til, um ein dugdi at snúgva sær. Onkran dystin spældu teir móti fremmandum liðum. Ein spældu teir móti prentarum úr Havn. Hvør ið vann, fæst ikki at vita í dag. Sigmund Petersen plagdi at fiska síl á Stórutjørn [...] um at koyra mjólkina til Havnar í rossavogni, til bilurin hjá meiarínum seinni kom. Men ørindi til Havnar fóru vestanmenn sum oftast til gongu. Niðan á hálsin og so tvørtur um Reynsmúlalág og oman á Landavegin [...] á Velbastaðhálsi. Kórið skal ferð til landsynningshornið í Írlandi í august, og ætlar á henda hátt at savna eitt sindur av peningi. Fryntligu sangararnir vestan fyri fjallið hava fyrireikað fjøltáttað
fingist við at selja teldur og telduútgerð. Nú hevur fyritøkan tikið eitt náttúrligt stig afturat og er farin undir skeiðvirksemi, har fólk kunnu læra at nýta teldurnar. Mark Joensen frá Mega sigur, at hetta [...] tað verður mett at vera hóskandi. Internet sambandið koyrir sera skjótt og sum heild manglar einki, tá tað ræður um tøkni í nýggju hølunum hjá KT-Centrum. Marglati Og fyri veruliga at seta prikin yvir [...] Mark Joensen sigur, at fleiri fyrispurningar hava verið um skeið frá bæði privatfólki og stovnum og fyritøkum. Tendra og sløkk skeið Tí fóru teir undir KT-Centrum. Møguleiki er at taka teldu koyrikort
teilendskum grill-degi umborð á Johonnu. Hetta tiltakið er lagt soleiðis, at tað skal bera til hjá fólki norðanfjørðs at vera við. Johanna siglir av gomlu kaj á Tvøroyri sunnudagin kl. 13.00 og tá setir [...] setir hon kós ímóti Tjaldavík, sum er inni á Trongisvágsfirði, so ongum nýtist at stúra fyri sjóverki. Sluppin fer at leggja seg innast í víkini, ímillum Tjaldavíkshólm og mølina. Tjaldavík er fornur staður [...] maturin skal verða lagaður til tann føroyska góman. Saft verður at drekka afturvið, so tey, sum vilja hava okkurt annað afturvið, eru vælkomin at hava tað við sjálvi. Johann verður aftur á Tvøroyri kl. 17.00
eydnaðist tað KÍ at fáa hol á málskjótingina, og tað var tað fyrsta málið hjá KÍ í ár. Leon Bjartalíð fekk fatur á bóltinum beint frammanfyri miðjuna. Hann slapp at reka ótarnaður oman móti málinum, og [...] við. B36 svarar straks aftur Tað var øllum greitt, at B36 ætlaði ikki at lata klaksvíkingar fara norðuraftur við øllum stigunum. Tí vóru teir naskir at byrja við, og tað gav úrslit beinanvegin. Bara fýra [...] Sumba á útivølli, megnaði B36 ikki at fylgja hesum sigrinum upp. Havnarmenn skulu næsta vikuskifti til Tvøroyrar. TB hevur enn ongan dyst vunnið, so teir vera uppsettir at vinna tann dystin. KÍ hevur higartil
teir at spælt okkum nakrar partar afturat. Heimkomin sita børnini frammanfyri skíggjanum og hyggja eftir Dólgunum. Eg gleðist yvir, at teir sleppa at læra hesar tríggjar menn at kenna og veit, at nógv [...] Egi: Eg minnist, at eg spurdi Zacharias, hvat tað var, vit skuldu gera. Hann svaraði, at tað skuldi handla um nakrar dólgar, sum búðu í fjøllunum. Og so helt hann, at teir skuldu koma oman úr fjøllunum. Men [...] Eg sá fyri mær, at Zacharias fór at finna upp á ymiskt, sum eg ikki hevði so góðan hug til, so eg avgjørdi beinavegin, at eg skuldi verða tann bangni Berint. So kundi eg sleppa frá at spæla "stuntmaður"
