Á jólum er hugni í hásæti

- Tað er mítt jólaynski, at vit menniskju fara at duga betri at verða góð við hvønn annan og vísa hvørjum øðrum virðing, sigur Eivin Breiðaskarð

 

Hvar verða jólini hildin í ár?   

- Jólini verða hildin heima við hús á Toftanesvegi í Fuglafirði saman við konu míni, Anniku og tveimum av okkara børnum. Eisini heldur svágur mín, sum fyri tíðina býr hjá okkum, jólaaftan saman við okkum. 

Tað sigur Eivin Breiðaskarð, og hann leggur aftrat: 

- Vit hava ikki avgjørt enn, hvar vit verða hinar jóladagarnar, ella um vit fáa gestir heim til okkum. Óiva fara vit at vitja familju ein dag og fáa gestir á gátt ein annan av døgunum. Soleiðis plagar tað sum oftast at verða.

Hvat verður á borðinum jólaaftan? 

- Jólaaftan plaga vit at eta dunnu við øllum tí vanliga tilhoyrinum, og tað gera vit eisini í ár. Annars er tað tann vanligi jólamaturin so sum flestasteik, ræst kjøt ella okkurt annað, sum borðreitt verður við hjá teimum flestu. 

Hann sigur, at turt kjøt og annað gott verður eisini etið um dagarnar.

Hevur tú eitt jólaynski? 

- Eg havi kanska ikki nakað beinleiðis jólaynski, men fari at gleða meg yvir, at tey nærmastu hava tað gott, og at tað vónandi verður soleiðis í komandi ári eisini. Annars ynski eg, at vit menniskju fara at duga betri at verða góð við hvønn annan og vísa virðing fyri hvørjum øðrum á øllum stigum. 

Eivin Breiðaskarð vísir á, at menniskjan má duga betur at leggja klandur og ósemjur til síðis. 

- Serliga er tað støðan úti í heimi – ikki minst í Ukraina og í Miðeystri – sum eg hugsi um í hesum sambandi.

Hvønn týdning hava jólini fyri teg? 

- Eg minnist, at eg sum smádrongur gleddi meg sera nógv til jóla, tí hetta var ein tíð, har familjan var meira saman, og hugni var í hásæti. Soleiðis er eisini nú, tá eg havi fingið mína egnu familju – og enntá eri blivin abbi at tveimum lítlum børnum. Nú verður eyka nógv hugsað um, at jólini mugu og eiga at verða ein tíð, har vit saman skapa góð og dýrabær minnir fyri restina av lívinum. 

At enda vil Eivin Breiðaskarð ynskja øllum – familju, vinum, kenningum og øllum Føroya fólki – eini gleðilig jól og gott nýggjár.