móti fullveldinum, og hana skal Føroya fólk taka støðu til á eini fólkaatkvøðu í apríl. Tá so øll málsøki eru yvirtikin og blokkstuðulin niðurlagaður, skal Føroya fólk aftur til fólkaatkvøðu at taka støðu [...] landsstýrið beinan vegin, tað varð skipað, skuldi havt sett sær fyri eina slíka skipan. Tí so hevði verið komið nógv longur á sjálvstýrisleið, enn tað higartil hevur eydnast. ? Eg eri bangin fyri, at tá valskeiðið [...] at hann ætlar at fáa eina avtalu í lag við danir í hesum mánaðinum, um at broyta heimastýrislógina, so tað eisini stendur løgtinginum frítt at yvirtaka málsøki á lista B í heimastýrislógini. Hesa avtaluna
ítróttur, men líka so nógv fyri at hoyra, lesa og síggja hvussu leikur fer. Sosialurin fer eisini at hava fólk á staðnum, sum fer at senda tilfar heim til blaðið. Men umframt tað, so hava Sosialurin, Útvarpið [...] at tíðindatænastan kann verða so góð, sum yvirhøvur tilber. Umframt tíðindini frá Sosialinum fer Útvarpið eisini at leggja allar ljóðfílar inn á heimasíðuna soleiðis, at fólk, sum ikki eru í Føroyum, ella [...] Ein hópur av føroyskum ítróttarfólki hava vant sera miðvíst seinastu nógvu mánaðirnar fyri at vera so væl fyri sum á nakran hátt gjørligt, tá stóra løtan upprennur. Nú fer tíðin at nærkast av álvara, og
siga, so vil løgreglan fegin hava boð. Ringjast kann á støðina í Runavík tlf. 447130 ella á støðina í Havn tlf. 311448. Bilurin hvarv Eisini í høvuðsstaðnum var vikuskiftið ógvuliga friðarligt. Nógv fólk [...] Hóast tað var stevna inni á Skálafjørðinum hetta vikuskifti, so var løgreglan har ikki overvað av arbeiði um vikuskiftið. Janus Vang, støðleiðari í Runavík sigur at har gekk alt serstakliga friðarliga [...] vikuskiftið sigur Janus Vang, men stevnumentanin í Eysturoynni er ein onnur enn hon er eitt nú í Havn. ? Fólk koma í bili til kappróður ella fótbólt og tey fara avstað aftur beint eftir at liðugt er. Tað er ikki
stendur á síðulinjuni og fylgir gongdini, fegnast hann um, at tað eru fólk, sum vilja og tora at taka tøk eisini stór tøk, sum tað er at gera so stórar íløgur í vinnulív. Sjálvur eigur Jógvan enn ein minni part [...] ættarliði, duga ikki rættiliga at ímynda okkum, hvussu so stórar íløgur skulu fáast at hanga saman. Men her er ivaleyst talan um framtíðaríløgu, har nógv verður goldið fyri tey veiðirættindi, sum skipið hevur [...] part í línuskipinum, Mascot, men er annars leysur av øllum vinnulívi. - Jú, tað er so vist, at váði er í slíkum íløgum, men vit vóna øll, at hetta eru góðar íløgur, sum verða til gagns fyri felagið, ið
bilurin fram eftir ísinum heilar 90 metrar. Tað var heldur lýtt hendan dagin, hitin lá um 5 stig, so nógv væta var oman á ísinum, sum gjørdi breyta sera hála - als ikki ókendar umstøður á okkara leiðum. [...] Við at kenna eginleikarnar - og ikki minst við at halda høvdið kalt, so fært tú arbeitt teg úr eini slíkari støðu. Men sum altíð, so hevur tað stóran týdning at halda høvdið kalt, at hava røttu dekkini [...] At størstu mistøkini í ferðsluni í kava verða gjørd, tí fólk ikki duga nóg væl at meta umstøðurnar - og ikki koyra eftir umstøðunum, fingu vit eftirtrykkiliga staðfest á koyriteknisku breytini hjá Norsk
