viðkent okkara ognarrætt til ráevnini. - Hatta er ein grov reinging av veruleikanum. Tað er als einki hald í pástandinum um, at vit ikki eiga allan rætt sum vit hava brúk fyri til oljuna ? vit kunnu útvinna [...] næstovasta mann í landinum at kasta tann brandin út aftur nú aðru ferð innan fyri eitt hálvt ár, um at vit ikki eiga ognarættin til oljuna - og serliga tá allur umheimurin vendir eyguni móti Føroyum, nú olja [...] kunnu selja oljuna og gera við hana, hvat vit vilja. Einasta skylda vit hava móti Danmark er eftir míni meining tann grundleggjandi andstendigheit, at vit siga við Danmark, tá vit hava nokk av inntøkum
meg steðga her fyri fyrst. Við hesum átaki hevði í øllum førum ein vandamikil leikpallur verið minni, sum elvir til skilaleysa koyring. Sjálvandi er vandi fyri, at "sjónleikurin" flytur til ein annan pall [...] við Strond fyri átta uml. 8 árum síðani. Útbúgvingin at taka koyrikort Vit hava nú í fleiri ár bíðað eftir, at landsins evsta vald skal skipa fyri, at serligt koyrikort skal verða gjørt til ungar bilførarar [...] er at skipa fyri skeiði fyri øllum 9. flokkunum í Føroyum. Men eg skal vera fyrstur at siga, at RFF uttan iva kundi gjørt arbeiðið væl betur. Ein táttur at tikið upp kundi verið at skipa fyri, at undirvísingin
eitur Arkitex, til nýggjastu útgávuna, men Dimmalætting eftirspurdi ikki hesa skipanina, fyrr enn á einum fundi 28.09.2017, og áðrenn vit fingu sett skipanina til, flutti Georg prentingina til Danmarkar, 3-4 [...] og ætli mær heldur ikki at blanda meg uppí tað. Men eg kenni meg noyddan til at forsvara tað virkið, eg standi á odda fyri og míni dugnaligu starvsfólk har. Starvsfólkini á Prentmiðstøðini prenta dagliga [...] ikki bar til, at Dimmalætting ferð eftir ferð ikki rindaði sínar rokningar, eisini sjálvt um Georg lovaði at rinda, so hildu avtalurnar ikki. Tá ið Georg valdi at flyta framleiðsluna niður til Danmarkar
seint fer at vera gloymd. Hetta at vit kjósa Sofus Olsen til ársins mann er fyri at takka honum og fyri at sýna honum ein væluppibornan heiður fyri sína djørvu og idealistisku avgerð segði Jan Müller og [...] heilt ungum árum sýnt áhuga fyri føroyskari list. Hann fór blaðungur til Danmarkar, har hann læs til búskaparfrøðing. Her kom hann í eitt føroyskt umhvørvi, ið var við til at menna og stimbra ta ungu føroysku [...] mentanarligan týdning fyri Sands bygd, Sandoy og fyri alt Føroya land. Við at byggja listasavnið í Sandoynni hevur Sofus Olsen tryggjað, at málingarnir verða verðandi ein eind og ein heild fyri alla tíð. Týdningurin
meg á ein lærarafund fyri nøkrum árum síðani, har køkslærarindan ynskti at fáa ein tíma meira, so at hon hevði tríggjar tímar tilsamans um vikuna, tveir til at gera mat í, og ein til teoriundirvísing. Jú [...] sum Sands kommuna? Vit hava ikki ráð til ALT, vit hava bert ráð til nøkur ting, og vit noyðast at prioritera. Harí liggur uppgávan hjá politikarunum, at syrgja fyri, at samfelagið verður rikið á forsvarligan [...] og øll atkvøddu fyri. So kom næsti spurningur, og úrslitið av honum kunnu vit øll taka við læru av. Næsti spurningur ljóðaði nemliga: Hvør vil geva ein tíma frá síni egnu lærugrein til køk? Nýtist mær
