løgmaður ikki. Neyvan heldur hava fólka- og javnaðarfólk svølgt nógvar kamelar: Sjómannafrádrátturin og tilfeingisgjaldið, sum Fólkaflokkurin ikki vil nerta, og so ætlanina um at leggja niður røktarheimspláss [...] snúgva seg um tað, sum samgonguflokkarnir eru samdir um og kunnu fáa ígjøgnum. Hetta tykiskt nú logiskt, men politikkur er nú als ikki altíð so logiskur og lættur at skilja. John Johannesen, formaður Javnað [...] bara orðaskiftið á tingi, sum bendir á, at tað kámast millum samgongu og andstøðu. Tað gjørdu fleiri floksformenn greitt í Degi og Viku í gjárkvøldið. Jákup Mikkelsen, formaður Fólkafloksins á tingi váttaði
Nýggja prestakonan eitur Jasmina Pavlovic og er ættað úr Serbia. Mamman er serbi, og pápin italskur. Jasmina Pavlovic hevur í fleiri ár búð í Danmark og hevur arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Danmark. Nú fara tey [...] hon skal fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum, sigur Emil Olsen. Hann sigur, at tey komu at kennast í Danmark. Hesi árini, tey hava kenst, hava tey tvær ferðir verið í Serbia, og tað var eftir eina avbera
Tað eru færri og færri, sum ganga í kirkju í Hoyvík. Tað sigur Ann Dahl-Hansen, prestur í Suðurstreymoy, í viðtalu við folkakirkjan.fo. Kirkjan í Hoyvík er hin yngsta í Føroyum. Býarparturin hevur verið [...] verið í støðugari menning seinastu árini, og fyrstu tíðina var altíð fullsett í kirkjuni. Men soleiðis er ikki longur. Orsøkin er fyrst og fremst, at kirkjan hevur ikki dugað serliga væl við teimum ungu. [...] til taka ímóti teimum ungu barnafamiljunum. Hoyvík er ein ungur býarpartur, og tað gongur væl hjá grannasamkonunum, Oasuni og Lívdini. Vit kunnu læra nógv frá teimum. Vit mugu seta barnafamiljuni meira
Smyrli úr Tórshavn kl. 11. Smyril siglir aftur til Havnar kl. 17.30. Havið heit og góð gonguklæðir og ein heitan drekkamunn og matpakka við. Tilmelding á tlf. 302425 ella torsinfo@torshavn.fo Ebenezer L [...] gospel.fo Lívdin Summarsteðgur. Ongi møtir verða týs- og sunnudagar. Byrjað verður aftur 8. august www.livdin.fo www.ung.livdin.fo Kedron, Vágar Møtir og tiltøk hjá samkomuni eru at síggja á heimasíðu [...] Fríðgerð í Lið, Laila av Reyni og Inga M. V. Svínoy. Allar sniðgevarar. Kjallarin: Framsýning av fotomyndum úr myndasavninum hjá Jákup Andreas Arge. Opið er: 30-31. juli og 1. aug. kl. 14-18. Tað er altíð
náttúrligt at lesa teologi, og í fyrsta umfari var tað bara teologi og ikki neyðturviliga at gerast prestur. Men eg havi trú á Gud alt mítt lív, og havi stóran áhuga fyri máli og filosofi og kristindómi í heila [...] Klemensen er fødd og uppvaksin í Rødding í Suðurjútlandi og hevur fýra systrar, men ongan bróður. Hon er fødd 14. juli 1980, og er tískil júst fylt 30 ár. Hon er gift Leif Hansen úr Nólsoy, og saman eiga tey [...] er fimm og Helga, sum er trý ár. Anne Mette sigur, at tað er ógvuliga hugaligt sum nýklæktur prestur at fáa starv beinanvegin, og hon var sum nevnt innstillað sum nummar eitt bæði í Fuglafirði og í Hvalvík
