sum vórðu sett upp í sambadi við eina súkklukapping. Tískil koyrdi bilførarin inn á ein veg, sum varð stongdur, og koyrdi á súkklaran, sum seinni doyði av løstinum, hann fekk í stoytinum. [...] Ein bilførari fær nú bæði bót og klipp í koyrikortið í kjalarvørrinum á maratonrenningini, sum var í Havn í gjár. Í sambandi við tiltakið vórðu fleiri ferðir stongdir ein part av vegnum í gjár, eitt nú [...] i ímóti at koyra. Tískil koydi hann inn um, og tað sama endurtók seg tá ið hann aftur kom til ein veg, sum varð stongdur. Hann koyrdi ígjøgnum, hóast vaktir bóðu hann steðga, og hóast skelti vórðu sett
eisini fingið fleiri klagur um tær broytingar, sum eru framdar. Broytingar eru á veg Tað vísir seg nú, at tey, sum hava ábyrgdina á hesum økinum, hava tikið klagurnar til eftirtektar, tí nú hevur yrkisútbú [...] gamla sveinabrævið var minni og hevði stíva permu. Heldur ikki er tað nýggja útgreinað á fleiri málum, men bara á føroyskum. Í vinnuni vóru fleiri lærumeistarar ónøgdir bæði við tað nýggju útsjóndina, [...] yrkisprógvið bara varð skrivað á føroyskum. Hetta kann geva einum útlærdum trupulleikar, um hann hevur ætlanir um at søkja arbeiði uttanlands, tí eingin skilir prógvið. Á Undirvísingar- og Mentamálastýrinum
hevur støðið til Manchester United. Hinvegin er meiri sannlíkt, at tann illa lýddi Adrien Rabiot er á veg fyri beint yvir hundrað milliónir krónur. Hann bleiv nærmast gúppaður úr PSG, og viðmerkjarar í Italia [...] felagið tapti í fyrstu royndini undir nýggja venjaranum, Erik ten Hag. Tað, sum verri er, er at tapið var á Old Trafford móti Brighton. Tað er órógv rundan um felagið. Undan dystinum móti Brighton var mótmælisgonga [...] felagið. Nøvn sum Darwin Nunez, Frenkie de Jong, Benjamin Sesko, Rúben Neves og Antony hava verið upp á tal, men tað er bara blivið til Tyrell Malacia (PSV), Lisandro Martinez (Ajax) og Christian Eriksen
hjá Strandferðsluni. Summi av teimum vóru komin við St. Ola á Havnina og skuldu víðari til Leirvíkar við leið 400. Tey spurdu bæði umborð og á farstøðini, um nú bussur var, og um Ternan framvegis sigldi [...] sigldi. Og tað játtaðu tey og bóðu tey bara fara við bussinum. Á veg norður eftir spurdi onkur av ferðafólkunum bussføraran, um tey mundu fara at náa bátin. Jú, segði hann, báturin hevði lovað at bíða, so har [...] Jákup Thomsen, ferðafólkaflutningsleiðari á Strandferðsluni, sigur, at hetta kvøldið var eitt serstakt dømi, tí alt hendi so brádliga. ? Tá ferðafólkini fingu at vita á farstøðini, at Ternan sigldi, tá passaði
Inntøkugrundarlagið er harvið skrykkt undan honum og familjuni, konuni og tveimum børnum við tí triðja á veg. Tey sita eftir við ongum. Tað er eingin stuttleiki. Tað er ikki til at flenna at. Biskupur Funnist [...] prestur teirra á Skála. Julia var ein framúrskarandi lærari í kristni og góðum fólkasiði, sum eisini okkara synir fingu stórt gagn av. Sanniliga fekk Jóannis Fonsdal ein góðan og tryggan uppvøkstur á Skála, sum [...] í kirkj-uni? Ferðslureglur Fólkakirkja okkara er donsk. Sjálvt um vit ynskja at yvirtaka kirkjuna á føroyskar hendur, so er tó kirkja okkara framvegis í dag eins donsk og nøkur onnur donsk fólkakirkja
