royndi seg við at mansverja Artur Johansen, men tað gjørdi ikki tann stóra munin, og Kyndil hótti ongantíð veruliga gestirnar aftur, sum fyri aðru ferð í landskappingini vunnu á Kyndli, umframt at teir eisini [...] teimum í steypakappingini, tá sum 2. deildarlið. Tað er torført at taka nakran framum á StÍF-liðnum, men kortini er tað ikki synd fyri hinar at nevna tveir: Sveinbjørn Poulsen, sum vísti stak gott strikuspæl [...] Men StÍF átti dagin, og teir tykjast nú at hava fingið gott tak á Kyndli, sum teir hava vunnið tríggjar ferðir í ár. Sigurin var eisini týdningarmikil á tann hátt, at strandingar nú eru komnir upp á triðja
McHugh, er sera fegin um, at tað hevur eydnast at fara undir framleiðslu einans 27 mánaðir eftir, at avgerð varð tikin um at fara undir verkætlanina og minni enn fimm ár eftir, at oljufeltið varð funnið. [...] Framleiðsluskipið, sum kemur at liggja á feltinum alla tíðina, kann goyma 900.000 tunnur av olju. BP hevur gjørt sær stóran ómak at liva upp til nútíðar umhvørviskrøvini við eitt nú at koyra gassið niður aftur [...] føroyska fiskimarkinum. Mett verður, at oljukeldan goymir 340 milliónir tunnur av olju. Haraftrat kom 85 mill. tunnur, sum liggja í grannakelduni Loyal. Ætlanin er at framleiða 154.000 tunnur av olju um
úr miðøld at kalla og inn í tað, vit í dag taka sum sjálvfylgju, og Jógvani fall í lut seinastu árini, áðrenn hann fór frá fyri aldur, at telduskráseta føroyska vegakervið. Nú vit eru farnir at eldast, er [...] Miðjarðarhavið og dugdi munin betur at snúgva sær burturi í londum enn vit heimføddu vestmenningarnir og bjargaði okkum úr mangari fløkjuni. Tað skerst tó ikki burtur, at teir tríggir skáladreingirnir eina [...] fóru ferð til Kongsberg, har tann í Noregi landskendi vestmenningurin, Harry Fonsdal, sáli, royndi at fáa okkum til manns. Fyrstir fóru vit, systkinabørnini báðir, Einar og Tórálvur í skálum og eg úr
av dystinum kláraðu at fáa gongd á aftur, var tað bara fyri at minka um munin, so at sjey mál vóru á muni tá dysturin var av. Kyndil vann eisini trygt Tað er eitt ynski frá VB, at tær spæla tveir útdystir [...] hálva tímanum skoraði Kyndil fimm ferðir og VB tvær ferðir so at støðan í hálvleikinum var 10-7. Tað var í byrjanini av seinna hálvleiki, at Kyndil avgjørdi dystin, tí tær skoraðu fýra ferðir áðrenn VB [...] um dag ímóti uppflytarunum úr VB, og bæði Kyndil og Neistin vunnu greiðan sigur. Neistin slapp fyrst at royna seg, tað var leygardagin, og meistaraliðið vann 23-16 eftir hálvleiksstøðuna 10-7. Neistin legði
og fyrst í januar mánaði fara teir aftur út at venja. Um veturin gera donsku feløgini vanliga ferðir suður í hitan at venja, og tað fer Herfølge eisini at gera í januar. Tvær ferðir eru uppá tal, ein [...] ein suður í Europa og ein eystur til Thailands. ? Tað er gott at sleppa at venja á grasið longu í januar mánaði, og tí eru ferðirnar suðureftir kærkomnar, sigur Jákup Mikkelsen. Tá vant verður í Danmark um [...] klaksvíkingunum í Herfølge er at halda plássið, tá farið verður undir seinnu hálvu av donsku kappingini. ? Tað gekk væl undan vetrarsteðginum, og nú seti eg nøsina uppeftir at hava plássið í seinnu hálvu
