Í morgin verður Dimmalætting 125 ár

Í morgin, tann 5. januar, eru liðin 125 ár síðani, at Dimmalætting alment kom út á fyrsta sinni

Dagurin í morgin, tann 5. januar, er ein rundur dagur í føroyskari blaðsøgu. Tá eru liðin 125 ár síðani at Føroya elsta núlivandi ávís, Dimmalætting, alment kom út á fyrsta sinni. Tó so kom eitt royndarprent av Dimmalætting út 8. desember í 1877 ? men Dimmalætting nr. 1 árg. 1 kom út 5. januar 1878.
Menninir aftan fyri Dimmalætting tá vóru danskir embætismennin í Havn og aðrir borgarar. Millum føroyingarnar, ið við vóru, kunnu nevnast Jens Olsen, keypmaður í Havn og Enok Bærentsen, eisini keypmaður.
Tað sigst eisini, at V. U. Hammershaimb var við, tá stovandi aðalfundur var. Tað var eisini hann, sum kom við uppskotinum um hjánavnið, Dimmalætting. Annars var høvuðsnavnið Amtstidende for Færøerne. Í royndarprentinum frá 8. desember í 1977 skrivar V. U. Hammershaimb:

»Færøerne eru ofte kaldet Taagernes Land, og i en vis Forstand kann dette vel siges; Landet, Befolkningen og dens institutioner have været forholdsvis ukjendte saavel for vore danske Landsmænd som for den Fremmede; nogen klar Forestilling om det Liv, der rører sig her, har man ikke havt, kun gjennem Afstandens Taage har man skimtet det. Maatte da nærværende Blad bidrage til at løfte dette Taageslør, maatte det som Morgendæmringen bebude den gryende Dag og derved med rette hævde sit symbolske Navn, "Dimmalætting".«

Amtstidende for Færøerne hevur helst tykst føroyingum ov tungd sum navn, og skjótt varð blaðið nevnt Dimmalætting, ella Dimma. Blaðið hevði frá byrjan eitt fjølbroytt úrval av tilfari, eitt nú tíðindi úr Føroyum og uttan úr heimi, viðmerkingar, lesarabrøv, mentanartilfar, undirhald og lýsingar.
Frá byrjan var blaðið ein konservativ avís, sum í donskum politikki stuðlaði stjórnini, og sum ikki porentaði tilfar, ið kundi elva til rumbul og møguligar broytignar í valdsskipanini í Føroyum.
Tungt var tá at geva út bløð, og eftir umbøn frá blaðnum gjørdist blaðið frá 1. oktober 1879 alment kunngerðarblað - og fekk harvið allar almennar lýsingar og kunngerðir.
Fyrsti blaðstjórin á Dimmalætting var Lütje Lützen úr Havn. Løn hansara var 300 krónur um árið umframt seks prosent av vinningsbýtinum.

Blaðstjórar á Dimmalætting hava veri seinastu 125 árini:

Lütje Lützen 1878-80
O. P. Effersøe 1880-82 og 1892-93
Louis Berg 1882-83
H. C. Petersen 1885-86
R. C. Effersøe 1886-89
Jacob Johansen 1889-94
Enok Daniel Bærentsen 1894-00
S. E. Müller 1901-02
Chr. Heilskov 1902-03
Oluf Skaalum 1903-18
Poul Niclasen 1918-36
Georg Lindenskov Samuelsen 1936-81
Benny Lindensov Samuelsen 1981-95
Beate Lindenskov Samuelsen 1995-01
Georg Lindenskov Petersen 2001-2002
Ingi Lindenskov Samuelsen 2003-

Vit á Sosialinum ynskja Dimmalætting tillukku við degnum!

(Kelda: Arnbjørn Ó. Dalsgarð »Føroysk blaðsøga 1852-2002«)