Leivur Persson gevst sum stjóri og flytur til Vørn

Leivur Persson fer úr stjórastarvinum á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum og verður deildarleiðari á tilbúgvingarøkinum hjá Vørn. Samstundis verður stovnurin umskipaður.

Frá 1. september verður umsitingin av tilbúgvingarlógini flutt frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum til Vørn. Starvsfólkini, sum arbeiða á tilbúgvingarøkinum, flyta við.

 

Í sambandi við broytingina flytur núverandi stjórin, Leivur Persson, eisini til Vørn. Har verður hann deildarleiðari á tilbúgvingarøkinum.

 

Tummas Pauli Juul, sum hevur verið deildarleiðari, tekur fyribils við sum stjóri á Arbeiðseftirlitinum.

 

Tá tilbúgvingarøkið er flutt til Vørn, verður Arbeiðs- og brunaeftirlitið umskipað og fer frameftir at eita Arbeiðseftirlitið. Arbeiðsumhvørvi verður høvuðsvirksemið hjá stovninum.

 

Endamálið við broytingini er sambært landsstýrinum at savna tilbúgvingarøkið hjá Vørn og styrkja fakliga umhvørvið, samskipanina og menningina á økinum.

 

– Vit eru í einari tíð, har alsamt størri dentur verður lagdur á tilbúgving og samfelagstrygd. Við at savna hesar uppgávurnar hjá Vørn fáa vit eitt sterkari fakligt umhvørvi og betri møguleikar fyri at samskipa og menna tilbúgvingina í Føroyum, sigur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum.

 

Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum, sigur, at umskipanin skal geva Arbeiðseftirlitinum møguleika at savna orkuna um arbeiðstrygd.

 

– Arbeiðstrygd skal raðfestast hægri, hugburðurin á arbeiðsplássum skal broytast, og vit skulu hava eina nullhugsjón, tá tað kemur til arbeiðsvanlukkur, sigur hon.

 

Broytingarnar fáa gildi 1. september 2026.