yvirum til Svøríki. Haðani fór hann tvørtur um Skagerak og kom til Risør. Síðani hevur hann siglt innanskers í Norra, til hann kom til Stavanger. Hann hevur steðgað á nógvastaðni á vegnum fyri at uppliva [...] Eg ynski at sigla til Føroya, tí at Føroyar er ein partur av mær og mínari søgu. Eg búði í Tórshavn míni fyrstu ár. So flutti eg við foreldrunum til Danmarkar. Eg byrjaði at sigla fyri tveimum árum síðani [...] Djernis. ##med2## Siglir úr Keypmannahavn til Føroya Ferðin byrjaði annars í Keypmannahavn fyri einum mánaði síðani. 3. mai fór hann úr Keypmannahavn norður til Kronborg, tætt við Helsingør á Sælandi. Hann
sum gjørdi, at Davis flutti til eina lítla norska bygd fyri meir enn 40 árum siðani. Tá hitti Davis mann sín, sum var norskur fiskmaður, og so skjótt hon var liðug at læra til sjúkrasystur í Havn, giftust [...] og bumba ósek fólk. So eg ringdi til hann, fyri at siga honum, at hann kundi tosa vegna seg sjálvan. Eg fekk bara fatur á skrivaranum hjá honum, men eg fekk so lagt míni boð, smílist Davis. Davis fylgir [...] mín drívmegi alt mítt lív, og dreiv meg eisini á skúlabonk aftur. Eg havi altíð havt áhuga fyri sosiologi, so fyri meg var tað upplagt at fara á universiteti. So gjørdi tað minni, at eg skuldi sita í sama
hava meira álit á mær sjálvum, tá eg tosi. Tí meðan eg havi stóra tiltrúgv til míni skrivligu avrik, so kann eg hava tendens til at fløkjast í orðunum, tá eg skal frambera tað sama munnligt, sigur hon. Á [...] eldri dama, við hárinum knýttum aftan fyri í nakkanum og í fyrriklæði. Hon er bara komin fyri at heilsa uppá, og sigur at hon er errin av mær. Eisini er hon glað fyri at vera uppkallað. Daman sigur ikki [...] løtu í transu letur Súsanna atgongdina til hin heimin aftur og eyguni upp. Hon greiðir frá, at hetta er sera týdningarmikið, tí gjørdi hon ikki hetta og fór t.d. til handils, so hevði hon følt alt sum fólkini
hildin heima við hús á Toftanesvegi í Fuglafirði saman við konu míni, Anniku og tveimum av okkara børnum. Eisini heldur svágur mín, sum fyri tíðina býr hjá okkum, jólaaftan saman við okkum. Tað sigur Eivin [...] verða góð við hvønn annan og vísa virðing fyri hvørjum øðrum á øllum stigum. Eivin Breiðaskarð vísir á, at menniskjan má duga betur at leggja klandur og ósemjur til síðis. - Serliga er tað støðan úti í heimi [...] Miðeystri – sum eg hugsi um í hesum sambandi. Hvønn týdning hava jólini fyri teg? - Eg minnist, at eg sum smádrongur gleddi meg sera nógv til jóla, tí hetta var ein tíð, har familjan var meira saman, og hugni
orsøkin til at eg framvegis spæli á fyrstu deild er tann, at hugurin ikki er til reka burtur. Treytin fyri at sleppa við í venjingum á høgum støði, er so sjálvsagt tann, at tú eisini ert tøkur til dyst. [...] heilt serligt, ið fáur, um nakar, hevur gjørt honum eftir. Leiðin Vit skulu aftur til 1976, fyri at finna upprunan til fótbóltsleið hansara. Tá royndi seg á fyrsta sinni á 1. deild hjá barndómsfelagnum [...] tíðarskeiðið hjá ÍF var hann annars við til at vinna einasta meistaraheitið felagsins. Í 1981 varð hann biðin um at koma til Svøríks at spæla við Sleipner, sum helt til í næstbestu svensku deildini. Afturkomin