Fuglafjarðar býráð arbeiðir í heimildarloysi

Eg havi áður verið sera atfinningarsamur móti Fuglafjarðar býráð - serstakliga havi eg funnist at eldrapolitikkinum og skúlapolitikkinum. Eg má tiverri halda áfram, tí vitloysið í Fuglafjarðar kommunu er so vilt, at orð næstan ikki eru fyri tí.

Tað kann væl verða, at eg eri eitt frábrygdi sum fuglfirðingur, tí fuglfirðingar annars eru vanliga fittir, nikka og góðtaka alt, men eg dugi ikki at láta sum einki.
Atfinningarnar verða ikki gjørdar fyri at verða negativur, men eru ein erlig knokkroyting av almennum persónum, fyri at teir kunnu taka tað arbeiðið teimum er latið upp í hendur við størri ábyrgdarkenslu, og verða greiðir yvir, at óregluligar avgerðir verða revsaðar.
Eg sat sjálvur í býráðnum í 8 ár, og setti mær sum høvuðsmál at fáa lagt til rættis eina langtíðarætlan fyri Eldraøkið og Skúlan. Ta søguna havi eg fyrr umrøtt, so eg skal lata vera at endurtaka meg sjálvan.
Eg hevði ikki meira enn latið hurðina aftur eftir mær, fyrr enn langtíðarætlanin fyri skúlan varð skrottað til fyrimuns fyri eini “Fatamorganaætlan”sum liggur einastaðni langt frammi í framtíðini, helst er rætta heitið “UDE I DET BLÅ”.
Ikki tí, ein vælmannað nevnd er sett til at arbeiða í einum tómrúmi sum ikki er okkum ókunnugt. 30 ára dreymurin er framvegis bert ein dreymur, og barnaskúlin heldur tískil fram í skammiligum hølisviðurskiftum.
Tað eina skattaprosentið, sum avsetast skuldi til Ellisheim varð broytt til at brúkast til dagligan rakstur. Flestu av sitandi politikarunum eru tískil sannir orðloysingar
Soleiðis er politikkur tíverri oftani. Brotin lyftir og tóm orð.
MEN!!!!!
Tá eg hoyrdi, at peningurin (7 milliónir krónur), sum settar vóru av til Ellisheim varð tikin av kontoini, tá bar ikki til at verða fittur longur, eg fannst tí at avgerðini.
Um peningur skal takast av konto, sum settur er av til ávíst endamál, so skal tað góðtakast á tveimum býráðsfundum. Í hesum føri hevði tað yvirhøvur ikki verið fyri á nøkrum býráðsfundi, og tískil varð kontoin tømd í heimildarloysi.
Á góðum føroyskum “PENINGURIN VARÐ STOLIN” av kontoini.
Orðini eru hørð – og kunnu eisini gera, at eg verið stevndur fyri tey. Tað eri eg ikki bangin fyri – Eg skal eisini møta, og tala mína søk, um so verður.
Men krimiin er ikki av enn.
Sum árið gekk, fór ringa samvitskan at níva polittikarar og fyrisiting. Í desember mánaði verður tí innkallað til fund.
Punkt á skránni er: At gjalda innaftur STOLNA peningin, men andstøðan saman við Kristinu Toftegaard segði nei til at rætta feilin.
Varð tað ikki Kvinnuflokkurin, sum vildi arbeiða fyri teimum bleytu virðunum?????
At stjala peningin sum avsettur varð til Ellisheim og brúka hann til gjald av kostnaðarmiklum luftkastellum. Er tað at verja tey bleytu virðini?????
Mín persónliga meining er:
At øll andstøðan saman við Kristina Toftegaard fáa møguleikan at ganga barnaskúlan umaftur. Tey eru so avgjørt ikki búgvin til at taka avgerð fyri onnur.
Roknskapurin verður undrunarvert á býráðsfundi góðtikin, uttan so frægt sum eina atfinning frá nøkrum býráðslimi. Andstøðan sat so smoykin, sum bukaðir hundar, og tordu ikki at lata munnin upp. Ein einkisigandi grannskoðaraviðmerking, setti heldur eingi krøv.

Heimildarloysi er framvegis heimildarleyst.
Ein HOUSA fundur í desembur kann á ongan hátt rætvísgera lógarbrotið.
(Tveir býráðsfundir skulu til fyri, at geva loyvi til at tøma kontoina.) Um rætt skal verða atborið er bert eitt at gera, og tað er at gjalda peningin innaftur uttan nakra fundarviðtøku yvirhøvur.
Tað undrar meg eisini, at roknskapurin kann verða góðtikin á so skeivum grundarlagi. Uttan nakrar treytir til at gjalda innaftur.
Veruleikin er, at býráðið, sum sitið hevur seinastu 8 árini, hevur koyrt Fuglafjarðar kommunu fullkomuliga á reyvina.
Fyri 8 árum síðani stóð fíggjarliga væl til. Síðani tá hevur kommunan, sum ongantíð áður, selt fleiri av ognum sínum. Talan er um nógvar milliónir, og peningurin er brúktur til dagligan rakstur.
Tíbetur vóru teir steðgaðir, táið teir ætlaðu at forera frystitunnlarnar niður í egnar lummar.
Kommunala lánsheimildin hevur nátt loftinum, men ikki nokk við tí. 7 milliónir eru í heimildarloysi tiknar av Ellisheimskontoini, og sum rosinan í pylsuendanum so ljóðar, at kommunan hevur ein kassakreditt upp á aðrar 7 milliónir. – Leggið tykkum í geyma, her er talan um ein kostnaðarmiklan kassakreditt og ikki eitt vanligt lán.
JÚ víst – her er talan um galloperandi vitloysi.
Men gerið tykkum greitt. Tað er ikki bert tann eini persónurin sum hevur ábyrgdina.
Øll 9 eru samsek.

NB:
Fíggjarætlanin fyri 2011 skal nú viðgerast. Spennandi verður at síggja um andstøðan saman við Kristinu og einum øðrum ábyrgdarfullum býráðslimi hava rygg til at rinda peningin innaftur á kontoina – og lata hann fáa frið til at verða standandi til avsetta endamálið (ella líknandi endamál).
Leggið tykkum í geyma, at stuldurin av ellisheimskontoini enn hongur um herðar tykkara. Eitt lógarbrot kann ikki blástemplast á einum HOUSA fundi í desember mánaði – enn minni í einum ársroknskapi.
(At fylla á aftur kontoina, fyri síðani við 2 lógligum býráðsfundum at tøma hana aftur - ella - at framskriva ábyrgdina á ryggin á einum komandi býráði er ein luskutur politikkur.)