Hamas-felagsskapurin hevur lýst dagin í dag ?Vreiðinnar dag? og eggjar til mótmæli Hamas-leiðarin Nizar Rayyan doyði í einum ísraelskum bumbuálopi í gjár, og tað hevur fingið Hamas at lýsa dagin í dag sum ein vreiðinnar dag.
Millum annað hevur Hamas eggjað palestinum í Gaza og aðrastaðni at skipa fyri mótmælistiltøkum aftan á fríggjadsbønina í dag.
-Latið dagin í dag vera ein dag við samhaldsfesti og vreiði ímóti teirri zionistisku hersetingini, sigur Hamas í kunngerðini.
Ísraelsku myndugleikarnir hava sent fleiri túsund løgreglumenn og hermenn í gøturnar at forða fyri ófriði í Eysturjerusalem og á Vestara Áarbakka.