Størstan týdning at halda høvdið kalt

Tað eru teir smáu marginalarnir, sum telja, tá vit koyra í hálku. Bara við at koyra einar tveir ella tríggjar km/t meira, økist vandin sera nógv. Munurin millum at koyra trygt og at missa tamarhaldið á bilinum í hálku er sera lítil. Tí snýr tað seg um at halda høvdið kalt og duga at meta um umstøðurnar

At størstu mistøkini í ferðsluni í kava verða gjørd, tí fólk ikki duga nóg væl at meta umstøðurnar - og ikki koyra eftir umstøðunum, fingu vit eftirtrykkiliga staðfest á koyriteknisku breytini hjá Norsk Trafikksenter, tá Sosialurin saman við GoodYear-umboðnum í Føroyum, Fríðriki Bláhamar frá Super Dekk í Havn, luttók á GoodYear Safety Driving School - ið er eitt kavakoyriskeið, sum GoodYear í Noreg skipar fyri.

Dagsskeiðið, ið er ætlað GoodYear-kundum, fer fram á størsta koyritekniska anlegginum í Norðanlondum. Tað er Norsk Trafikksenter, sum eigur anleggið, ið eisini verður nevnt Vålerbanen. Tað liggur nærindis Elverum einar 170 km norðan fyri Oslo.

_ Endamálið hjá okkum er, at øll sum koyra við okkara vetrardekkum, eisini skulu fáa kunnleika um vetrarkoyring, søgdu umboð fyri GoodYear í Noreg, áðrenn skeiðsluttakararnir sluppu út á sjálva breytina.

- Vit síggja tað sum eitt gott endamál at læra fólk at koyra í hálku, ti vit eru sannførd um, at tess tryggari bilførarar vit hava, færri verða vanlukkurnar og óhappini.

Undirvísingin á skeiðnum gekk í stuttum út upp á at bremsa á einum beinum, hálum strekki, um at bremsa við ABS bremsum, um at stýra gjøgnum eitt hált sving, um at bremsa í kurvum, og um brádliga at stýra undan vanda.

Tað er øllum kunnugt, at bremsulongdin økist, tess hægri ferðin er. Men á hesi breytini fingu vit rættuliga høvi at royna, hvussu lítil ferðøking skal til fyri eitt nú at tvífalda bremsulongdina. Tykkara útsendu koyrdi í einum vælútgjørdum VW Passat TDI við bæði ABS og ESP (antispin).

Okkara fyrsta uppgáva var at koyra við 50 km/t fyri síðani at smekka bremsurnar í og halda, til bilurin steðgaði. Við hesi ferð gleið bilurin fram eftir ísinum heilar 90 metrar. Tað var heldur lýtt hendan dagin, hitin lá um 5 stig, so nógv væta var oman á ísinum, sum gjørdi breyta sera hála - als ikki ókendar umstøður á okkara leiðum.

Nú skuldu vit økja ferðina við 10 km/t til 60 km/t. Hetta hevði við sær, at bremsilongdin øktist til 150 metrar. Síðani øktu vit ferðina til 65 km/t, og nú var bremsilongdin næstan 200 metrar.

Næstan uppgávan var at koyra í einum hálum svingi. Hetta er ikki so fjart frá tí, vit royna í hálku úti á vegunum heima í Føroyum, men tað er bara eitt sindur øðrvísi, tá tú kanst kanst royna mørkini - uttan at vandi var á ferð. Uppgávan var at finna fram til, hvussu spakuliga tú skalt koyra, fyri at vera 100% tryggur. Síðani skuldi ferðin økjast líka til vit ikki høvdu tamarhald á bilinum longur. Tað áhugaverda við hesum var, at tað snúði seg um nakrar fáar km/t - eina fimm til átta, sum gjørdu útslagið.

Ein onnur uppgáva var eitt venda brádliga undan einum vanda - sum at venda undan seyði á føroysku landsvegunum. Her sóu vit eisini, hvussu ómetaliga stóran týdning tað hevur, at tú dugir at gera tær dælt av útgerðini, sum bilurin hevur. Í okkara føri hevði bilurin bæði ABS-bremsur og antispin - og tað krevur, at tú ert tilvitaður um, hvussu henda útgerð uppførir seg, annars fært tú ikki fulla nyttu av henni. Við at kenna eginleikarnar - og ikki minst við at halda høvdið kalt, so fært tú arbeitt teg úr eini slíkari støðu. Men sum altíð, so hevur tað stóran týdning at halda høvdið kalt, at hava røttu dekkini og at koyra eftir umstøðunum - og tá skal ferðin altíð havast í huga.