Hin 30. mars í 2007 skrivaði norska fiskivinnublaðið Fiskaren, at føroyskir peningastovnar ?låner til lån? - og talan er um miljardir, tí eftirspurningurin er so stórur. Hin 5. apríl í 2007 høvdu vit grein her á Portalinum, har vit endurgóvu norska fiskivinnublaðið Fiskaren fyri eina ávísa speiðreking av føroysku peningastovnunum.
Greinin snúði seg um, at ?nú gongur tað so væl hjá føroysku peningastovnunum, at teir noyðast at læna miljardir á altjóða fíggjarmarknaðinum til at læna útaftur fyri at nøkta eftirspurningin...?
Fiskivinnublaðið kallaði greinina ?Låner til lån?.
Í greinini á Portalinum viðmerktu vit: ?Jú, tú las rætt. Men tað er ikki vist, at tú skilir tað...?
Tað var hin 30. mars í 2007, at norska fiskivinnublaðið hevði hesa grein í blaðnum.
Greinin snúði seg í stuttum um, at bæði Eik Banki, Føroya Banki og Norðoya Sparikassi høvdu lænt miljardir uttanlands til at læna útaftur.
Kanska vóru tað nøkur, sum tá settu spurnartekin við hesar raðfestingar hjá føroysku peningastovnunum.
Hóskvøldið noyddist Eik Banki at geva skarvin yvir, og kanska var júst hesin politikkur, at bankin ?lænti til at læna útaftur? ein orsøk.