røðu vísti forsetin á, at tað í nátt eydnaðist ukrainsku loftverjuni at skjóta niður allar tær 18 rakettirnar, sum russar skutu inn yvir landið.
- Fyri einum ári síðan hevði Ukraina ikki verið ført fyri at skotið allar hesar rakettir niður, segði hann.
Sambært Volodymyr Zelenskyj eydnaðist tað eisini at skjóta niður nýmentu russisku supersonisku rakettirnar av slagnum, Kinzjal.
Hesar ferðast skjótari enn ljóðið, og tær eru truplar at síggja á nøkrum radara.
Sambært tíðindastovuni NTB eru tíðindini um niðurskjótingina av supersonisku rakettunum enn ikki váttað av óheftum keldum.
Spurningurin er reistur, hvørt ukrainska verjan í hesum førinum hevur brúkt amerikansku Patriot-skipanina til uppgávuna í nátt.
- Okkara verja hevði eydnuna 100 prosent við sær í nátt, og vit skulu ikki lata eitt einasta prosent upp í hendurnar á áleyparanum.
Ukrainski forsetin legði dent á, at tað er júst tí, at Ukraina tørvar meira loftverju, eins og landinum tørvar stríðsflogfør.