hansara var 300 krónur um árið umframt seks prosent av vinningsbýtinum. Blaðstjórar á Dimmalætting hava veri seinastu 125 árini: Lütje Lützen 1878-80 O. P. Effersøe 1880-82 og 1892-93 Louis Berg 1882-83 H [...] Dagurin í morgin, tann 5. januar, er ein rundur dagur í føroyskari blaðsøgu. Tá eru liðin 125 ár síðani at Føroya elsta núlivandi ávís, Dimmalætting, alment kom út á fyrsta sinni. Tó so kom eitt royndarprent [...] desember í 1877 ? men Dimmalætting nr. 1 árg. 1 kom út 5. januar 1878. Menninir aftan fyri Dimmalætting tá vóru danskir embætismennin í Havn og aðrir borgarar. Millum føroyingarnar, ið við vóru, kunnu nevnast
ein ?jaligur jarðskjálvti?, sum kann koma landinum til gagns. -Eftir hetta mugu vit gera okkurt fyri Libya. Eitt nú kunnu vit fáa nýtt blóð at stýra landinum, sigur Saad Gaddafi. Eygleiðarar siga orðalagið [...] segði í teirri drúgvu sjónvarpsrøðuni fyrr í vikuni. Tá umrøddi einaræðisharrin mótmælisfólkini sum rottur og hótti við at reinsa Libya - eitt hús fyri og annað eftir. Saadi Gaddafi sigur við Financial [...] landsfaðirin? og sum ráðgevi. -Tað er í lagi, at fólk mótmæla stýrislagnum hjá pápa mínum. Øll skulu hava rætt til at siga sína hugsan, sigur Saadi Gaddafi, sum á yngri árum var professionellur fótbóltsspælari
liggja við kantin av leirskriðulopinum. - Vit eru her við fleiri bilum. Raðhúsini standa í ljósum loða, og vit arbeiða við at tryggja økið kring húsini. Vit hava ongan møguleika at fara inn í økið orsakað [...] tíggju fólk í Ask í Gjerdrum í Noregi lótu lív, tá ein stór leirskriða tók níggju hús við sær, har tilsamans 30 fólk búðu. Hetta var ein sera óhugnalig hending, tá leirlendið líka sum leyp undan húsunum og setti [...] hevur elvt til nógvan royk í økinum, og løgreglan hevur heitt á fólk um at halda seg innandura og at hava vindeygu og hurðar aftur. - Nú vóni eg ikki, at fólkini, sum búgva her, fara at fáa meira oman yvir
sum hava funnið sær aðrar leiðir í trúarspurningum og teimum sum hava lagt trúnna frá sær ella ongantíð hava átt lut í henni. Fólkakirkjan og kommunurnar standa sum so í hvør sínum geira, men vit liva [...] ðar, tá tað annars viðraði. Hóast kirkjugarðar og kirkjur ikki standa í sama skipanarliga høpi, annað í kommunala geiranum og hitt í fólkahavinum, so kann ætlast, at fólk í bygdini longu tá hava umrøtt [...] sum bønhús og vísti á, at kirkjan er ikki fyrst og fremst eitt hús til at prædika í, men eitt hús til at biðja í. Elduvíkar kirkja var tá 54. kirkjan í Føroyum. Kirkjan stendur í Bønhúsgarðinum – væl valdur
tað onkuntíð er tungt at hava eitt barn, ið hevur autismu, so stórtrívist familjan í Miðvági. – Vit fluttu niður til Danmarkar, tá ið Djóni var eini trý ára gamal. Tá vistu vit ikki, at Djóna bagdi nakað [...] í Føroyum. Eisini vita vit, at tað sum heild rýma alt ov nógvar einligar mammur úr Føroyum, tí tær hava ikki møguleikar fyri at klára seg. Hetta er alt ov galið, og tí hava vit valt at seta stakar uppihaldarar [...] hugsi sjálvsagt nógv um Djóna, tá ið eg hugsi um framtíðina. Gagnar tað honum best at verða í Miðvági, so verða vit her. Hinvegin, verða vit noydd at flyta, so gera vit tað, sigur Marjun, ið eisini hevur
