Sjálvstýrisflokkurin harmast um, at Eik Banki hevur rent seg í fíggjarligt óføri .Men samstundis fegnast flokkurin um, at landsstýrið ikki gav eftir fyri trýsti, men lata vera við at seta almennan pening uppá spæl í eini ivasamari bankabjarging.
Tað sigur Sjálvstýrisflokkurin í samtykt eftir landsfundin í dag.
Flokkurin tekur eisini undir við kommunusamanleggingum, so at kommunurnar kunnu gerast sterkari og meira virkisførar. - Vit halda, at kommunurnar skulu átaka sær fleiri uppgávur, sum nú eru landsuppgávur ella eru tvíbýttar.
- Greiða eigur í øllum førum at fáast á, hvørt tað er land ella kommunur, sum skulu loysa uppgávurnar innan ávíst øki, við tí endamáli, at sleppa av við tvíbýtt og harvið ógreitt og darvandi ábyrgdarbýti, sigur flokkurin.
Flokkurin fegnast eisini um, at tað eydnaðist at varðveita Føroyar sum eitt vældømi.
Hinvegin átalar Sjálvstyrisflokkurin, at Føroyar í dag liggja í stjórnarloysi, av tí at ongin samskipaður politikkur er at hóma, sum hann orðar tað.
- Úrslitið, eftir at BAC hevur sitið við valdið í meira enn 6 ár, er, at allur peningurin, ið kom frá søluni av Atlantic Airways og Føroya Banka, er farin til rakstur, og risahall er framhaldandi á fíggjarlógini.
Annars staðfestir flokkurin, at fremstu mál nú eru:
- at fáa fíggjarskil í lag
- at skapa góðar karmar um vinnulívið
- at gera íløgur í útbúgving og førleikamenning,
- at fáa framt neyðugar reformar t.d. innan skúla-, sosial-, bústaðar- og fyrisitingarøkið, og
- at leggja dent á umhvørvisvernd og varandi orku.