í almenna rúminum og hann átti at fingið, tó at undirtøkan á á Vaglinum á ólavsøku altíð er góð. Sjálvur tekur hann tað sum ein heiður at hava fingið litið upp í hendur at skipa dansin á ólavsøku. Næsta [...] fyrr enn hann var á veg oman á Vaglið, at tað brátt rann fram fyri hann, hvat tað var, hann hevði játtað seg til. - Tá eg var komin oman til Ebenezer, var vorðið so trongligt, at eg gjørdist heitur um skallan [...] dylur ikki fyri, at hann er tjóðskaparmaður og ber stóran alsk til føroysku mentanina. Til føroyska dansin, kvæðini - og føroysku klæðini. - Tær nýtist ikki at vera í føroyskum klæðum fyri at kvøða eina vísu
og fekk at vita, at troyggjan var keypt á loppumarknaði! Hóast Oslobúgvanna svíkjandi Føroyakunnleika, so er her kortini gott at vera. Serliga kveikjandi er teirra brennandi áhugi fyri at vera úti í náttúruni [...] ivaðist ikki í, at vit um ikki annað kundu tosa um Norðurlandaráðið, fiskiskap og kvotur í Barentshavinum. Eg kundi reypa eitt sindur um, hvussu tað var at vera við línubáti í Føroyum, og tá átti at verið lagamanni [...] bleiv mangan bilsin, tá eg kom til Noregs. Eg helt, at norðmenn vóru rættuliga líkir føroyingum og tók tað sum eina sjálvfylgju, at nú fór eg endiliga at sleppa undan hesum eina spurninginum, sum altíð hevur
sjónligt, at leikarar nutu løtuna saman við heimsstjørnunum á vøllinum. Teir tordu at flyta bóltin frameftir, og einar tvær ferðir vóru teir enntá somikið djarvir, at annar av miðverjunum royndi at spæla seg [...] venjarin, Rudi Völler, ikki vera heilt álvuligur við støðuna. Eitt var, at hann alla tiðina sást veipa og geyla at spælarum sínum, men hann sendi eisini Oliver Neuville at hita upp. Hann var annars ivasamur [...] fleiri førum megnaði at halda báðum teimum føroysku miðverjunum burtur. Vandin fyri einum skrædlið lúrdi eina løtu, og í veruleikanum var tað kanska bert Jákupi Mikkelsen at takka, at hetta ikki gjørdist
sløkkiliðsbilinum. Onnur rakti bilin, hin lendi undir honum. Longu hóskvøldið fór at ljóða í býnum, at ófriður skuldi vera. Politiið var fyrireikað, og 15-20 mans vóru á vakt bæði fríggja- og leygarkvøldið [...] góð prógv til at byggja ákæru á. Um ákæra verður reist hesaferð fæst at vita, tá politiið er liðugt við kanningarnar. Politiið heitti sunnudagin í Útvarpinum á fólk, sum vita nakað at siga um tilburðirnar [...] tilburðirnar sunnunáttina, um at venda sær til politiið. Ákærin segði í rættinum sunnudagin, at longu tá høvdu fleiri fylgt áheitanini« 24. mai eru 90 ár liðin, síðani fyrsti Sosialurin kom út. Í hesari
út til at vera í Juchitan í syðra statinum Oaxaca. Har eru partar av ráðhúsinum, eitt gistingarhús og ein barr farin í knús. Enrique Peña Nieto hevur eftir fund við bjargingartænastuna upplýst, at 10 fólk [...] børn doyðu, tá ein múrur koppaði yvir tey í grannastatinum Tabasco. Av tí at jarðskjálvtin hevur verið so sterkur er vandi fyri, at enn fleiri eru deyð. Beint eftir jarðskjálvtan vóru ávaringar sendar út [...] enn tann, sum rakti Mexico City í 1985. Her var almenna deyðstalið eitt sindur oman fyri 5.000 fólk. Men nógv hildu tá, at jarðskjálvtin kravdi nógv fleiri mannalív. /ritzau/AFP