ÆTTLEIÐING »Ein urtagarður uttan blomstur er ongin urtagarður. Eitt hús uttan børn er ikki eitt hús við lívi í«. Soleiðis tekur Sigrid Sighvatsson – sum er ættað av Skála, men í nógv ár hevur búð í Danmark [...] ár at fáa ættleidda barnið til Danmarkar. - 18. desember í 2006 fingu vit at vita, at vit áttu eina Sarah á einum barnaheimi í India, og í august í fjør kundu vit fara eftir henni. Vit fingu hana 26. august [...] keypt eina reyða sofu at seta inn í tað. - Frammundan hevði eg vitjað ein hondlesara, sum segði, at vit fóru at fáa eina gentu. Tá sofan var komin inn, og vit seta okkum í hana, siga vit við hvørt annað,
ítróttarlívið í Gøtu. Hann var Mr. GÍ, hesum ivaðist ongin í, og sum slíkur tænti hann felagnum, og leiddi ungdómarnar í bygdunum upp á hægstu ítróttatindar landsins. Myndin av Haldgrími, í reyðari føroyskari [...] filantropurin í honum ein ovurmikil gáva til Gøturnar. Tríggjar vikur eftir at hann var farin úr tí tiltikna góða skúlanum í Gøtu, valdi Haldgrím at royna sjólívið. Hann var til skips í fimm ár. Hann var [...] var við Føroyingi, sum Óla Hans Olsen í Syðrugøtu førdi og Dánial Jákup í Skipshandlinum átti. Hetta var við snøri og í sjálvdrátti. Við sama skipara var hann í Grønlandi við Tinganesi. Partafelagið Norðlýsið
Nýggjársdag kl. 11.00: Hámessa í kirkjuni Fríggjadagin 2. januar kl. 11.30: Messa í Kerit Leygardagin 3. jan. kl. 11.30: Messa í Kerit Sunnudagin 4. jan. kl. 11.00: Hámessa í kirkjuni. Aftan á verður kirkjukaffi [...] til, formannin:?Sofíu Haraldsen, tlf. 332741 ella ein av nevndarlimunum. Eldrahugni á Tvøroyri Er á kafeteria í høllini í Trongisvági hvønn onsdag í líkaviku frá kl 15.00 til 18.00. Bilur fæst til staðið [...] r 37. AA-fundir í Vestmanna Í Skótahúsunum Hósdag kl. 20 AA-fundur. Sunnudag kl. 17 AA-fundur (opin fundur). AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn
hevur lýst dagin í dag ?Vreiðinnar dag? og eggjar til mótmæli Hamas-leiðarin Nizar Rayyan doyði í einum ísraelskum bumbuálopi í gjár, og tað hevur fingið Hamas at lýsa dagin í dag sum ein vreiðinnar dag [...] dag. Millum annað hevur Hamas eggjað palestinum í Gaza og aðrastaðni at skipa fyri mótmælistiltøkum aftan á fríggjadsbønina í dag. -Latið dagin í dag vera ein dag við samhaldsfesti og vreiði ímóti teirri [...] teirri zionistisku hersetingini, sigur Hamas í kunngerðini. Ísraelsku myndugleikarnir hava sent fleiri túsund løgreglumenn og hermenn í gøturnar at forða fyri ófriði í Eysturjerusalem og á Vestara Áarbakka.