blídlligur at tosa við, er heilt niðri á jørðini, tá vit tosa um vanligar gerandis hendingar, men hevur hug at gerast eitt sindur beiskur og vreiður, tá vit nærkast, hvussu hann hevur havt tað í samband við [...] gera við tað. -Fólk hava sín fría vilja og tað er ongin lóg her á landi sum sigur, at fólk ikki hava loyvi at fara í hungursverkfall, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn, tá vit tosaðu við hann mánadagin [...] dag er munandi verri fyri, enn tá hann varð tvangsinnlagdur. Droymdi um hús -Ætlanin var ongantíð, at eg skuldi flýggja til Føroya. Eg droymdi um at keypa mær eini eldri hús í Føroyum og síðan búgva her
morgunin. Tá ið vit royndu á Skálafjørðinum um veturin, plagdu vit at fara heim til Gøtu at sova, men um summarið gistu vit har yviri. Náttin var so stutt, at tað loysti seg ikki at fara til hús. Vit høvdu [...] eisini. Vit drivu nokk so nógv eftir sild. Pápi hevði nøkur sildagørn. Vit royndu bæði á Gøtuvík og á Skálafjørðinum. Vit høvdu eitt stórt neyst undir Gøtueiði. Har høvdu vit bát og gørn. So vit kundu altíð [...] lomviga á víkini. Nú sær man ikki eina ta einastu. Vit høvdu torv á Lambadali og plagdu at fara við báti hagar um morgnarnar. Vit plagdu at hava byrsu við, og vit fingu altíð eitt gótt kók av fugli heimaftur
hondbóltsdómarapar nýtir til hetta virksemi. Tí gjørdu vit avtalu við teir báðar altjóðu dómararnar hjá okkum, Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen, at vit kundu fylgja teimum leygardagin, so at fólk kunnu [...] ni. Tá ið komið var niðan í høllina, gekk leiðin beint inn í dómararúmið, har teir báðir ynsktu Dánjali Samuelsen og Hera Petersen, ið dømdu kvinnufinaluna, góða eydnu við uppgávuni. Góð kensla Tá ið seinni [...] korter yvir fimm, áðrenn hon bleiv bríkslað í gongd. Stutt fyri klokkan seks er hálvleikur, og tá ið vit báðir myndamaðurin fylgja teimum inn í dómararúmið í steðginum, sæst á øllum brøgdum, at teir eru
gjørdist lækni í 1968, og hava hann og familjan flutt nógv gjøgnum ár og dag. – Tað einasta, sum altíð hevur verið fast, er, at vit hava verið partur av sjúkrahúsumhvørvinum. Vit eru uppvaksnir í umhvørvinum [...] Alt ov fáir serlæknar eru í Føroyum. Tað er ein sannroynd, vit bara kunnu staðfesta. Men av teimum fáu serlæknunum, vit hava her heima, eita tríggir teirra á Steig til eftirnavn. Tað eru feðgarnir Jón [...] á Steig fyri við at siga. – Tey flestu halda tað vera fremmant at vera á sjúkrahúsi, men ikki vit. Vit hava enntá hildið jól har, greiðir Bjarni á Steig frá og smílist. Hevur sjúkrahúsumhvørvið fylt nógv
gangandi, og vit fáa alt fyri eitt eina kenslu av, at vit eru farin eina ferð í ein djóragarð onkustaðni í útlandinum. Vit eru á ferð í einum djóragarði, men vit eru ikki í útlandinum. Vit eru á Ternuryggi [...] Sjálvt um vit í dag skriva 1999, so kenst tað sum vit ferðast uttan fyri lóg og rætt her uppi á villini víddum á Ternuryggi. So Gud í himmalinum veit, hvat fólk hava hugsað, tá ið hann flutti niðan her [...] maturin verður etin, og tað dámar teimum, sigur Petur og peikar niðan í brekkuna. Tá vit hava gingið eina løtu í garðinum skilja vit væl, at børnum dámar væl at vitja Petur, tí hetta má vera forkunnugt hjá teimum