Liðini býttu stigini

KÍ hevur enn sín fyrsta sigur til góðar eftir tveir dystir í landskappingini, tá dysturin í Gundadali millum B36 og KÍ endaði við javnleiki 1-1, sum var eitt rættvíst úrslit

 

B36 ? KÍ 1-1 (0-1)


2. deild


Tað var B36, ið legði harðast út í landskappingardsytinum móti KÍ leygardagin. Heimaliðið legði nakað av trýsti á KÍ málið og spældi seg eisini fram til onkran málmøguleika miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Hesir vórðu tó misnýttir, og so var tað KÍ, sum átti tørn.

Útiliðið hevði fleiri atsóknir á B36 málið, men antin bjargaði Rene Tórgarð í málinum ella beindi verjan bóltin burtur.

Fimm minuttir fyri steðgin eydnaðist tað KÍ at fáa hol á málskjótingina, og tað var tað fyrsta málið hjá KÍ í ár. Leon Bjartalíð fekk fatur á bóltinum beint frammanfyri miðjuna. Hann slapp at reka ótarnaður oman móti málinum, og nakað uttanfyri brotsteigin royndi hann seg við skoti, sum fór dygst upp í hornið.

Eitt vakurt mál, og KÍ kundi fara til hálvleik við eini eitt máls leiðslu, og tað mundi útiliðið verða væl nøgt við.


B36 svarar straks aftur

Tað var øllum greitt, at B36 ætlaði ikki at lata klaksvíkingar fara norðuraftur við øllum stigunum. Tí vóru teir naskir at byrja við, og tað gav úrslit beinanvegin.

Bara fýra minuttir inn í seinna hálvleik javnaði heimaliðið. Rógvi Róin fangði bóltin uttalaga í brotsteiginum, og hann sendi innfyri eftir jørð, har Ragnar Poulsen stóð púra leysur og bara skuldi seta fótin á.

Fleiri mál komu ikki í dystinum, men bæði liðini høvdu tó málmøguleikar, sum væl kundu givið mál. Tað eydnaðist ikki, og tí fingu liðini eitt stig í part, og tað var kanska rættvíst samanumtikið.

Eftir góðu byrjanina við einum sigri á Sumba á útivølli, megnaði B36 ikki at fylgja hesum sigrinum upp. Havnarmenn skulu næsta vikuskifti til Tvøroyrar. TB hevur enn ongan dyst vunnið, so teir vera uppsettir at vinna tann dystin.

KÍ hevur higartil spælt tveir javnleikir, so teir hava enn ein sigur til góðar í ár. Næstu ferð verður tað ímóti GÍ á heimavølli. GÍ hevur enn einki stig, so tað skuldi verið lag á manni at fáa fyrsta stigið til høldar.


B36 ? KÍ 1-1 (0-1)

0-1: Leon Bjartalíð

1-1: Ragnar Poulsen