Í dag kunnu foreldur søkja um at fáa børnini kannaði á Sernámsdeplinum, og um mett verður at tørvur er á tí, kunnu tey fáa hjálp. Men bíðilistin til at sleppa til kanningar er langur og venjingartilboðini [...] børnunum. - Eg síggi kanska eitt menningartarnað barn, men Andrea Udvardy Sabroe stillar krøv til barnið, sum var tað bara eitt vanligt barn, sigur Erla Nielsen. Hóast Petø hugtøkini ikki heilt samsvara [...] børn send av landinum til slíkar venjingar. - Vit meta, at um hetta var eitt tilboð í Føroyum, so høvdu á leið 40-50 føroysk børn kunnað fingið stóra gleði av tí. Og tað hevði ikki verið nógv dýrari enn
hava spurt meg, um eg bara hugsi um og arbeiði fyri umhvørvinum. Tað er ein viðkomandi spurningur, tí eg havi brúkt nógva orku upp á umhvørvi í valstríðnum. Men at velja meg, er ikki bara at velja eina [...] eina sterka umhvørvisrødd í býráðið. Verði eg vald í býráðið, so fari eg eisini at arbeiða fyri: at vit fáa fjølbroyttar bústaðarmøguleikar, ið fólk hava ráð at gjalda. at dagstovnaøkið verður uppraðfest nógv [...] at tilboð og tænastur til tey eldru skulu betrast og skipast eftir tørvi. Tórshavnar kommuna skal vera fyri okkum øll; óansæð hvørji vit eru og hvat vit tjena, frá vit eru børn, til vit gerast gomul. Tí
fyrstu ferð, eg stilli upp til eitt fólkatingsval, og eg havi ongantíð stillað upp til eitt løgtingsval. Men, eg havi áður stillað upp til kommunuval her í bygdini, og í hesum valskeiði eri eg formaður í [...] ungdómum, eins og eg havi verið í nevndini bæði í Ungmannafelagnum Virkinum og í B71. Men, aftur til veljaran, sum eg ynski skal vita, hvør eg eri, nú eg stilli upp til fólkatingsval. Eg eri útbúgvin skipsførari [...] Í Sandoynni vita fólk, hvør eg eri, og hvat eg geri. Men, tá tú stillar upp, og valøkið er allar Føroyar, kundi eg hugsað mær at sagt nøkur orð um meg sjálvan. Eg kann ikki biðja um tykkara stuðul – uttan
enn kunnu elva til ramaskríggj, mótmæli o.s.fr.? Hvat eru vit tó góð ... Ella er tað bara í Kolding og har um leiðir, ið hugsað kann verða soleiðis...? Meðan eg geri meg til reiðar til at fara aftur á [...] Men sum eg siti har og avlívi ein tosk fyri og annan eftir, hugsi eg um teir gullfiskarnar, sum vórðu avlívaðir fyri nøkrum árum síðan í Kolding. Tað var á listasavninum Trapholt. Tað verða ikki so nógv [...] um 6. barnsburðarviku og fram til 9. barnsburðarviku. Tað virkar helst ikki heilt so hart sum blendaraavlíving, verður sagt. Avlívingin av gullfiskunum í Kolding elvdi til ramaskríggj, blaðskriving, mótmæli
tá í bindiklubbur var, at eg goymdi meg aftan fyri sofuna í stovuni hjá okkum. Har hoyrdi eg alt tað, sum eg ikki skuldi hoyra. Eg haldi, at Daniella í Kálhaganum legði merki til mín, og harvið gekk leiðin [...] stuðlaði pápa, sum tú altíð hevur gjørt og ger. Hetta kenna vit øll børnini til, um nakað er áfatt, ert tú klár at hjálpa til og geva umsorgan til okkum øll. Mamma er fødd 08.12.1944 og hon er doypt Ingibjørg [...] megnaði tit til UG. Tit hava verið okkum tvey góð foreldur, og tit hava klárað uppgávuna til fulnar. Pápi fór til sjós sum aðrir føroyingar flest á ungun aldri, pápi varð sjómaður heilt fram til miðskeiðis
Oyrarbakka hava tey jólatræ, og abbabørnini gleða seg sjálvsagt til gávurnar jólaaftan. - Vit tilkomnu fáa eisini gávur, men hjá okkum eru tað ikki gávurnar, sum telja mest, men samveran í familjuni. Jólini [...] jóladagarnar ferðast hjúnini á Oyrarbakka millum børnini, bæði í Hoyvík og við Norðskála. Seinastu dagarnar hevur Edmund Joensen havt farloyvi úr Fólkatinginum. - Eg havi havt fortreð av iskiasnervini, soleiðis [...] soleiðis at tað hevur verið ringt at gingið, og eg havi gingið til viðgerð. Men, nú gongur betur, leggur fólkatingslimurin aftrat.
