Óreglulig flúgving

Tey, sum skuldu koma í morgun við flogfarinum úr Danmark, koma ikki heim fyrr enn seinnaparrtin.

Tvey flogfør til Føroya í gjár útsettu ferðina til fyrrapartin í dag.

Og flogfarið, sum skuldi lenda klokkan 10 í dag, er í Kastrup. Tað var á veg, men vendi aftur.

Floglíkindi eru góð, men sum skilst bagir flogfarinum okkurt. Á heimsíðuni hjá Atlantsflog stendur, at flogfarið kemur klokkan 15.

Tað er ikki eydnast at fáa samband við Atlantsflog fyri at frætta nærri.