Táið tað frættist, at ætlanin er at seta Dúgvuna í sigling ímillum Havnina og Suðuroynna, blivu suðuroyingar illir.
Og vikuskiftið hevur ikki kølt teir nakað serligt, tí teir eru akkurát líka illir enn.
Men ætlanin er ikki at góðtaka uttan svørðslag, at Dúgvan verður sett at røkja suðuroyarsiglingina ein heilan mánaða ímeðan Smyril er til fimm ára eftirlit frá 20 apríl.
Og ætlanin ern nú at mótmæla hesi ætlan.
Leygardagin hevði Økisfelagið fyri ferðavinnuna í Suðuroy fund og tað samtykti einmælt at senda báði ráðharranum í samferðslumálum, Edmundi Joensen, løgmanni, stjóranum á strandferðsluni, Reidari Nónfjall og løgtinginum mótmæli.
Samstundins varð samtykt at senda øllum løgtingsmonnunum fyri Suðuroynna avrit av mótmælinum.
Jonny Dimon sigur, at Økisráðið góðtekur heilt einfalt ikki, at Dúgvan verður sett í Suðuroyarsiglingina.
Hon er ikki skip at sigla hesa farleið við, sum fyri ein stóran part er á opnum havi, tí hon er ov lítil, og rullar ov illa
Hon sigur, at heldur ikki tekur Dúgvan hvørki nóg mikið av ferðafólki, ella av farmi til at nøkta tørvin, sum er.
Hvør ferð ímillum Havnina og Suðuroynna tekur tríggjar tímar í besta føri, oftani væl longri.
Og Dúgvan er alt ov illa útgjørd umborð við sitiplássum og øðrum fasilitetum til so langa ferð. Eitt nú er benkurnir alt ov smalir og í ov vánaligum standi at sita so leingi í.
Men Jonny Dimon sigur, at ein annar vansi er, sum als ikki skal undirmetast. Og tað er, at fólk hava so so litið álit á Dúgvuni, at tey ikki tora at sigla við henni.
Tað sama ár um ár
Jonny Dimon sigur, at báði Strandferðsla og politiskir myndugleikar vita, hvat suðuroyingar halda um Dúgvuna.
Tí er tað átaluvert, at tey ár um ár koma okkum í hesa støðu, at roynt verður at trumfa Dúgvuna í sigling, hvørja ferð Smyril er burtur.
Eftirlitið hevur verið avtalað so mikið leingi, at ríkiligt av tíð hevur verið at útvega hóskandi avloysara- skip. Tí krevja vit, at hóskandi avloysaraskip verður útvegað. Ber tað ikki til beinanvegin, krevja vit, at borið verður so bandi, at eftirlitið verður útsett til hóskandi skip er funnið, sigur Jonny Dimon.
Hetta, sum nú er ætlanin, er at seta okkum meiri enn 30 ár aftur í tíðina, tí gamla Dúgvan var hóast alt betri útgjørd umborð - og tað kann undir ongum umstøðum góðtakast.