Ónøgdur bilførari fær bæði bót og klipp í koyrikortið

Hann legði hvørki í forboðsskeltini, ella hvat vaktirnar søgdu við hann, tá ið maratonrenning var í Havn í gjár

 

Ein bilførari fær nú bæði bót og klipp í koyrikortið í kjalarvørrinum á maratonrenningini, sum var í Havn í gjár.

Í sambandi við tiltakið vórðu fleiri ferðir stongdir ein part av vegnum í gjár, eitt nú var Kaldbaksvegurin stongdur frá klokkan eitt i gjár til klokkan sjey í gjárkvøldið.

Men tað legði ein bilførari líka í, tí hann skuldi til Kaldbaks, og tað skuldi eingin maratonrenning forða honum tí.

Løgreglan sigur, at í fyrstu atløgu vildi hann tískil ikki gera eftir boðum frá vaktarfólki um at steðga, og hann vildi heldur ikki akta forboðsskelti ímóti at koyra.

Tískil koydi hann inn um, og tað sama endurtók seg tá ið hann aftur kom til ein veg, sum varð stongdur. Hann koyrdi ígjøgnum, hóast vaktir bóðu hann steðga, og hóast skelti vórðu sett upp, sum bannaði bilaferðslu.

Men hesa ferð skrivaði vakturin nummarplátuna niður og boðaði løgregluni frá. Løgreglan sigur, at tey hava verið í samandi vil bilføraran, og hann fær nú bæði bót, og klipp í koyrikortið fyri ikki at hava fylgt leiðbeiningunum frá vaktunum og ferðsluskeltunum.

Løgreglan sigur, at skeltini eru sett upp í samráð við løgregluni og tey skulu sjálvsagt fylgjast.

Hvørjar avleiðingarnar kunnu standast av, tá ið bilførarar ikki fylgja leiðbeiningunum í sambandi við slík tiltøk, fingu danir at føla um vikuskiftið. Tá læt ein 18 ára gamal súkklari lív tí at hann varð ákoyrdur av einum bili, sum ikki koyrdi eftir ferðsluskeltunum, sum vórðu sett upp í sambadi við eina súkklukapping. Tískil koyrdi bilførarin inn á ein veg, sum varð stongdur, og koyrdi á súkklaran, sum seinni doyði av løstinum, hann fekk í stoytinum.