Ábyrgdarleyst av varaløgmanni

Val og olja

 

Halgir W. Poulsen, advokatur, sum var við í samráðingunum við danir um yvirtøku av ráevnunum í undirgrundini er sjokeraður av útmeldinini hjá Høgna Hoydal í vallýsing í Dimmalætting valdagin, har varaløgmanni sáar iva um, hvør eigur møguliga olju í undirgrundini og sigur, at danir hava ikki viðkent okkara ognarrætt til ráevnini.


- Hatta er ein grov reinging av veruleikanum. Tað er als einki hald í pástandinum um, at vit ikki eiga allan rætt sum vit hava brúk fyri til oljuna ? vit kunnu útvinna oljuna, vit kunnu selja oljuna og gera við hana, hvat vit vilja. Einasta skylda vit hava móti Danmark er eftir míni meining tann grundleggjandi andstendigheit, at vit siga við Danmark, tá vit hava nokk av inntøkum av olju, at nú skulu vit ikki hava meira sosialhjálp frá teimum.


Halgir W. Poulsen heldur tað vera ábyrgdarleyst og ótrúliga groft av Høgna Hoydal, sum næstovasta mann í landinum at kasta tann brandin út aftur nú aðru ferð innan fyri eitt hálvt ár, um at vit ikki eiga ognarættin til oljuna - og serliga tá allur umheimurin vendir eyguni móti Føroyum, nú olja er funnin her.