Royndarverkætlanin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er eitt úrslit av rehabiliteringsálitinum, sum arbeiðsbólkur handaði landsstýrismanninum, Hans Paula Strøm seinasta ár.
Jona Nielsen, fyristøðukvinna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, greiðir frá, at sjúkrahúsini vórðu spurd um tey kundu hýsa venjingini, og bara Klaksvíkar Sjúkrahús játtaði.
- Síðani seinasta summar hava vit arbeitt við ætlanini, og nú er royndarskeiðið so byrjað og skal koyra í fýra vikur, sigur Jona Nielsen.
Ætlanin var at eini 10-12 børn skuldu vera við, men av tí at áhugin var so stórur, endaði tað við 14 børnum. Og tá er bara ein avmarkaður bólkur bjóðaður við.
Skal eftirmetast
Henda dagin Sosialurin vitjaði vóru eisini vitjandi úr bæði Almanna- og Heilsumálaráðnum, Almannstovuni og Sernámsdeplinum.
Eyðvør Mortensen frá Almannastovuni og Oyvindur av Skarði frá Stuðulsfólkaskipanini, sum liggur undir Almannastovuni, greiða frá, at á hvørjum ári verða á leið 10 børn send av landinum til slíkar venjingar.
- Vit meta, at um hetta var eitt tilboð í Føroyum, so høvdu á leið 40-50 føroysk børn kunnað fingið stóra gleði av tí. Og tað hevði ikki verið nógv dýrari enn í dag, tí tað kostar nógv at senda børn av landinum, sigur Oyvindur av Skarði.
Í dag kunnu foreldur søkja um at fáa børnini kannaði á Sernámsdeplinum, og um mett verður at tørvur er á tí, kunnu tey fáa hjálp. Men bíðilistin til at sleppa til kanningar er langur og venjingartilboðini fá.
Tá ið royndarverkætlanin í Klaksvík er liðug, skal hon eftirmetast og støða takast til, um hon skal vera eitt fast tilboð
Ikki fysioterapi
Saman við Annu Mariu Anthoniussen og Andreu Udvardy Sabroe hevur Erla Nielsen, fysioterapeutur frá fysiurgisku deild á Klaksvíkar Sjúkrahúsi verið við í arbeiðnum. Hon kendi so at siga einki til hendan venjingarhátt áðrenn, men sigur, at tað hevur verið áhugavert at verið við.
- Nøkur av tingunum eru tey somu sum í fysioterapiini, men nógv er eisini heilt øðrvísi. Vit brúka longri tíð til at kanna og greina tørvin, og okkurt av tí, sum verður gjørt í Petø, høvdu vit als ikki praktisera, sigur Erla Nielsen, fysioterapeutur.
Tað, sum hevur hugtikið hana mest við hesum venjingarhátti, er hvussu nógv verður væntað av børnunum.
- Eg síggi kanska eitt menningartarnað barn, men Andrea Udvardy Sabroe stillar krøv til barnið, sum var tað bara eitt vanligt barn, sigur Erla Nielsen.
Hóast Petø hugtøkini ikki heilt samsvara við arbeiði hjá fysioterapeutum, so heldur Erla Nilsen, at tað er gott at børnini fáa eitt slíkt venjingartilboð.
- Størsti trupulleikin í Føroyum í dag er manglandi tilboð. Børn fáa tilboð um ein hálvan tíma avspenning hjá fysioterapeuti, men verulig uppvenjing er hvørki fígging ella orka til, sigur føroyski fysioterapeuturin.