Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, skilir ikki atfinningarnar hjá Poul Michelsen, sum hevur sagt Fólkaflokkinum farvæl. Niclasen sigur, at tú fær ikki alt, tá tú samstarvar við aðrar flokkar við øðrum sjónarmiðum. Poul Michelsen er ótolin, metir hann.
- Vit hava hildið fast um tað liberala og sosiala politikkin, og vit hava gjørt okkara ávirkan galdandi í borgarligu samgonguni, fullveldissamgonguni, og nú í ABC-samgonguni. Men tá tú samstarvar, og er í samgongu við onnur, so fært tú ikki alt tað, tú ynskir tær. Hinir flokkarnir gera sjálvsagt eisini um seg í eini samgongu, sigur Jørgen Niclasen við Rás2.
Men skilir tú atfinningarnar hjá Poul Michelsen?
- Nei, tað geri eg ikki. Um tú ynskir alt, og ikki vil lurta eftir hinum í samgonguni, so er torført at samstarva. Poul Michelsen er ein góður og ótolin politikari. Broytingar hendar ongantíð her og nú, men við smáum. Vit royna alt, sum vit kunnu at fáa okkara sjónarmið ígjøgnum, og okkara politikkur er meira og meira sjónligur.
Ræður minnilutin í Fólkaflokkinum?
- Nei. Tað sigur seg sjálvt, at vit eru ikki samd innanhýsis á øllum økjum, men flokkurin tekur sær góða tíð at viðgera ymsu málini, so vit standa saman, tá vit skulu atkvøða um ymsu málini.
Poul Michelsen hevur sagt, at tín landsstýrisessur í Uttanríkisráðnum ger skaða á flokkin. Tekur tú undir við tí?
- Tað mugu onnur sjálvsagt døma um, men eg hald ikki, at tað ger skaða á flokkin. Tað er vanligt, at floksformenn, sum eru í samgongu, eru landsstýrismenn ella løgmaður, so tað er einki nýtt í tí. Eg havi verið burturstaddur í fimm dagar seinastu tríggjar mánaðirnar, og Fólkaflokkurin hevur havt minst líka nógvar, um ikki fleiri, floksfundir enn hinir flokkarnir, so tað skilji eg ikki. Vit brúka nógva tíð innanhýsis at samansjóva flokkin og loysa trupulleikarnar.
Hvussu fer Fólkafólkurin at handfara tað, at Poul Michelsen hevur sagt farvæl?
- Poul Michelsen hevur altíð verður trúgvur, og hann hevur tænt Fólkaflokkinum væl. Vit fara framhaldandi at arbeiða eftir sama leisti, sum vit hava gjørt. Flokkurin er í samgongu, og vit gera okkara ávirkan galdandi, sigur Jørgen Niclasen.