Sósin tikin av hillunum

Týskvøldið kom fram, at fleiri danskir matvøruframleiðarar hava nýtt eina worcestershire sauce við ólóglia litevninum, Sudan 1, í framleiðslu síni.
Danskir miðlar hava gjørt nógv burturúr hesum, men mikudagin hevði Heilsufrøðiliga Starvsstovan í Føroyum tó ikki fingið nakað alment skriv hesum viðvíkjandi.
Erla Jensen á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni sigur, at tey vanliga fáa fráboðanir, tá slík evni stinga seg upp, men at eingin slík er komin hesaferð. Starvsstovan vísir tó til heimasíðani hjá danska Fødevarestyelsen, eins og tey hava givið boð til handlar um at ansa eftir, at vørurnar á listanum hjá donsku myndugleikunum ikki eru á føroyskum handilshillum.
Tey boðini vórðu givin beint fyri døgurða mikudagin, og sum vit hava skilt, so eru føroysku matvøruhandlarnir nú farnir at kanna, hvørt tey hava nakrar av hesum vørum.
- Vit hava júst fingið boðini, so eg veit ikki, um vit hava hesar vørur á goymslu, ella um vit møguliga hava selt nakað. Tað fara vit at kanna nú, og er nakað, so verður tað sjálvsagt tikið av hillini, sigur Dánjal Jespersen í Miklagarði, har tey nú eru um at kanna handilshillarnar.
Í danska tíðindaskrivinum verður niðanfyristandandi vørur givnar upp sum vandamiklar, og heitt verður á fólk, sum møguliga hava keypt hesar, um at koyra tær í skrell.
Samstundis verður sagt, at hóast fólk hava nýtt hesar vørurnar, so er heilsuvandin ikki ræðandi stórur. Talan er nevnliga um ógvuliga smáar mongdir av Sudan 1, sum verða nýttar í hesum.

---------
Vørurnar á listanum hjá danska Fødevarestyrelsen eru hesar

Frá Arla Foods:
*Karolines Whisky Sauce.

Frá Jensen's Foods:
*Jensen´s Whisky sauce. Mindst holdbar til 21.06.2005
*Jensen´s Cognac sauce. Mindst holdbar til 21.06.2005
*Jensen´s Favorit sauce. Mindst holdbar til 21.06.2005
*Jensen´s Peber sauce. Mindst holdbar til 21.06.2005
*Whisky sauce. Mindst holdbar til 21.06.2005
*Steak sauce. Mindst holdbar til 21.06.2005

Frá Kolding Salater:
Selt til Fakta og Liva handilsketurnar
*Steak sauce, med holdbarheder frem til 16.06.2005
*Whisky sauce, med holdbarheder frem til 16.06.2005

Frá Bähncke A/S:
Vørurnar eru bert seld catering-marknaðinum í tíðarskeiðinum 1. apríl 2004 til 18. februar 2005-02-23
*Bähncke Tomat Ketchup 125 x 20 g mindst holdbar fra - til 28.01.05 16.09.05
*Sunset Boulevard Ketchup 20 g Mini Pose mindst holdbar fra - til 04.03.05 15.10.05
*Bähncke Power Tomat Ketchup 6 x 900 g mindst holdbar fra - til 14.01.05 18.10.05
*Bähncke Power Tomat Ketchup 1 x 11 kg mindst holdbar fra - til 06.03.05 25.09.05
*Bähncke Power Tomat Ketchup 1 x 4,25 kg (Bag in Box) mindst holdbar fra - til 03.02.05 16.08.05
*Bähncke Barbecue Sauce 1 x 4,25 kg (Bag in Box) mindst holdbar fra - til 19.01.05 26.09.05
*Bähncke Barbecue Sauce 6 x 900 g mindst holdbar fra - til 26.01.05 22.09.05
*Bähncke Barbecue Sauce 1 x 5 kg mindst holdbar fra - til 22.02.05 02.08.05

Frá Crown-Food:
*Peber sauce 335 ml glas til Irma, DETAIL Irmas Pebersauce
*Produceret 23.12.2004 mindst holdbar til 23.12.2005
*Produceret 18.11.2004 mindst holdbar til 18.11.2005
*Produceret 29.10.2004 mindst holdbar til 29.10.2005
*BBBQ Sauce 8 kg seld til Tasty Brand Restaurant-ketuna. Mindst holdbar til 23.02.2005 og 25.05.2005