Í fótasporunum hjá dómarunum

Undan steypafinaluni hjá monnum millum VÍF og StÍF leygardagin, høvdu vit her á blaðnum gjørt avtalu við dómararnar báðar, Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen, at vit fylgdu teimum undan og eftir finaluna.

Flestu fólk hugsa neyvan um, hvussu nógv tíð eitt hondbóltsdómarapar nýtir til hetta virksemi. Tí gjørdu vit avtalu við teir báðar altjóðu dómararnar hjá okkum, Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen, at vit kundu fylgja teimum leygardagin, so at fólk kunnu fáa eitt innlit í, hvussu nógva tíð teir báðir brúka til eina uppgávu, so sum steypafinaluna.

Hittast tíðliga á degnum
Finaludysturin, ið teir báðir skuldu døma, var ikki settur at byrja fyrr enn klokkan 17 seinnapartin leygardagin, men hetta merkti tó ikki, at fyrireikingarnar hjá byrjaðu klokkan 16.
Longu fyrrapartin leygardagin hittust teir báðir í SMS, har teir í felag fingu sær ein kaffimunn og tosaðu um uppgávuna, ið lá fyri framman. Síðani var farið aftur til hús at hvíla seg, áðrenn teir báðir nakað seinni skuldu hittast heima hjá Andreasi á veg til finaluna.
Klokkan gott tvey seinnapartin segði Eyðun familjuni farvæl, og leiðin gekk oman í miðbýin til Andreas. Steðgurin heima hjá Andreasi var stuttur, og síðani var farið til gongu niðan í høllina í góðari tíð, soleiðis at teir báðir eisini sóu kvinnufinaluna, sum var leikt undan mansfinaluni.
Tá ið komið var niðan í høllina, gekk leiðin beint inn í dómararúmið, har teir báðir ynsktu Dánjali Samuelsen og Hera Petersen, ið dømdu kvinnufinaluna, góða eydnu við uppgávuni.

Góð kensla
Tá ið seinni hálvleikur av kvinnufinaluni var hálvrunnin, fóru teir báðir og lótu seg í dómaraklæðini, og so var ikki nógv annað at gera enn at bíða.
Hóast mansfinalan var sett at byrja klokkan 17, so var klokkan gott korter yvir fimm, áðrenn hon bleiv bríkslað í gongd.
Stutt fyri klokkan seks er hálvleikur, og tá ið vit báðir myndamaðurin fylgja teimum inn í dómararúmið í steðginum, sæst á øllum brøgdum, at teir eru stak væl nøgdir við gongdina higartil.
 Tú hevur sum dómari altíð ein kenslu av, hvussu tað hevur gingist, og sjálvir halda vit, at tað hevur gingið serstakliga væl í fyrra hálvleiki, so kenslan er góð, siga teir báðir í steðginum.
Stutti steðgurin verður annars brúktur til at tosa um, hvat man skal verða serliga ansin við í seinna hálvleiki, og um gongdina í dystinum annars.
Ein góðan hálvan tíma seinni er alt liðugt, og StÍF er steypavinnari. At avrikið hjá teimum báðum hevur verið gott, er lítið at ivast í, tí eftir dystin koma fleiri umboð fyri báðar partar yvir til Andreas og Eyðun og takka teimum fyri dystin, og allir eru á einum máli um, at dømingin var serstakliga góð.
Tað sama fáa teir báðir at vita, tá ið teir nakað seinni eru á fundi saman við starvsfeløgunum, sum hava eygleitt dømingina, og klokkan umleið hálvgum átta er alt liðugt fyri teirra viðkomandi. Góðar fimm tímar eftir, at Eyðun fór frá húsum. So tað at døma á hægsta stigi í føroyskum hondbólti, krevur nógva tíð, um tú altso tekur uppgávuna í álvara.