eru á veg út gjøgnum hurðina, so skal blokkurin lækkast við yvir 300 mio. Einasta avriki hjá landsstýrismanninum í fullveldismálum er, at embætisfólkini hava skrivað ?Hvítu bók?, men nú, hann er á veg [...] eftirútbúgving av lærarum, meðan Tjóveldisflokkurin hevur havt skúlamálaráðharran, men nú teir eru á veg út gjøgnum hurðina, so skal lóg um frískúlar setast í verk. Fólkaskúlin verri fyri Elin Henriksen [...] Eg vísti á, at Fólkaskúlin ongantíð hevði fingið tað aftur, sum hann var spardur í kreppuárunum, hóast landskassin ongantíð hevði havt tað so gott sum nú. Men hinvegin so er nýggj fólkaskúlalóg farin at
- Á foreldrafundunum søgdu foreldrini, at tey ikki skiltu eitt orð av tí, sum stóð í bókunum. Á henda hátt fingu tey ikki hjálpt sínum børnum at gera heimaarbeiðið. - Hesar útsagnirnar birtu upp undir [...] at henda bókin fer at vísa veg inn í støddfrøðina, sigur hon. Óhugsandi er heldur ikki, at henda bókin fer at fáa fast pláss í hvørjari skúlatasku og í hvørjum heimi. Dent á kunningartøkni Henda handbókin [...] eingin umbering longur, bert tey hava hesa handbókina við hondina. Og tí vóni eg, at hon fer at standa á hvørjari bókahyll, nú jólini eru farin aftur um bak, sigur hann. Bókin er ein sameining av eini lærubók
sigla á opnum havi. Tí heldur Bátafelagið, at tað er ikki er grundarlag fyri, at vit í Føroyum skulu hava strangastu lóggávu á økinum. Felagið heldur, at fólk eru før fyri at sigla frítíðarbát á fult [...] forsvarligan hátt, hóast tey hava drukkið eina ella tvær øl á veg úr eini havn í aðra. So vítt, tey í Bátafelagnum vita, er ongin vanlukka hend av tí at førarin hevði drukkið eina ella tvær øl. - Tá ið [...] stuttleikabát, tá ið promillan fer upp um 0,2. Tað er sama hámark sum fyri at koyra bil. Felagið vísir á, í norðurlondum, uttan í Svøríki, er promillumarkið ímillum 0,5 og 1,0, - Bæði í Finlandi, Norra og
nærri inn á her. Ova verður veruleiki Beint áðrenn Ova fyllir 20, fer hann niður á háskúla. Hann eitur framvegis tá Robin millum manna, men nú hendir nakað, sum kom at broyta lívsbreytina. ? Eg fór á háskúla [...] at tað er Sosialurin, sum er á vitjan á Oskar. Vil giftast Tú spurdi meg slett ikki, hvat eg haldi um at samkynd giftast? sigur Ova, meðan eg royni at taka mynd av honum á Ráðhúsplássinum. ? Eg fari at [...] sigur Ova og svingar seg upp á súkkluna. Hann skal til homosvimjing um eina løtu, og vit skiljast. Tit kunnu fáa meira at vita um Ova inni á hansara heimasíðu. Hon er at finna á www.dennisagerblad.dk og føroysk
Fyri triðju ferð á rað var úrtøkan hjá teimum gulu og svørtu einki stig, og fyri triðju ferð á rað kendu teir úr Runavík, at teir høvdu mist úrtøku, sum teir vóru á veg at vinna. Á Toftum tapti NSÍ 3-2 [...] fram á vøllin, og at hann viðhvørt skuldi royna at temja bóltin, verja hann og so spæla víðari. Pál M. Joensen var nýggjur miðverji undir liðini á Helga L. Petersen, og hesa ferð var Óli Arge á sentrala [...] eftir at NSÍ hevði verið frammanfyri 2-0, inntil tað restaðu átjan minuttir. Aftur í Klaksvík var NSÍ á veg ímóti sigrinum, men teir mistu 2-1 leiðsluna, tá ið tað restaðu nítjan minuttir, og rómurin mundi