Ingibjørg Mørk í Vági 65 ár

Føðingardagsheilsan til mammu mína á 65 ára degnum 12.08.2009.

Orðatakið sigur: »giv mig en blomst, mens jeg lever«. Tað vilja vit eisini geva tær, góða mamma. ?

Mamma nú fyllir tú aftur, hesaferð fyllir tú 65 ár. Tá ið ein er fyltur 65 ár, hevur ein sjálvsagt upplivað nógv, bæði gott og ringt. Ja mamma nógv er hent við tínum lívi tey seinastu árini, serliga tá ið pápi bleiv sjúkur, hóast hann hevur tað væl frægari nú enn fyri fýra árum síðani. Tá var tað strævið hjá tær og hjá pápa sjálvum, men tú hevur altíð verið ein megnar kvinna, og tú stuðlaði pápa, sum tú altíð hevur gjørt og ger. Hetta kenna vit øll børnini til, um nakað er áfatt, ert tú klár at hjálpa til og geva umsorgan til okkum øll.

Mamma er fødd 08.12.1944 og hon er doypt Ingibjørg Olivia Jonna Petrea Joensen (seinni keypti tey sær staðarnavnið Ryggshamar í Vági til eftirnavn).

Mamma vaks upp vesturið við Vatnið í Vági á Vallarajørð. Hon er dóttur Jens og Alvildu Ryggshamar í Vági. Mamma er yngst av seks systkjum og er einasta genta.

Eisini var mamma nevnd Diddan av teimun eldru í familjuni. Hetta kom ivaleyst av, at hon var einasta genta og yngst av systkjunum. Hini systkini eru Leivur, Vilmund, Adolf, Jógvan og Bresti. Tað syrgiliga hendi, at Leivur druknaði í Klaksvík, hann var bert 24 ára gamal tá; hetta hendi miðskeiðis í 50- árunum. Bæði Leivur systkinabarn mítt og eg eru uppkallaðir eftir Leivuri, mammubeiggja.

Mamma og pápi møttu hvørjum øðrum fyri fyrstu ferð á Bakkanum í Vági, tá var mamma bert 15 ára gomul og pápi var 14 ár. Um hetta mundið var Bakkin, sum Hans Jacob Hjelm sáli, átti, eitt tilhaldsstað fyri ungdómin í Vági.

Mamma giftist við pápa okkara Eyðfinn Mørk av Tvøroyri, sum er sonur Hjørdis Mørk og Martin Berg. Mamma og pápi giftust 2. januar 1965.

Tey fluttu út í Toftalíð at búgva saman við langommuni Julionnu Hovgaard (fødd Larsen, ættað av Eiði), sum var gift við Adolf Hovgaard, langabba mínum sum var ættaður úr Hovi.

Bert tríggjar mánaðir eftir vígsluna, t.v.s. 2. apríl 1965, brendi heim teirra í grund. Tey mistu alt, sum høvdu fingið í brúðargávu, men til Guds undur sluppu tey øll frá tí við lívinum. Jens bróður var bert 2 ár tá. Í 1968 bygdu tey sær egin hús vesturi á Vallarajørð í Vági og tit fingu sjey børn aftrat.?

Pápi og tú hava uppalt okkum øll átta systkin. Tað hevur mangan verið strævið hjá tykkum báðum, men okur børn og øll abba- og ommubørnini minnast bert á góðar løtur inni á barnaheiminum hjá okkum á Vallarjørð í Vági.

Ja, vit eru átta systkin; Jens, Anja, Levi, Eyðhild, Heidi, Mortan, Rini og Sonni. Tað er sera tætt ímillum okkum øll, og her kann nevnast, at tað bert er 11 mánaðir millum Heidi og Mortan. Vit gingu sjey av okkum í fólkaskúla í senn. Tað var ofta strævið hjá tykkum, men hetta megnaði tit til UG. Tit hava verið okkum tvey góð foreldur, og tit hava klárað uppgávuna til fulnar.

Pápi fór til sjós sum aðrir føroyingar flest á ungun aldri, pápi varð sjómaður heilt fram til miðskeiðis í sjeytiárinum. Seinni legðist hann upp á land og arbeiddi sum arbeiðsformaður á Suðurfisk í Vági. Eftir tað hevði pápi egna lastbilavinnu, avgreiðslu hjá Restorfs Brýggjarí og seinastu árini arbeiddi hann sum umsjónarmaður hjá Vágs kommunu, eitt skifti var pápi bilførari hjá Nærverkinum á verkstaðnum inni á Bakka, og hann sat í Vágs býráð í 23 ár frá 1985 til 2008.

Mamma hevur mest sum alt lívið verið heimagangandi, ansa okkum, givið okkum, nærleika, umsorgan og tryggleika, tá ið tørvur var á tí; meðan pápi var tann sum syrgdi fyri at matur kom á borið.

Eg minnist nógvar góðar søgur gjøgnum barndómin. Vit spældu sum børn »Við Vatnið«, og pápí smíðaðu okkum »flakar«, meðan tú syrgdi fyri at hava turr klæði til okkum, tá ið vit komu av vatninum aftur, oftani fleiri ferðir um dagin.

Tá vóru ikki nakrir barnagarðar ella pedagogar sum í dag, men vit høvdu jú teg og pápa, tá ið hann var heima, og tú megnaði sum eingin annar at halda hús, heim og børn.

Vit høvdu ein góðan barndóm, har var stórur gleði og vit føldi okkum sera trygg. Hetta er enn galdandi, tá ið vit børn, við okkara børnum, sum nú eru 18 tali og ikki at gloyma papbørnum, sum eisini eru fleiri í tali, koma inn á gólvið í barnaheiminum. Ja, altíð hevur barnaheimið staðið opið, fyri øllum, har er hjartarúm sum tað forslær.

