Haaland skal knúsa sínar egnu

Champions League: Erling B. Haaland skal í kvøld spæla móti sínum fyrrverandi liðfeløgum

Í kvøld verða seinnu dystirnir í 2. umfari í bólkaspælinum í Champions League. Manchester City og Erling B. Haaland fáa vitjan av Borussia Dortmund, sum er fyrrverandi felagið hjá norsku málmaskinuni.

 

Bólkur A:

Dysturin millum skotska Rangers og Napoli bleiv útsettur í eitt samdøgur vegna jarðarferðina hjá drotning Elizabeth. Napoli vísti stórspæl í fyrsta umfari móti Liverpool á heimavølli og vann 4-1. Rangers tapti 3-0 í Amsterdam móti Ajax. Tað er helst á heimavølli, at Rangers skal fáa síni stig. Hetta verður fyrsta royndin á Ibrox.

 

Rangers – Napoli (20.00)

 

Bólkur E:

 

Tað sá so einfalt út á styrkilistanum. Chelsea og AC Milan eiga jú at koma víðari, men fyrsta umfar spældi als ikki við styrkini á pappírinum. Dinamo Zagreb vann 1-0 á heimavølli móti Chelsea, meðan AC Milan bara fekk javnleik í Eysturríki móti Redbull Salzburg.

 

Vinna favorittarnir ikki í dag, so verður spennandi at síggja gongdina í bólkinum, tí Chelsea og AC Milan møtast eftirfylgjandi í tveimum uppgerðum. Tá kann annað standa eftir við fáum stigum, áðrenn seinastu tvey umførini fara í gongd.

 

AC Milan -Dinamo Zagreb (17.45)

 

Chelsea – Redbull Salzburg (20.00)

 

Bólkur F:

 

Tað var ukreinsk gleði, tá Shakhtar Donetsk heldur óvæntað vann greiðan 4-1 sigur í Leipzig. Heimliga kappingin nógv órógvað av russisku innrásini, og fleiri av útlendsku spælarunum hava leitað sær aðrar leiðir.

 

Á pappírinum er RB Leipzig harðasti kappingarneytin um plássið at koma víðari, tí ongin er veruliga í iva um, at Real Madrid verður at síggja í endaspælinum. Tí kann ein sigur á Celtic í kvøld seta Shakhtar Donetsk í lyka støðu, um Real Madrid greiðir sín setning á Santiago Bernabéu móti RB Leipzig.

 

Shakhtar Donetsk – Celtic (17.45)

 

Real Madrid – RB Leipzig (20.00)

 

Bólkur G:

 

Stóri dysturin er á Etihad leikvøllinum í Manchester, har Borussia Dortmund er á vitjan hjá fyrrverandi málskjúttanum, Erling B. Haaland. Heimaliðið og norski áleyparin eru í stórformi, men so er spurningurin um tað er Erling, ið hevur avlisið Dortmund, ella um tað er Dortmund, ið hevur avlisið Erling?

 

Í Parkini í Keypmannahavn er Sevilla á vitjan. Heimaliðið er í kreppu í donsku Superliguni, men í Evropa hevur gingið væl, tí tað hevur eydnast at vinna seg í bólkaspælið í Champions League. Men FCK tapti greitt móti Borussia Dortmund í fyrsta umfarinum, og Sevilla er favorittur til dystin í kvøld.

 

Bólkur H:

Kylian Mbappé, Neymar og Lionel Messi eru stórfavorittar, tá teir í kvøld renna á vøllin í Ísrael móti Maccabi Haifa. Tað er ikki so langtsíðani, at Maccabi Haifa tapti á Tórsvølli móti HB. Uppgávan í kvøld er nakað torførari.

 

Tað kundi verið líkt til, at Juventus og Benfica koma at stríðast um annað plássið í bólkinum. Juventus hevur ikki víst somu styrkina sum okkurt av undanfarnu árunum og tapti í París í fyrsta umfari. Benfica vann favorittsigur á Maccabi Haifa.

 

Maccabi Haifa – PSG (20.00)

 

Juventus – Benfica (20.00)