Ferðavinna
Tað skerst ikki burtur, at gamla vágssluppin, Johanna, er góður fongur hjá ferðavinnuni í Suðuroy.
Og sunnudagin verður hon aftur miðdepilin fyri einum heiltserligum tiltaki.
Tá skipar ferðavinnan í Suðuroy fyri teilendskum grill-degi umborð á Johonnu.
Hetta tiltakið er lagt soleiðis, at tað skal bera til hjá fólki norðanfjørðs at vera við.
Johanna siglir av gomlu kaj á Tvøroyri sunnudagin kl. 13.00 og tá setir hon kós ímóti Tjaldavík, sum er inni á Trongisvágsfirði, so ongum nýtist at stúra fyri sjóverki.
Sluppin fer at leggja seg innast í víkini, ímillum Tjaldavíkshólm og mølina.
Tjaldavík er fornur staður, tí her settu menn tjald upp, tá teir skuldu á suðuroyarting "Uppi millum stovur" í Øravík.
Umborð á Johonnu verður borðreitt við teilendskum mati og eitt nú verður kynt uppundir grilluna
Ferðin kostar 200 króonur fyri vaksin og 50 krónur fyri børn.
Fyri hendan peningin kunnu fólk eta so nógv tey orka.
Enn er tað eitt dulsmál, hvat er á matarseðlinumm men maturin skal verða lagaður til tann føroyska góman.
Saft verður at drekka afturvið, so tey, sum vilja hava okkurt annað afturvið, eru vælkomin at hava tað við sjálvi.
Johann verður aftur á Tvøroyri kl. 17.00, so tey sum skulu norður við Smyrli kl. 17.30, sleppa við.
Tað er eitt avmarkað tal av fólki, sum sleppur við hendan túrin.
Ganga úr Fámjin til Hovs
Leygardagin verður eisini skipað fyri gongutúri úr Fámjin til Hovs.
Bussur koyrir av Kunningarstovuni í Vági kl. 10.00 og av Kunningarstovuni á Tvøroyri kl. 10.30 til Fámjins.
Gingið verður eftir varðagøtuni allan vegin til Hovs. Fyrst um Fámjinsskarð og síðani Mannaskarð. Farið verður eystanfyri Laganfelli og heimeftir Brekkum og at enda um Mýrugilið og oman til Hovs.
Staðkend frásøgufólk eru við á túrinum.
Eftir loknan gongutúr verður koyrt við bussi úr Hovi til Kunningarstovurnar á Tvøroyri og í Vági. Kostnaður fyri gongutúrin og busskoyring er kr. 100,- fyri vaksin men fyri børn er tað ókeypis.
Bindandi tilmelding til bæði tiltøkini skal gerast á kunningarstovuni í Vági á tlf. 374342/ 284342 ella á kunningarstovuni á Tvøroyri tlf. 372480/ 284480 í seinasta lagi fríggjadagin 16.00