seint sum síðsta summar skuldu sparingar aftur gerast fyri at fáa játtanina at røkka til. Formaður í Heimahjálparafelag Føroya, Ása Djurhuus, metir, at nú er heimarøktin komin í eina fasta legu. - Arbeiðið [...] er spurningurin um politisku myndugleikarnir loyva tí. Sum fakfelag eiga vit at ávirka leiðslu og politikarar, soleiðis at tey síggja tað sum gongur fyri seg. - Eldraárið er eitt gott tiltak, sum setur [...] samráðst seg til uttan Føroya Arbeiðarafelag, er sera góð fyri limirnar í felagnum, og fer at slóða fyri, at arbeiðið hjá teim hálvt fjórða hundrað virknu heimahjálparunum kring landið kemur í eina fastari
uppi á komfýrinum og nappa. Tað, at eg nevni abban, er tí, at hann, saman við tykkum, hevur verið við til at gera barnaheim mítt til nakað heilt serligt. Og her er tað, at tit bæði, faðir og móðir, koma [...] tíbetur soleiðis innrættað, at skjótt kann verða gloymt, sjálvt um saknurin allíkavæl er til staðar. Bæði hava tit sostatt upplivað eitt øðrvísi bygt heim enn tað, tit sjálvi komu at byggja. Tá ið eg minnist [...] Um tit ikki høvdu verið tey, ið tit eru, so var tað ikki vist, at abbin hevði sitið á okkara torvkassa. Gomul fólk eru ikki altíð líka góð at fáast við, men tú kláraði tað, móðir, og tað skalt tú hava takk
vóru farnir, og tá ið tað restaðu átta minuttir. Felags fyri bæði málini var, at tey vórðu skorað eftir innlegg úr høgru, og at verjuspælið hjá heimaliðnum ikki sá so sannførandi út í hesum støðunum. Í fyrra [...] sending frá Sølva Vatnhamar at fáa bóltin í málið. Eftir steðgin royndi Víkingur seg í løtum við meiri ágangandi pressspæli frammarlaga á vøllinum, tá ið gestirnir royndu at spæla fram úr verjuni, og so [...] venjarin hjá Víkingi Jóhan Peteur Poulsen tríggjar skiftingar. At Ingi Jonhardsson, Olaf Bárðarson og Finnur Justinussen vórðu skiftir inn ber boð um, at breiddin er størri á liðnum, enn hon hevur verið. Í seinna
Á pappírinum er RB Leipzig harðasti kappingarneytin um plássið at koma víðari, tí ongin er veruliga í iva um, at Real Madrid verður at síggja í endaspælinum. Tí kann ein sigur á Celtic í kvøld seta Shakhtar [...] Haifa. Tað er ikki so langtsíðani, at Maccabi Haifa tapti á Tórsvølli móti HB. Uppgávan í kvøld er nakað torførari. Tað kundi verið líkt til, at Juventus og Benfica koma at stríðast um annað plássið í bólkinum [...] á heimavølli, at Rangers skal fáa síni stig. Hetta verður fyrsta royndin á Ibrox. Rangers – Napoli (20.00) Bólkur E: Tað sá so einfalt út á styrkilistanum. Chelsea og AC Milan eiga jú at koma víðari, men
fóru skálamenn at fyrireika seg at spæla í bestu deildini. Málið var at varðveita plássið í fremstu røð. Í kvøld hevur Skála verið í fyrstu royndini eftir uppflytingina. Talan var um grannauppgerð. EB/Streymur [...] endaði við, at Skála flutti niður í næstbestu deildina. Í fjør gekk tað sum eftir ánni hjá Skála og Paula Poulsen, sum var venjari. Lagið var gott, tá ið Skála í heyst flutti upp, og tá ljóðaði, at nú fóru [...] skaðadarvaður. Í kvøld sá hann út til at vera væl upplagdur. Eitt stórt korter var farið, tá ið Jan økti um munin til 2-0, og so kendist mótbrekkan hjá EB/Streymi at vera øgiliga brøtt. Miðvallarin Emil