Tá vit nýggjársdag í tíðindasendingini í útvarpinum kl. 14 hoyrdu ein stuttan samandrátt úr nýggjársrøðuni hjá Drotningini verða lisinan upp og tíðindamaðurin móti endanum í einum speiskum tóna segði nakað soleiðis: “ .. so komu tey 10 sekunduni, sum vit øll høvdu bíðað eftir ..” . Tað var nevniliga heilsanin til Føroyar, sum Drotningin tá bar fram, ið hann meinti við. Hetta er ikki fyrstu ferð, at vit hoyra persónlig “antidonsk” gylp í okkara almenna Public Service Kringvarpi. Men ikki nokk við tað. Í fyrstu “Dagur og vika” í árinum, fekk formaðurin í Tjóðveldi høvi til í beinleiðis sending frá studio at gera politiskar viðmerkingar til ópolitisku nýggjársrøðuna hjá løgmanni. Eingin av hinum politisku floksleiðarunum fekk sama møguleika, men hví júst formaðurin í Tjóveldi, ið bert umboðar 25% av fólkinum? Hvat við hinum 75%, hvør svarar fyri tey? Nýggjársrøðan hjá løgmanni er annars ikki ein politisk løgmansrøða, men ein nýggjársheilsan frá løgmanni sjálvum – ikki frá samgonguni - til Føroya fólk við atliti til tað, sum farið er fram í árinum og tí, sum stendur fyri framman.
Framíhjárættur í Kringvarpi Føroya
Omanfyri nevndu hendingar eru bert ein dropi í havinum. Undirritaði hevur onkuntíð ringt niðan til Kringvarpið fyri at gera vart við tendensiøs ella propaganda líknandi fyribrigdir av somu skuffu, men tað fær mann ikki nakað burturúr. Ein tíðindamaður (sami sum við Drotningini omanfyri) belærdi meg um, at objektivitetur fanst ikki. So blivu vit tað klókari! Tjóðveldis áskoðanin hevur havt og tykist framvegis at hava ein óskrivaðan framíhjárætt í okkara Kringvarpi – bæði so og so!
Við Public Service skyldum hangandi um beinini og gjøgnumskygni sum ófrávíkiligt krav verður neyðugt at broyta praksis í Kringvarpi Føroya ella at broyta navnið til Tjóðveldisvarp Føroya - kvilkin skulu vit velja, frú Kringvarpstjóri?
Tórshavn 04.01.2009