hann grundina til eitt mennandi ungdómsarbeiði. - Tað er hansara arbeiðið, sum vit í dag síggja úrslitið av, sigur Henry Jarnskor, meðan hann heldur í fartelefonini. - Eg má fara at ringja til Tonny og siga [...] av stríðnum fyri betri ítróttarfelag á Strondum, so er tað Henry Jarnskor. Ikki er hann føddur strandingur, men hann er ikki minni strandingur fyri tað. Heldur øvugt. Í nógv ár var hann formaður í StÍF [...] tað verður so leingi at bíða skulu vit ikki úttala okkum um, men vit fara at lata tað liggja eina tíð enn í hvussu er. Nú skulu strandingar í hvussu er hava loyvið til at gleðast yvir hetta meistaraheiti
sum ikki eiga fyri brenni. Har kann verða kalt um veturin, ja, tað kann frysta niður í 35 kuldastig. Tí hava vit serliga hugsað um børnini hesaferð, at hava heit og fjálg klæðir og skógvar við til teirra [...] teirra. »Tit kunnu ikki hjálpa øllum í Rumenia«, segði ein við meg, tá ið eg var í Rumenia fyrstu ferð. Satt er tað, men vit kunnu hjálpa nøkrum. Eitt jødiskt orðatak sigur, at tann, ið bjargar einum menniskja [...] halda á við at hjálpa eftir førimuni. Nakað av peningi hava vit havt við okkum. Ikki geva vit hann burtur, men keypa til teirra, sum treingja; tað er bíligt at keypa har niðri. So onkrum keypa vit mat
í Føroyum og arbeitt, og ikki farið uttanlands, sum vit síggja eina ábending um í dag. Hetta hevði eisini ført til eina hægri løn í mun til, hvønn brøk tú arbeiðir. Tað haldi eg avgjørt at øll, sum arbeiða [...] Sjálv eigi eg fimm børn, og kenni eg tað sum, at mest dýrabara tíðin saman við børnunum verður tikin frá mær onkursvegna, vegna fullu arbeiðstíðina. Og hóast eg elski mítt arbeiði, so haldi eg, at tað er [...] í størsta álvara og ikki minst hugsa um børnini, sum vaksa alt ov skjótt og hava tørv á okkum, meðan tey vaksa upp. Hóast eldraøkið varð lagt út til kommunurnar í 2016, so meti eg tað vera ein avbjóðing
og Hans. Tit vistu ikki, hvussu blíð tit skuldu vera. Sjálvt nú tá tú vart farin og eg prátaði við Hans, vóru hansara orð, at vit vóru líka so vælkomin til hansara, sjálvt um tú ikki er har. Sjálvandi verður [...] at búgva, gjørdi tú ein sang til mín, sum eg havi goymt øll árini. Men sama dagin, sum vit fingu deyðsboðini av tær, setti eg meg at lesa sangin og nógv góð minnir kom eg at tonkja uppá. Men sangurin vil [...] tú ikki var her meira. So tað er við tungum hjarta eg skrivi hesi minningarorð um teg, kæra vinkona, men tað hevði verið betur, um tað var ein onnur gleðilig orsøk at skriva um, men so skuldi ikki vera