Skála legði bragdliga fyri

Í kvøld vann Skála fyri fyrstu ferð í bestu deildini síðani 29. juni í 2022

Í heyst fegnaðust skálamenn um uppflytingina, og í kvøld vunnu teir trivaligan sigur í fyrsta umfari í landskappingini

29. juni í 2022 hevði Skála vitjan av AB í bestu deildini. Ta ferðina vann Skála 5-0. Tað var fyrsti og einasti sigur hjá Skála í bestu deildini í 2022, og tað endaði við, at Skála flutti niður í næstbestu deildina.

 

Í fjør gekk tað sum eftir ánni hjá Skála og Paula Poulsen, sum var venjari. Lagið var gott, tá ið Skála í heyst flutti upp, og tá ljóðaði, at nú fóru skálamenn at fyrireika seg at spæla í bestu deildini. Málið var at varðveita plássið í fremstu røð.

 

Í kvøld hevur Skála verið í fyrstu royndini eftir uppflytingina. Talan var um grannauppgerð. EB/Streymur var gestur undir Mýruhjalla, og tað gekk væl hjá Skála, sum vann 3-0.

 

Ein av fáu nýggju spælarunum á Skála er Ragnar Skála, sum higartil hevur verið miðvallari í barndómsfelagnum AB. Í kvøld var dysturin bara gott og væl tveir minuttir saman, tá ið Ragnar Skála legði Skála á odda. Hetta var sambært faroesoccer 58. landskappingardysturin hjá Ragnari Skála í bestu deildini, og í kvøld skoraði hann fyri fjórðu ferð í bestu deildini.

 

Hini bæði málini hjá Skála skoraði Jan Ingason Hansen. Sentrali miðvallarin hevur seinnu árini verið nógv skaðadarvaður. Í kvøld sá hann út til at vera væl upplagdur. Eitt stórt korter var farið, tá ið Jan økti um munin til 2-0, og so kendist mótbrekkan hjá EB/Streymi at vera øgiliga brøtt.

 

Miðvallarin Emil Weihe Joensen, sum í vikuni flutti úr B36 og til EB/Streym, hevði undan steðginum góðan møguleika at minka um munin, men hálvleiksstøðan var 2-0.

 

Tveir minuttir eftir steðgin sá EB/Streyma miðverjin Mikkjal Hellisá beinleiðis reytt kort, og so vóru tað 10 gestir ímóti 11 heimamonnum. Hjá EB/Streymi kom tað eyka illa við at missa miðverjan, tá ið hin fasti miðverjin Andras Ó. Olsen ikki var við, tí hann var leikbannaður.

 

Tá skifti EB/Streymur ein av nýggju monnunum á miðvøllinum, Suna Herman Petersen út við miðverjan Elias Isaksen.

 

Miðskeiðis í 2. hálvleiki var Jan Ingason Hansen aftur upp á spæl, tá ið hann staðfesti 3-0 heimasigurin.

 

Síðstu 20 minuttirnir vórðu eyðkendir av, at báðir partar skiftu nógvar spælarar út.

 

Hjá EB/Streymi verður aftur sunnudagin talan um lykladyst, tá ið B68 verður gestur við Margáir.

 

Skála verður leygardagin partur av grannauppgerð ímóti NSÍ á útivølli.

 

 

 

Skála – EB/Streymur 3-0 (2-0)

 

1-0: Ragnar Skála

 

2-0: Jan Ingason Hansen

 

3-0: Jan Ingason Hansen

 

Dómari: Rúni Olsen

 

Skála: Karstin Hansen – Bjarti Thorleifsson, Jákup Jakobsen, Kristian Martin Jacobsen, Djóni Petersen – Niclai Møller Dohn, Ragnar Skála – Marjus Nón, Jan Ingason Hansen, Teitur Poulsen – Carlos Ferreira

 

EB/Streymur: Jóannes Davidsen – Jens Erik Bruhn, Mikkjal Hellisá, Rógvi Egilstoft, Bergur Poulsen – Tóki H. Johannesen, Virgar Jónsson, Emil Weihe Joensen, Hans Pauli á Bø, Suni Herman Petersen – Filip  Djordjevic

 

Í heyst fegnaðust skálamenn um uppflytingina, og í kvøld vunnu teir trivaligan sigur í fyrsta umfari í landskappingini