verið við tíðini í Føroyum er fráfarandi sendimaðurin ikki í iva. Vinskapurin og blíðskapurin, tú møtir alla staðni. Og lat meg líka nevna, at eg í summar saman við vinfólkum var ein túr úti í Mykinesi og [...] hevur verið ein góð tíð. Eg hevði verið í Føroyum einar tvær-tríggjar ferðir, men nú havi eg so búð her í eitt ár og níggju mánaðir, segði Eiður Guðnason. Hann fegnaðist um at hava upplivað tíðina í Føroyum [...] Mykineshólmi, og tað bleiv ein serligur dagur. Hitin má hava veri oman fyri 20 stig, og hetta er ein dagur, sum eg ongantíð fari at gloyma, segði Eiður Guðnason. Hjálpa til sjálvstýri Tá tað kemur til
framhaldandi skulu ganga í skúla í donskum bingjum. Óneyðugt er at siga, hvat tað var fyri ein polittikari, sum áðrenn valinum, billaði fólki inn, at trøðini í Havn vuksu upp í Himmalin, við at lova bæði [...] samkomuhøllini er aftur eitt tekin um, at meirilutin arbeiðir í blindum, og at tey ikki hava tamarhald á teimum ætlaðum, sum settar eru í kortið. Eg vænti ikki, at viðurskiftini verða betri við nývalda [...] ikki nú, so verður seinur dagur at hann blívur bygdur. 4. juli 2008 var lisitiatión av skúlanum, og tá vistu øll, hvat kostnaðurin fyri skúlan kom at verða. Síðani lisitiatiónina í summar, hevur Heðin Mortensen
hoyra persónlig “antidonsk” gylp í okkara almenna Public Service Kringvarpi. Men ikki nokk við tað. Í fyrstu “Dagur og vika” í árinum, fekk formaðurin í Tjóðveldi høvi til í beinleiðis sending frá studio [...] Tá vit nýggjársdag í tíðindasendingini í útvarpinum kl. 14 hoyrdu ein stuttan samandrátt úr nýggjársrøðuni hjá Drotningini verða lisinan upp og tíðindamaðurin móti endanum í einum speiskum tóna segði nakað [...] við atliti til tað, sum farið er fram í árinum og tí, sum stendur fyri framman. Framíhjárættur í Kringvarpi Føroya Omanfyri nevndu hendingar eru bert ein dropi í havinum. Undirritaði hevur onkuntíð ringt
hin 25. februar í 1943. Aksel eigur eisini sín stóra lut í, at reiðfólk í síni tíð fingu síni høli til rossini. Føðingardagurin hjá Akseli byrjaði við, at fleiri enn fimmti reiðfólk í skrúgongu á rossabaki [...] stallinum hjá Akseli bar leiðin í felagshúsið hjá Føroya Ríðingarfelag á økinum hjá felagnum í Havnardali, har skipað varð fyri borðhaldi, og røður vórðu hildnar. Móttøkan í sambandi við dagin hjá vinnulívs-og [...] var tí rættiliga serstøk. Fleiri røður Í felagshølunum í Havnardali bóru fólk, sum komin vóru saman at heiðra Aksel, fram røður og heilsanir. Eitt nú bóru formaðurin í Føroya Ríðingarfelag, Hans Vilhelm Lutzen
skotvápn ræður! Tað gav sending í danska TV2 í vikuni eitt gott boð uppá. Í USA,”Gods own country”, uppala foreldur børn síni longu frá fimm ára aldri til at gerast meistarar í skotvápnum, ja rætt og slætt [...] Eingin dagur fer framvið uttan vit frætta um dráp og morð, har skotvápn eru brúkt. Vit hoyra um hesi í miðlunum, og í øðrum hvørjum filmi vit síggja eru skotvápn partur av høvuðsboðskapinum. Hesi eru so [...] til tess at minka um hesi. Hvussu torført tað tó er sæst í tí herjaða Gaza, har ein av heimsins hernaðarligu sterkastu tjóðum, Ísrael, í sínum stríði móti palestinska Hamasfelagsskapinum eisini er við at
r. Í Klaksvíkar Talvfelag hevur Petur Hans verið ein sonn eldsál. Áhugin fyri telvingini varð kveiktur í skótaliði Nólsoyar Pálls, har Petur Hans luttók í síni fyrstu kapping. Seinni gekk leiðin í Klaksvíkar [...] Petur Hans Poulsen er føddur í Klaksvík í 1949 og er sostatt millum teir elstu í tí litríka árganginum, sum klaksvíkingar rópa ”fortyniner”. Í hesum liði eru nøvn sum Ólavur Presley, Agnar á Dul, Eliesar [...] Sørin hjá Hans, Trygvi hjá Jens í Árnafirði, John P. Danielsen, Óli á Dalinum o.s.fr. Petur Hans er sonur Onnu Sofíu (fødd Klakkstein) dóttir Malenu og Jógvan bónda í Innistovu í Klaksvík, og hegnismannin Poul