hann nú fer at bíða at vita, hvat landsstýrið ætlar at gera við hetta málið. Men megnar landsstýrið ikki at loysa tað, er hann sinnaður til at reisa tað í tinginum fyri at finna eina loysn. Tað haldi eg [...] sigur, at hann hevur tosað við skiparar, og teir halda avgjørt, at tað hevði verið vert at roynt, tí tað er ógvuliga sannlíkt, at tað hevði staðið seg í Føroyum. Reisa málið í tinginum Hann sigur, at hann [...] sigldi, og tað er als ikki nøktandi. Hann sigur, at eftirlitið er avtalað langt síðani, so tað hevur verið ríkiligt av tíð til at útvega annað, hóskandi skip. Hann ivast heldur ikki í, at tað hevði ikki
kórsangur og hornmusikkur. Dansistovugaman fer at undirhalda saman við Tóka & Co. Tvøroyar Sjónleikarafelag fer at undirhalda, og Alex Bærendsen fer at syngja. Eisini fara Torgerð og Dagfinn at undirhalda [...] fara at skipa fyri skemti fyri børnum og tað eina kvøldið verður stórt fýrverkarí. Undirhaldið endar við einum stórum gallashowi við tónleiki, mótasýning og undirhaldi. Fyri at lokka framsýnarar at gera [...] vørum, sum verða bjóðaðar út og vístar fram. Higartil hava 31 framsýnarar teknað seg, men enn er pláss fyri einum fýra, fimm afturat. Og har verður alt møguligt at finna, heilt frá bilum og billutum, edv
tekningar og dybdarkort av samferðsluhavnini á Drelnesi, og tað er kannað nú. Tekniskt er onki í vegin fyri at lata Norrønu røkja suðuroyarsiglingina. Tað er ivaleysa djúpt á Drelnesi og tað ber eisini [...] er, hvussu djúp tað stakk tá. Men tað er so í øllum førum greitt, at síðani er tað blivið til alt annað enn skemt. Tí myndugleikarnir eru nú farnir at kanna møguleikarnar fyri at seta Norrønu í suðuroya [...] metrar long, og tað kann verða ein trupulleiki, sum ikki er liðugt loystur enn. Óli Hammer sigur, at fyribils eru Smyril Line bara biðið um at kanna um tað tekniskt ber til lata Norrønu røkja Suðuroyarsiglingina
Tí bendir alt á, at verður Dúgvan sett í siglingina, fer tað at fáa avgerandi ávirkan á landskappingina við tað, at tað uttan iva fer at kosta suðuroyarliðunum stig, at tey noyðast at møta til dystir við [...] í Suðuroynni, at hann kom úr krígsherjaðum landi, men at tað var lítið av miklum afturímóti at sigla við Dúgvuni til og frá dysti ímillum suðuroynna og Havnina. Tað hevði hann roynt og tað ger hann ikki [...] Thomsen sigur, at feløgini í Suðuroynni eru so illa fyri við fólk, at tey tola ikki, at nakar setist eftir, og tá slett ikki av slíkum orsøkum. Hann vísir eisini á, at tað verður ómøguligt at fáa áskoðarar
Dimon sigur, at ein annar vansi er, sum als ikki skal undirmetast. Og tað er, at fólk hava so so litið álit á Dúgvuni, at tey ikki tora at sigla við henni. Tað sama ár um ár Jonny Dimon sigur, at báði Str [...] leingi, at ríkiligt av tíð hevur verið at útvega hóskandi avloysara- skip. Tí krevja vit, at hóskandi avloysaraskip verður útvegað. Ber tað ikki til beinanvegin, krevja vit, at borið verður so bandi, at eftirlitið [...] Táið tað frættist, at ætlanin er at seta Dúgvuna í sigling ímillum Havnina og Suðuroynna, blivu suðuroyingar illir. Og vikuskiftið hevur ikki kølt teir nakað serligt, tí teir eru akkurát líka illir enn