fóru heim, tí sum onkur segði - Hetta hevur avgjørt givið iblástur til nógv góð bindiklubbaprát framyvir. Ikki ein sjúka Sum við so mongum øðrum ?kvinnusjúkum? hava skiftisárini verið sett í samband við [...] einstaku kvinnuni best, segði Helena. Frálíkt hugskot Helena var ikki sørt ovfarin av, at so nógvar kvinnur í so ymsum aldri vóru komnar at lurta hetta kvøldið og helt tað vera eitt avbera gott hugskot [...] forvitnisligum tiltøkum, har fólk eisini hava høvi at gerast lánarar og lána bæði bøkur og bløð heim við. Hetta kvøldið vóru tað also kvinnurnar, ið áttu løtuna, og tær vóru ikki so fáar, sum nýttu høvi at
sum vandamiklar, og heitt verður á fólk, sum møguliga hava keypt hesar, um at koyra tær í skrell. Samstundis verður sagt, at hóast fólk hava nýtt hesar vørurnar, so er heilsuvandin ikki ræðandi stórur [...] døgurða mikudagin, og sum vit hava skilt, so eru føroysku matvøruhandlarnir nú farnir at kanna, hvørt tey hava nakrar av hesum vørum. - Vit hava júst fingið boðini, so eg veit ikki, um vit hava hesar vørur [...] worcestershire sauce við ólóglia litevninum, Sudan 1, í framleiðslu síni. Danskir miðlar hava gjørt nógv burturúr hesum, men mikudagin hevði Heilsufrøðiliga Starvsstovan í Føroyum tó ikki fingið nakað alment
skúlanum í Eintrøa. Síðstu árini hevur onkur føroyingur verið okkurt árið. Nú fara vit trý so yvir. Annars eru fólk allastaðni frá. Millum annað hevur onkur verið úr Ghana, Ísrael og øðrum forkunnugum londum [...] Argentina á ein YWAM bíbliuskúla at taka DTS. Tað vóru 42 fólk í mínum toymi. Tað var eitt sera gott upplivilsi, hóast umstøðurnar ikki vóru so góðar, sum tær eru í skúlanum í Norra. Vit búðu fleiri dreingir [...] einum kamari, og eg hevði ein lítla koyggjusong. Eg mátti leggja alt viðførið við fótalagið í songini, so tað var trongligt, greiðir Marni frá við einum smíli. Marni hevur annars lært í Skemmuni og arbeiddi
búskapurin veksur skjótari har enn í heimlondunum í Europa, Japan ella hvar. Hesar íleggingar eru, so ella so, við til at fíggja amerikanska undirskotið. Amerikanska Business Week Sjálvt tað amerikanska vikublaðið [...] er, siga teir, at fólk fara at missa álitið á amerikanska búskapinum, og at teir sum standa fyri stýrinum (Bush-stjórnin) ikki klára uppgávuna. Tá metast skal um útlitið fyri 2005, so er dolarin eitt "Wild [...] staðni, at tað framvegis er tað ovurstóra hallið á amerikansku handils- og gjaldsjavnvágini, sum fær fólk at ivast. Kann amerikanski búskapurin framhaldandi draga útlendskan kapital til, sum kann fylla holið
henni dámar væl at práta við fólk sum kemur á gátt, tað ivast neyvan nakar í. Hetta merkja ikki minst tey, sum koma inn í sølubúðina. - Eg haldi at tað er so stuttligt tá fólk kemur inn at keypa í handlinum [...] - Mær dámar øgiliga væl at arbeiða. Og so er tað so gott fyri hendurnar eisini! 21 ára gamla Joanna Jarnskor Poulsen av Strondum hevur úr at gera henda mánadagin á verkhúsinum. Á borðinum stendur ein [...] handilin, og henni á baki ein annar av brúkarunum, Ann. Her gongur sjón fyri søgn, at tey duga væl at fáa nógv burtur úr tilfarinum, tey hava at arbeiða við. - Í dag skal eg seyma Joanna er sera glað um at hon