10 verður gongutúrur: Myrkjanoyrafjall og Kjølur, Klaksvík. Hetta er ein langur og miðal tungur túrur. Havið heit og góð gonguklæðir og ein heitan drekkamunn og matpakka við. Tilmelding á tlf. 302425 [...] g. Aglow Suðuroy Møti fyri kvinnur og menn verður í Fylking á Tvøroyri leygarkvøldið 24/7 kl. 19.30. Elice og Paul Hallett luttaka, hon er í Aglow leiðslu í Århus og bæði virka tey í Nýsælandi. Øll eru [...] n Noval, prestur í Mariukirkjuni www.katolsk.fo Matiné í Havnar kirkju leygardagin kl. 11.30. Marjun Herup Olsen, floyta. Alvi Joensen, gittar. Lívdin Summarsteðgur. Ongi møtir verða týs- og sunnudagar
fyri seg. ? at lóggivið verður um, at livrar og rogn skulu fáast til høldar, og viðgerðast og virðisøkjast annaðhvørt umborð ella í landi. Fyri at reiðarar og fiskimenn kunnu laga seg til hesa broyting, [...] Tjóðveldi var partur av samgongu, varð roynt at fáa takholt á støðuni, og setningurin var greiður um enn tíðin var stutt. Politikkur floksins hevur frá stovnan verið, at fiskastovnarnir skulu røkjast sum [...] , sum samstundis tryggjar ognarrættin til tilfeingi hjá Føroya fólki. Liberalisering og demokratisering um eina og somu leið.
av hotellinum, matstovuni, barrini og Kafé Vágsbotn. Hugurin hevur altíð staðið til tænarayrkið, og árini 1989 til 1991 sigldi hon við Norrönu í summarsiglingini, og um vetrarnar hjálpti hon til á kendu [...] arbeiddi í Nimb og Påfuglen áðrenn eg fór umborð á DFDS, har eg sigldi við á bæði Olso-rutuni og Harwich-Newcastle, sigur Ingerð á Rógvi Olsen. Seinni fór leiðarin á Påfuglen at arbeiða á Hilton, og tá fylgdi [...] meðan sesongin er, og um vetrarnar royndi man so nakað annað. - Eg var tveir vetrar í Sveits og ein á Mallorca sum tænari. Eisini arbeiddi eg eitt skifti á Skovridderkroen úti í Gentofte og sanniliga eisini
føroysk traditión, og grindastovnurin ikki er hóttur, og at grindin verður hildin til so humant, sum tilber. - Av øllum svarunum, sum vit senda, venda tíggju prosent aftur til okkara, og av teimum hava helvtin [...] ógvusligasta fáa vit útvið 600 mótmælisskriv um vikuna frá ónøgdum fólki. Okkara politikkur á økinum er, at vit svara øllum aftur og siðiliga greiða frá støðu okkara á grindaøkinum, sigur Jørgen Niclasen. Hann [...] verið úti fyri einari media-hertz síðani fyrst í 80-unum, men tað hevur hvørki gjørt til ella frá, og vit liva akkurát tað sama víðari, sum einki var hent, vísir Jørgen Niclasen á. Nógv mótmæli Hann sigur
sat so ofta og bant og segði dreingjunum frá søgum. Teir sótu í ring um hana og lýddu á. Tá dámdi Vensili væl at hoyra søgur um trøll og annað slíkt, og pilturin fekk kærleika til hesa søgur, og kærleikin [...] pilturin, og sum maður savnaði hann ein hóp av føroyskum søgum og fekk tær prentaðar og harvið goymdar, so tær ikki kunna gloymast.« Tá Vensil var seks ára gamal, lærdi abbin, fútin, hann at lesa – og fór skjótt [...] sunnanfyri - úti á Reyni og í Gongini og kring vágna eystanfyri. Um hetta mundið búðu um 500 fólk í Havn. Tá løgtingshúsið varð bygt í 1854 varð tað eisini bygt uttan fyri býin, og somuleiðis tá Realskúlin