tá lán verða veitt við síðustillaðum 2. veðrætti, og við slíkari lánsveiting koma fleiri lánsveitarar at býta tapsvandan, vísir fíggjarmálaráðharrin á í viðmerkingunum. Móttikið 37 mió. kr. Og at enda sigur [...] Kallsberg, at nógv bendir á, at stuðulin til fiskivinnuna minkar munandi ella fellur burtur, og tí kundi hetta verið ein hóskandi møguleiki at fáa útlænta pening landsstýrisins útaftur í tað umfar, hann [...] umsiting av gjaldførislánum, og sigur í viðmerkingunum, at ætlanin við lógini um gjaldførislán var, at hóast lánsbrøv útgivin av Realinum skuldu afturgjaldast yvir 10 ár, og lán veitt av Realinum somuleiðis
H71, tá tað vóru eini fimm umfør eftir, og tað merkti, at VÍF var føroyameistari. Sjálvandi hevði tað verið stuttligari, um vit nú sjálvir høvdu spælt og vunnið, men tað er so ikki tað týdningarmiklasta, [...] Tað er sjálvandi rætt, at Áki og Ingi hava nógv at siga, ikki minst tí teir skjóta nógv mál, og tað eru jú málini, sum telja. Tað er eisini rættiliga takksamt at spæla saman við teimum. Men vit hava í [...] lagt okkum eftir at fáa verjuna at rigga betur, og tað er eisini batnað í endaspælinum. Har hava Sjúrður Holm, Ingi og eg sjálvur havt eitt gott samstarv, heldur Hjalmar og leggur afturat, at eisini ungir
Tað er rættiliga langt síðani, at StÍF misti møguleikan fyri at gerast føroyameistari, men tað forðaði ikki strandingum í at vísa rættiligt meistaraspæl í dystinum móti H71 sunnudagin. Við eini sterkari [...] stóð enn eina ferð sera væl í StÍF-málinum, og saman við offensivu verjuni forðaði hann H71 í at fylgja við StÍF á máltalvuni. Eitt gott dømi um hetta er, at tað gingu 11 minuttir, áðrenn Andreas F. Hansen [...] sindur, og eftirsum summir StÍF-spælarir eisini kunnu vera eitt sindur snarsintir, var fleiri ferðir vandi fyri, at tað kókaði yvir. Men Hjalmar og Kristian stýrdu dystinum væl og mistu ikki tamarhaldið, hóast
Herfølge tapt. ? Tað er týdningarmikið, at vit hyggja uppeftir stigatalvuni heldur enn niðureftir, og eg eri vissur í, at vit fara at yvirliva í superliguni, sigur Jákup Mikkelsen. Hann og Herfølge spæla [...] toppliðunum, Silkeborg og Brøndby, hittust longu fríggjakvøldið. Leingi var ivi um hendan og aðrar dystir, tí kuldin hevur gjørt um seg í Danmark seinastu vikurnar, og tað er ikki gott fyri grasvallirnar. [...] 90 minuttirnar, og tað gjørdi hann sannførandi. Einaferð mátti hann lúta, og tað var tá Ikast javnaði við einum framúr langskoti úr 20 metrum, sum klaksvíkingurin ongan møguleika hevði at verja fyri. Annars
Ingálvur av Reyni og Eyvindur Mohr. ? Tað kostar 14.000 krónur at gera ein brunn, og fáa vit tað, so er tað nøktandi, men betri er, um vit fáa fyri fleiri, sigur hann. Leif Erik Niclasen sigur, at hann roknar [...] koma inn og geva eitt boð. Er tað í samsvari við metingina, so verður selt, annars selja vit ikki. Tað vil siga, at tað ikki ber til at ogna sær ein málning bíliga á henda hátt. Leif Erik vónar at tiltaki [...] roknar við, at peningastovnarnir koma inn á gólvið. ? Teir hava ofta brúk fyri málningum, og hesaferð fer peningurin óskerdur til eitt so sera gott endamál, sigur hann. Tað eru málararnir sjálvir, sum hava