Leygardagin klokkan 14 skipar kórið Sólarmagn fyri hugna í summarveðrinum á Velbastaðhálsi. Kórið skal ferð til landsynningshornið í Írlandi í august, og ætlar á henda hátt at savna eitt sindur av peningi.
Fryntligu sangararnir vestan fyri fjallið hava fyrireikað fjøltáttað undirhald uppi við Skøtuheyggjarnar. Á einum horni í Stórutjørn liggja posar við onkrum luti í. Har kanst tú fáa fong við tráðu. Børnini fáa høvi at sleppa á rossabak. Hoppiborgir verða eisini. Burturlutað verður ørgrynna av góðum lutum. Og kanska tríva Sólarmagns-fólkini í onkran sangin?.
Eldhugaðir modellskipaeigarar og -reiðarar, sum halda til uppi á hálsinum, fara at vísa, hvussu hetta stak áhugaverda ítriv fer fram. Og hin væl umtókta neytalortakappingin verður eisini. Tú kanst verða hin hepni sum fyri ein lutaseðil fær eina heila kúgv, sundurskorna, pakkaða og flutta heim til hús.
Svongd kemur altíð á fólk, tá tey spáka í hagan-um. Men fryntligu sangararnir hava kaffi, køkur og rættiligan, vælsmakkandi grillmat til fals.
Velbastaðhálsur er í løtuni við at skifta ham. Nýggjur modernaður vegur verður av einslistum lagdur inn í lendið, so hann skaðar sum minst. Tað krevur tíðin. Men gamli vegurin er ein av landsins elstu. Hann var liðugur í 1926, men koyrandi var ikki um brúnna fyrr enn tvey ár seinni. So bar til hjá velbastaðmonnum og kirkjubøingum at koyra mjólkina til Havnar í rossavogni, til bilurin hjá meiarínum seinni kom. Men ørindi til Havnar fóru vestanmenn sum oftast til gongu. Niðan á hálsin og so tvørtur um Reynsmúlalág og oman á Landavegin. Og á hálsinum varð oftani fingist við okkurt. Velbastaðmenn brutu ís til havnarmenn á Stórutjørn í tríatiárunum. Á køldum vetri kundi ísurin vera ein heilan fót og meir. Tað kundi fjálga um økonomiin í teim soltnu tíðunum. Góðan sand fingu teir eisini úr "grubuni" á sjálvum hálsinum. Alt gjørdi mun.
Velbastaðmenn spældu fótbólt "uppi á plenuni" á hálsinum. Og hóast vøllurin ikki stóð altjóða mát og ikki sást so væl allastaðni fyri túgvum, so bar væl til, um ein dugdi at snúgva sær. Onkran dystin spældu teir móti fremmandum liðum. Ein spældu teir móti prentarum úr Havn. Hvør ið vann, fæst ikki at vita í dag. Sigmund Petersen plagdi at fiska síl á Stórutjørn í fimmtiárunum. Soleiðis er.