Hetta góða lyndi og umsorgan sum tú hevur, haldi eg, at tú hevur eftir mammu tíni; sum hevði eitt heitt og stórt hjarta til øll onnur fólk. Hetta sermerkir eisini teg og tú gevur fyrst øðrum, áðrenn tú hugsar um teg sjálva.

Einaferð minnist eg, tá í bindiklubbur var, at eg goymdi meg aftan fyri sofuna í stovuni hjá okkum. Har hoyrdi eg alt tað, sum eg ikki skuldi hoyra. Eg haldi, at Daniella í Kálhaganum legði merki til mín, og harvið gekk leiðin hjá mær skjótt inn í kamarið at sova. Ja, tað vóru stuttligur og góðir dagar.

Mamma hevur eisini havt nógvar vinkonur gjøgnum øll árini. Í sínum ungum árum var Anna hjá Elsu, Marita hjá Herdis á Beytinum, Jórun í Kalhaganum, hennara bestu vinkonur. Eisini vóru Elisabeth hjá Miu og Eliesar á Oyri og mamma vinkonur, tá ið mamma og tey bygdu húsini í 1968, tað er tí heldur ikki løgið, at Elisabeth gjørdist gumma mín í februar 1969. Seinni eru nógvar aðar vinkonur komnar gjøgnum árini.

Mamma hevur ikki bara verið heimagangandi. Hon var í sínum ungum árum til arbeiðis á telefonstøðini í Vági, har hon var telefonboð. Eftir hetta var hon arbeiðsgenta í 2 ár í húsinum hjá Elsebeth Helenu og Jógvan Dahl við Krosslið í Vági. Eisini arbeiddi hon við fisk hjá A/S J. Dahl í Vági og á Suðurfisk, og sum heimahjálp í nøkur ár.

Tað eru nógvir barnadópir, barnaføðingardagar og konfirimatiónir, sum eru hildnir í okkara barnaheimi. Her vóru serliga svigarindurnar hjá mammu, Hanna, Disan Saloma sum hjálpti til. Sjáldan var matur keyptur útifrá, nei døgurðamatin syrgdi pápi fyri, eisini tá ið nakað stórt skuldi haldast í húsinum hjá okkum.

Eisini hava pápi og mamma havt seyð og seyðahald í Hovi. Hetta var eitt stórt íkast til okkum gjøgnum árini, tí tað vóru nógvir munnar at metta.

Eg minnist eisini á sum smádrongur, ta ið vit øll børnini fóru at ferðast í egnum landi. Vit vóru bæði á Leynavatni, og á Kirkjuvatni í Famjin, har setti mamma og pápi eitt stórt “vilt telt” upp, og vit hugnaðu okkum úti í nattúruni. Ja, tú og pápi høvdu nógv yvirskot, hóast átta børn.

Alvilda omma og Jens abbin vóru eisini ein góður stuðul gjøgnum okkara uppvøkstur. Ja, onkuntíð var omman ella abbin barnagenta, soleiðis at tit bæði kundi fara ein túr í biograf.

Eisini eitt skifti høvdu tit bæði arbeiðsgentur í húsinum, eg minnist serliga Helle Thomsen, Kirstin, Bodil og Solgerð Thomsen. Tær vóru allar stak fittar, sjálvt um eg til tíðir var strævin.

Eg minnist, tá ið vit øll blivu størri og byrjaði at ganga í dans. Mangan hevur tú sitið uppi um náttina og bíðað, til vit øll komu aftur í øllum góðum úr dansi.

Tú og pápi hava eisini havt børn í pleygu hjá okkum, hesi børn eru eisini væl fyri í dag, eg trúgvi eisini, at tey hava nógv at takka tær og pápa fyri.

Tá ið eg var í Danmark í lestrarørindum var tað sera kærkomið at fáa bæði føroyskan mat og annað gott frá tykkum, tað eri eg takksamur fyri.

Vit eru øll børnini komin væl frá okkara uppvøkstri. Ja, eg haldi at vit hava nógv at takka tykkum báðum fyri. Eisini er tað frálíkt, at koma heim aftur til Vágs, at vitja barnaheimið og tykkum bæði.

Mamma og pápi eru sera trúgv ímóti guds orði, og tað sær ein einamest, um viðkomandi fer ein túr í Missónshúsið í Vági, tí har eru mamma og pápi oftani at síggja. Tú hevur sum altíð opið hús á sjálvum føðingardegnum, vit síggjast.

Á sekstifimm ára degnum vil eg ynskja tær hjartaliga tillukku og alt tað besta í komandi framtíð og Guds signing yvir teg og pápa.

Eg fari at enda hesa føðingardagskvøðu við orðinum hjá Harry Birtilið, »Mamma mín« sum eg veit tú dámar væl.

 

 

»Góða mamma, tú ið lívið gav mær,

aftur koma barndómsdagar ei,

men tey ljósu minni, eg fekk frá tær

vilja lýsa mær á lívsins leið.

 

Mangar mammur syrgnar heima sita

tí ein sonur gloymdi burtur tær.

 

Men mín góða mamma tú skalt vita,

at tú stendur hjarta mínum nær.

 

Meðan tú enn livir, vil eg veita

Hesa hjartans tøkk til tín,

Heimsins besta mamma, mamma mín.

 

Og tá lívsins stormur á meg herja

og eg óttafullur standi har

Veit eg, tú við bønum meg vil verja

Móðireygað vekjur yvir meg«

 

Hoyvík, 09.08.2009

 

Levi Mørk

????